greitt ímóti orðaljóðinum í RDK grein 4 (b) í samband við viðtøkuni av § 266 b, stk. 2 í revsilógini. Áðurnevndu flokkar úttalaðu, at: »tað ikki kann sigast nóg greitt, at vit í Danmark ikki vilja fara undir [...] di landið hevur ikki gjøgnumført avgerðunum í grein 4 (b) í sáttmálanum, og hevur ikki víst á, hvussu henda grein í virkisroynd (praksis) er sett í verk. Í tí sambandi er viðmerkt at millum 1982 og 89 [...] rættleiddi í hesum sambandi »sjálvbodnu nýtsluni av fyrivarninum í lóvgevingini viðvíkjand at oyða rasumismuni, ikki setur tí neyvu tvungnu orðingina í grein 4 b til viks...« CERD beit, í 1993 í ársfrágreiðingini
Í samband við endurreisingina av Viet Nam hevur Danida latið pening til endurbygging av infrastrukturinum í landinum. Høvuðsvegurin frá Hanoi í norði og heilt suður í Mekong oyruna skal endurnýggjast. [...] Viet Nam er at seta ferjurnar um Mekong ánna í stand. Talan er um 10 ferjur, sigur Kenneth Rasmussen. Tær eru í tveimum støddum. 200 tons og 100 tons. Tær eru gamlar, upp í 25 ár, og í rættiliga ringum [...] ferjurnar, sum sigla um ánna har suðuri í landinum. Og tað eru donsk virki, sum gera hetta arbeiði. Karstensen skipasmiðjan í Skagen stendur fyri øllum tí praktiska í samband við umvælingarnar av hesum ferjum
avtala gjørd við Jákup í Stórustovu í Havn um, at hann skal umboða norska felagið í Føroyum. Tá vit í gjár fingu fatur á Jákup í Stórustovu, váttaði hann, at so er. Síggja støðið í Føroyum Fyri fyrst kemur [...] fyri at síggja støðið í føroyskum fótbólti í mun til norskan og útlendskan fótbólt annars.. Trond Are Gjone ætlar sær til dystir í vikuskiftinum. Bæði í yngru deildunum leygardagin og í 1. deild sunnudagin [...] B36a og KÍ, sum verður í Gundadali. Lagt merki til úrslitini Fyrr í vikuni skrivaðu vit , at Julian Johnsson hevði verið í Italia og roynt seg í einum 1. deildarfelagi, og seinni í ár skal hann til Noregs
altíð, -í huganum- og fuglurin læt. Lívsvirðini, fyri óvitan í hvussu so lógu í ánni og í vatninum saman við leikfeløgunum, ið hugsaðu eins og eg sjálvur. Heimurin var ikki størri enn so, enn at í vatninum [...] hetta er ullin og lønsemið í henni. Hvør leitar í dag eftir lesull. Og valla er hon í mongum eygum neyvan verd ta olju ið fer til at brenna hana. Sjálvur er hann føddur mitt í fimtiárunum, men hann minnist [...] nøkta tørvin á at koma í samband við onnur fólk, tí tað er bara í felagsskapinum við menniskja, at vit uppliva medmenniskjansligheit. Sjálvandi hevði borið til at sett skerm upp í hvørjari kirkju, so kundi
verður sagt av Fiskirannsóknarstovuni. Í løtuni liggja eini 90 skip í írskum sjógvi. Men tað er bara ein partur av samlaða flotanum í Norðuratlantshavi. Sagt verður, at japanar og koreanar hava eini 160 [...] prógvað, at tað ber til at royna eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Fyri ikki so langari tíð síðan fóru tvey japansk línuskip undir royndir eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Við skipunum eru tveir føroyskir [...] nú royna í føroyskum sjógvi, royna við flotlínu suðuri á 6o stigum norður og vesturi á umleið sjey til níggju. Tað vil siga heilst suðuri móti markinum, sigur Fiskirannsóknarstovan. Tey seta eystur og
um eitt virkið hevur 1 mió. kr. í partapeningi, so kann Framtaksgrunnurin seta upp til hesa upphædd í virkið, uttan at verandi partaeigarar noyðast, at seta meira pening í. Tað eigur altíð at verða ansað [...] grunnsins verða valdir fyri 2 ár í senn, í staðin fyri sum nú 3 ár, og at nevndarlimir grunnsins ikki velja seg sjálvar í nevndina í teim fyritøkum, grunnurin ger íløgur í, men heldur velja onnur umboð fyri [...] Framtaksgrunnin í samband við, at Føroya Løgting skal taka støðu til eginpeningsviðurskiftini í grunninum. Ídnaðarfelagið metir, at Framtaksgrunnurin kann fáa ein týdningarmiklan leiklut í menningini av
við »Driv«. Sjálvsagt ber eisini til at gista á hotellinum í samband við tiltøkini. Gisting hesi kvøldini fæst fyri serprís, sigur Hotel Føroyar í tíðindaskrivi. [...] Nú heystið er komið og flest øll seta steikiristina frá sær, taka tey á Hotel Føroyum hana fram og grilla á opnari rist í matstovuni, hvørt leygarkvøld. Steikiristin verður nú klárgjørd og borðreitt verður
Hann vísir í hesum sambandi á grein, sum aðalskrivarin í Det norske lutherske Indremissonsselskap, Anfin Skaaheim, skrivar í kronikki í norska blaðnum Missionsvennen. Anfin Skaaheim ivast í, um tað yvirhøvur [...] Johannes Aagaard, professari í guðfrøði, segði um, at Torontorørslan eigur at ansa sær fyri Lívsins Orði. Bergur Debes Joensen vísir til tað, hann skrivar í oddagrein í seinasta Trúboðanum, sum kom út [...] á, at tað er greitt samband millum Trúarlæruna, ella Lívsins Orð, og Toronto-rørsluna. Toronto-fyribrigdini byrjaðu í januar 1994, meðan ein maður, nevndur Randy Clark, hevði møti í Toronto Airport samkomuni
ður í fíggjarmálum. Tá stríðið um dómarakanningina hæsaði av, vórðu vit sannførdir um, at vit í staðin skuldu hava eina serfrøðingakanning. Hendan nevndin skuldi so mannast, og var eg á fundi í løgmálaráðnum [...] formanni í rættarnevndini, Edmundi Joensen, løgmanni og Finn Norman Christensen, skrivstovustjóri í landsstýrinum. Fyri løgmálaráðið vóru Bjørn Westh, løgmálaráðharri, Michael Lunn og skrivstovustjórin í lø [...] tosaði í telefon og kom aftur við sínum persónligu notatum, og so greiddi hann frá ivamálunum, vit høvdu sett fram. Navnið Michael Rekling hevur ongantíð verið nevnt inni í fundarhøllini í landsstýrinum
skriva til guvernørin í Corboba í Argentina, har Marjun, maður hennara, Luis, og døturnar, Cecilia og Christina, búgva. Einstaklingar tóku beinanvegin upp samband við ættina í Føroyum, og síðani varð [...] sum vápnað rán, hóast tað í veruleikanum er politisk forfylging. Sjálv hava tey gjørt so nógv tey kunnu fyri at fáa málið umrøtt, og tey hava verið báði í bløðum og í sjónvarpi í Argentina. Somuleiðis hevur [...] hennara, sita enn fangað í Argentina aftanfyri læstar dyr og við politistum á varðahaldið kring húsini alt samdøgurið. Men síðani Sosialurin tók málið upp í blaðnum hósdagin, er nógv hent í málinum. Marjun Dahl