Næstsíðsta umfarið í landskappingini verður avgreitt seinnapartin í morgin, og hóast tað mest sum er avgjørt, at HB fer at vinna kappingina og nógvi spenningurin, sum ofta hevur verið undan teimum báðum síðstu umførunum er burtur, hvat tí viðvíkur, so eru tað framvegis fleiri lutir, ið bíða eftir svari.
B36 og KÍ hava kvalifiserað seg til Europa Cup, men æran telur ikki so lítið, og í botninum verður spælt av lívsins kreftum fyri at sleppa undan niðurflyting.
ÍF uttan tann besta
Fuglfirðingar eru framvegis rættuliga kroystir, og teir skulu ikki rokna við at fáa nakað fyri einki, tá teir fara til Vágs. VB vann eitt yrkakvøld fyrr í summar 5-2 í Fuglafirði. Tá brúktu teir ein arbeiðsdag uppá dystin, umframt at felagið rindaði fimm túsund krónur í leigu fyri Silju, sum sigldi teir suðuraftur.
Bárður á Lakjuni, sum hevur verið besti maður hjá ÍF í ár, er leikbannaður í morgin, og Áslakkur R. Petersen, sum seinast fekk tað teir rópa eitt trælær, er ivasamur. Hann hevur ikki vant í vikuni. Egil Zachariasen er við aftur, eftir at hann hevur sitið leikbannið av sær, og so er møguleiki fyri, at teir taka onkran, sum annars skuldi verið við í stríðnum um heiðurskrónur í 3. deild í dag, suður við. Kanska verður tað Rúni Petersen.
Vágbingar, sum hava gjørt sáttmála við pólverska venjaran fyri komandi ár, rokna við at vera fullmannaðir. Ivamálið er Eyðun Jacobsen, sum gavst at venja hóskvøldið, tí hann hevði trupulleikar við øðrum knænum.
TB tvey leikbann
Tvørámenn fara annað vikuskifti á rað norður á Skálafjørðin. Síðst sá tað út at skula eydnast á Svangaskarði, men so søplaðu teir alt burtur síðstu løtuna.
Tá teir í morgin fara at vitja NSÍ sakna teir Einar Petersen og Tórða Holm, sum báðir sita við fyrsta leikbanninum í ár. Hans Hammer sat uttanfyri seinast, tí hann hevði trupulleikar við lærkrikanum, men hann er tøkur aftur.
NSÍ hevur pláss í Intertoto Cup at spæla um. Óli Hansen hevur smávegis trupulleikar við beininum, sum var brotið, og hann kemur ikki upp úr Danmark. Allir hinir spælararnir eru tøkir, eisini Kasper L. Jacobsen, sum var skaddur seinast.
Ivasamt við verjuni
Gøtumenn lúra eftir Intertoto Cup plássinum, men teir eru eitt sindur skerdir í morgin. Serliga er tað í verjupartinum, at tað eru ivaspurningar. Svenn Olsen er leikbannaður. Tað ljóðaði, at Søren Skov Jørgensen eisini var leikbannaður, men tað er hann ikki.
Símun Petur Justinussen og Poul Ennigarð noyddust báðir av vøllinum í Fuglafirði, og teir hava vant millum lítið og einki í vikuni, men tað kann vera, at teir fara at royna í morgin. Súni Olsen, sum teir síðsta sunnudag spardu til unglingafinaluna, er sjálvskrivaður í morgin.
Hjá B36 noyðist venjarin Tomislav Sivic, sum herfyri skrivaði nýggjan tvey ára sáttmála við árstalsfelagið, helst at leggja gaggurnar á hillina restina av árinum, eftir at hann beklaði ógvusliga í dystinum móti NSÍ, og hann gongur framvegis við høkjum.
John Petersen hevur verið smáskaddur og hevur ikki vant, síðani hann kom aftur úr Noregi, men hann verður væntandi aftur í B36-álopinum móti sínum gomlu liðfeløgum úr Gøtu.
Russaraævintýrið
er liðugt
Klaksvíkingar siga í morgin farvæl á heimavølli fyri í ár. Um tað eisini verður endaligt farvæl til Jóannes Jakobsen í Klaksvík er ikki avgjørt. Venjaraspurningurin verður ikki avgreiddur fyrrenn kappingin verður liðug, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ.
Allan Joensen verður ikki við aftur í ár, men annars eru allir klaksvíkingarnir tøkir, eisini Pól Juul Vilhelmsen, sum var skaddur, tá HB vitjaði.
Á Toftum er venjaraspurningurin heldur ikki avgreiddur, men tað verður arbeitt við málinum. B68 hevur ofta staðið seg væl í Klaksvík, men tá KÍ vitjaði á grasinum á Svangaskarði fyrr í summar gekk illa hjá B68, sum tapti 5-1. Fróði Benjaminsen er leikbannaður hesa ferð. Oleif Joensen var skaddur seinast, men hann er við aftur.
B68 hevði fyrr í ár tveir russarar á liðnum, men teir eru ikki við longur. Eftir semju við B68 fór Andréy Stakhánov yvir aftur til Russlands fyri nøkrum vikum síðani, og Serghéy Kréksjin hevur bara spælt í 3. deild fleiri tær seinastu ferðirnar.
Sumbingar spæla
fyri sínum møguleika
Í Sumba hava tey ikki givið upp ondina enn, hóast tað hevur gingið illa í seinnu helvt av kappingini. Seinast fingu sumbingar eitt stig móti VB, og í løtuni liggja teir næstniðastir, men hava tveir sera torførar dystir eftir. Í morgin skulu teir í Gundadal, har uppgávan verður at fáa stig og kanska av tí sama forða nógv uppsetta HB í at vinna FM-heitið.
Eirikur Joensen fekk gula kortið í dystinum móti VB, og tað merkir, at hann er leikbannaður til dystin í morgin, men annars eru allir frá VB-dystinum tøkir.
HB er stórfavorittur at vinna í morgin, men til stuttleikar kunnu vit nevna, at HB ongantíð hevur fingið stig í 1. deildardysti móti Sumba í Gundadali.
Sumba hevur bert verið í 1. deild einaferð fyrr. Tað var í 1991, og í triðja umfari av kappingini spældu teir móti HB í Havn. Heimaliðið, sum árið fyri hevði vunnið føroyameistaraheitið, var eisini stórfavorittur tá, men Sumba vann dystin 3-1.