Jan Müller
Hann fer harafturímóti t at tosa um eitt breitt samstarvs á øllum økjum. Og hóast partamaðurin Óli Breckmann heldur vit eiga at seta norðmonnum ávís krøv afturfyri samvinnu á oljuøkinum ætlar løgmaður sær ikki út í nakran býtishandil
Talan er um eina sera fjølbroytta og breiða skrá, tá løgmaður mánamorgunin byrjar almennu vitjan sína í Noregi. Løgmaður skal umframt at hitta kong, eisini hava fundir við ikki færri enn fimm ráðharrar. Tað er tí greitt, at talan verður um at viðgera nógv ymisk aktuell mál millum Føroyar og Noreg.
Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at tað sær út til, at tað nú fer at verða gjørt meira ítøkiligt við samarbeiðið millum lond í Útnorði og her m.a. millum Føroyar og Noreg. Hann vísir á, at tað verða fleiri fundir í heyst millum londini, ið miðja móti tí sama - størri samvinnu.
Tað er einki dulsmál, at norðmenn vit at bjóða løgmanni á vitjan og skipa eina so rúgvusmikla skrá, ynskja størri samvinnu við føroyingar, og her er tað kanska serliga oljuvinnuna teir hava í huganum. Eisini tann sannroynd, at føroyskir politikarar nú vilja meiri sjálvstýri frá Danmark, ger helst, at Noreg sær nýggjar møguleikar fyri samvinnu við Føroyar, sum ikki hava verið troyttir á sama hátt áður. Eitt nú hevur norski forsætisráðharrin sagt seg ynskja størri samvinnu við føroyingar.
Ikki altíð gott
Tað er so heldur eingin loyna, at fleiri av floksfeløgunum hjá løgmanni hava funnist harðliga at norðmonnum, tí teir hava ikki verið nóg samstarvssinnaðir. Nú um dagarnar skrivaði formaður fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann í Dagblaðnum, at løgmaður eigur at vísa norðmonnum, at føroyingar eru ónøgdir við samvinnuna higartil, og at talan verður um ikki at nakað víðari samstarv á oljuøkinum, um ikki norðmenn eisini vísa samstarvsvilja á fiskivinnuøkinum. Hvørja viðmerking hevur løgmaður til hesi úttalilsi, nú hann er um at verða ferðabúgvin?
-Ein má nokk siga, at Føroyar hava ikki fingið serliga góðar sømdir frá norðmonnum, tá ein m.a. hyggur eftir, hvussu góðar sømdir vit hava fingið frá hini brøðratjóðini fyri vestan, Íslandi. Og tað verður tí eisini eitt mál, sum ein tekur upp í slíkum høpi.
Anfinn Kallsberg vísir tó avgjørt aftur, at hann ætlar at seta sum krav mótvegis norðmonnum, at vit skulu fáa fiskirættindi afturfyri, at norðmenn vera við í einum oljusamtarvi. -Tað vit eiga at fáa burtur úr hesum túrinum og víðari er eitt breitt samarbeiði á bæði fiskivinnu-, oljuvinnu- og so nógvum øðrum økjum. Tað verður hetta eg fari at leggja dent á undir fundunum í Oslo.
Løgmaður vísir á, at tað er á fiskaríøkinum, har teir mestu trupulleikarnir eru millum londini. -Vit síggja m.a., at vit verða skerdir við fiskidøgum við Svalbard oa. Tað fari eg eisini at taka upp og vísa á, at vit frá føroyskari síðu er ónøgdir við norsku støðuna í hesum og øðrum fiskivinnumálum.
Hann vísir á, at vit longu hava mótmælt tí avgerðini - uttan at vit tó hava fingið nakað afturljóð av nøkrum slag.
Selja og keypa!
Løgmaður vísir avgjørt aftur at tengja saman olju og fisk. -Eg ætli mær ikki inn í eitt tjak um at selja ?nøkur serrættindi? til norskar fyritøkur aftur fyri at keypa nøkur onnur fiskirættindi. Eg haldi, at man skal helst leggja upp til eitt forstáilsi og gott samarbeiði millum báðar partar, og tað skal vera galdandi á øllum økjum.
Uppá fyrispurning hví tað hevur verið so torført at fáa nóg góð viðurskifti millum londini bæði sigur løgmaður, at tað veit hann ikki. -Tað er sjálvandi tað, at norðmenn hava havt somu áhugamál sum vit, tá tað kemur til fiskiskap. Teir hava so sæð, at teir við at lata okkum rættindi, skulu taka tey frá sínum egnu. Men har hava vit so Ísland sum fyridømi, ið hevur verið heilt suverent: har tú fær fiskirættindi, sum eru einvegis. Hetta er veruligur brøðraandi, men eg haldi ikki vit - føroyingar og norðmenn - nú skulu leggja eftir hvørjum øðrum men heldur møtast sum norðurlendskar brøðratjóðir.
Løgmaður dylur ikki fyri, at hann hevði einki havt ímóti, at norðmenn vóru eins blíðir móti føroyingum sum íslendingar.
Um hesi ynski løgmans fara at ganga út vil bert tíðin vísa. Men hann hevur so eitt einastandandi høvi at gera vart við tey, nú hann skal hitta fleiri at teimum mest týðandi norsku ráðharrunum. Og okkurt kundi bent á, at tað fer at koma nakað burtur úr, nú tað eru norðmenn sjálvir, sum hava lagt upp til vitjanina og sagt seg vilja hava størri samstarv á eitt nú oljuøkinum.