Føroya Felag Móti Krabbameini varð stovnað 17. januar 1979 og hevur sostatt 20 ár á baki komandi ár. Í teirri fyrstu nevndini sótu Sanna Dahl Niclasen, Johannes Thomsen, Mogens Egholm, Kirsten Olsen, Marianna Jensen, Agnar á Dul, og Julianna Leonson.
Felagið er limur í Nordisk Cancer Union og samstarvið er gott millum norðurlendsku feløgini. Í sambandi við føðingardagin fyrst í komandi ári, fær felagið vitjan av aðalskrivarunum og formonnunum í norðurlendsku krabbameinsfeløgunum og tá verður skipað fyri nøkrum tiltøkum og eini ráðstevnu.
- Vit fáa nógvan íblástur frá hinum feløgunum. Ráðstevnan nú um dagarnar hevur verið hildin í hinum norðurlondunum. Tey eru sjálvandi nógv framman fyri okkum, tí tey hava størri orku at arbeiða við. Tey eru eisini lutvíst við at fíggja okkara virksemi, sigur Jákup Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini.
Samskifti
Í vár skipaði felagið fyri skeiði fyri læknum, har evnið var samskifti millum lækna og sjúkling. Ein serfrøðingur innan samskifti sum eisini er lækni helt skeiðið.
- Tað eru ofta trupulleikar í samskiftinum millum lækna og sjúkling. Tá ið tú fært eini ring boð er ringt at skilja, hvat verður sagt, tí tú fært ein skelk. Tí er so umráðandi, at tann sum gevur tær boðini - og tað er altíð læknin - sigur tað, soleiðis at tú skilir tað. Læknin hevur ikki lært samskifti í sínum læknalestri, men í dag verður hesin liðurin tikin meiri fram sum partur av lestrinum. Annars er tað individuelt, hvussu ein lækni er, summir duga betri at tosa við fólk, men teir sum ikki duga, mugu læra tað, sigur Jákup Olsen.
Farna árið hevur nógv verið skrivað í donsku fjølmiðlunum um samskifti ella vantandi samskifti millum lækna og sjúkling, tá ið tað snýr seg um at geva eini ring boð. Tað er serliga Dr. Kemp, á Center for Etik og Ret á Keypmannahavnar universiteti, sum hevur reist nakrar spurningar hesum viðvíkjandi. Kemp, sum sjálvur misti konuna fyri hálvum øðrum ári síðani av krabbameini, hevur sagt, at heilsuverkið, serliga læknarnir als ikki duga at bera sjúklinginum tey tungu boðini, sum tað altíð er at fáa at vita, at ein hevur krabbamein. Harði kritikkurin hevur ført við sær, at samskifti millum lækna og sjúkling í framtíðini fær ein størri lut í læknalestrinum.
Føroya Felag Móti Krabbameini ætlar at gera meiri við hesi viðurskifti. Felagið hevur skrivað til yvirlæknarnar, læknafelagið, og sjúkrasystrafelagið fyri at fáa tey at arbeiða víðari við evninum.
Bót til Bata
Í Føroya Felag Móti Krabbameini er ein bólkur við kvinnum, sum nevnir seg Bót til bata. Tað eru kvinnur, sum hava havt krabbamein í bróstinum. Í oktober hevur bólkurin 10 ár á baki. Virksemið hjá bólkinum er, at kvinnurnar eftir umbøn fara út til kvinnur, sum fáa krabbamein.
Núverandi nevndin í Føroya Felag Móti Krabbameini er Jákup Olsen, formaður, Agnar á Dul, Óli Jacobsen, Eliesar Olsen, Marjun Joensen, Helena Dahl Olesen, og Jónhild West.