Bannið rasistum

Í kjalavørinum av, at Danmark og hópurin av øðrum vesturevropeiskum londum drála við at liva upp til ST-sáttmálan, um avtøku av øllum rasumismuni, kunnu nasistar og aðrir rasistar framvegis frítt breiða seg

 

Nøkulunda soleiðis ljóðar yvirskriftin onkrum av teimum donsku avísunum, meðan aðrar hava heilt øðrvísi sjónarmið. Kjakast verður nógv um nasismu og rasumismuni (RDK), tí fleiri lond framvegis loyva rasismu at breiða seg. ST sáttmálin, um avtøku av øllum rasumismuni, er bert partvís settur í gildi í donskum rætti.

Verksetingin í donskum rætti av RDK grein 4(b), ið snýr seg um at banna rasistiskum felagsskapum og at ólógliggera luttakarum í slíkum felagsskapum, er bert lutvíst sett í verk, ístaðin verður víst á § 78, stk. 2. Hetta brotið bannar einans teimum; »ið virka við ella royna at náa teirra mál við valdsnýtslu.« RDK grein 4 sigur harafturímóti at; Ólógliggera og banna felagsskapum eisini skipaðan og alt slag av upplýsings (propaganda) virksemi, ið fremur og tilskundar rasumismuni, harumframt at ólógliggerða luttakarum í slíkum felagsskapum ella virksemi.«

Sostatt er Danmark og onnur lond bundin at banna felagsskapum, ið eggja til rasumismun og ólóliggerða limunum/luttakarum í hesum felagsskapunum. Treytin er tí ikki at felagsskapurin skal eggja til valdsnýtslu áðrenn hann er ólógligur.


Rasistiskt nærvarp

Sæð í tí ljósi, tykist tað løgið at danski staturin hevur loyvt rasistiska felagsskapinum DSNB at hava nærvarp. Hetta heldur CERD ? Comittee on Elimination of Racial Discrimination undir ST, ið skal kanna at sáttmálin verður hildin ? verða undrunnarvert.

Danmark hevur uttan fyrivarni samtykt, at hesin ST sáttmáli skal setast í gildi, hetta bannar soleiðis allari rasismu í Danmark. Treyðugt so er DNSB framvegis ein lógligur felagsskapur í Danmark og partur av altjóða nasistiskum neti. Ígjøgnum telefonavís, útvarpi við almennum sendiloyvi, mótmælisgongum o.s.fr. verður rasistiski boðskapurin útbreiddur.


Frílynta Danmark

Higartil hevur frælsislynta Danmark ? bæði høgra ? og vinstrivongurin í fólkatinginum, ikki bannað slíkum virksemi. Helst er tað tí, at nasistisku felagsskapirnir hava fingið netadressu í Danmark og nýtur landið at knýta nasistisku felagsskapirnar tættari saman.

SF og Eindarlistin eru greitt ímóti orðaljóðinum í RDK grein 4 (b) í samband við viðtøkuni av § 266 b, stk. 2 í revsilógini.

Áðurnevndu flokkar úttalaðu, at: »tað ikki kann sigast nóg greitt, at vit í Danmark ikki vilja fara undir at banna flokkum.« Allir donsku flokkarnir høvdu annars áður hesa meginreglu.

Kjakið um at banna nasistiskum felagsskapum fór rættuliga í gongd, tá ið uppdagað var, at ein rúgva av brævbombum í Onglandi, høvdu avsendara hjá donskum nasistum.

Fjølmiðlarnir hava treyðugt so vent sær einvíst ímóti at banna flokkkum og eru stuðlaðir av fleiri kendum donskum løgfrøðingum.


»Reyður Ungdómur«

Leggjast kann afturat at tey, ið taka orðaljóðið í RDK grein 4 (b) í álvara ? tvs. við at krevja at banna nasistiskum felagsskapum ? av teirri orsøk verða sædd sum »antidemokratisk.« Tí fær t.d. ungmannafelagið »Reyður Ungdómur« ongan stuðul frá (DUF) »Dansk Ungdoms Fællesråd.« Peningurin DUF letur til ungmannafeløgini í Danmark kemur í høvuðsheitum frá tipstænastuni.

»Reyður Ungdómur« hevur í stevnuskránni, at felagsskapurin »krevur at banna nasismu. Tað veri seg, at hava nasistiskan hugburð, og annars ímóti øllum nasistiskum og rasistiskum felagsskapum.« Tí helt DUF at »Reyður Ungdómur« ikki viðurkennur rættindi tryggjað í grundlógini so sum atkvøðurættin og talu ? og skrivifrælsi. Treyðugt so, hevur kærunevndin hjá tipstænastuni, avvíst avgerð DUF, og givið »Reyða Ungdómi« stuðul av yvirskotinum hjá tipstænastuni.


1993 viðmælið

Sambært viðtøkuni hjá ST nevndini CERD General Recommendation XV frá marts 1993, kom fram, at nøkur limalond halda tað ikki passa seg at banna einum felagsskapi, áðrenn limirnir eru sekir í at tosa fyri rasumismuni.

CERD heldur at grein 4 (b) hevur tað við sær at slíkir statir eiga at fylgja betur við viðvíkjandi at rættarfylgja rasistiskum felagsskapum tíðiliga, ið og við at slíkir felagsskapir sigast ólógligir og bannaðir, og at luttaka í rasistiskum felagsskapum skal revsast.


Støða Noregs!

Kjakið millum CERD og nøkrum av limalondunum viðvíkjandi áðurnevndu grein gav í 1994 hesa niðurstøðu viðvíkjandi Norra:

»Undurskrivandi landið hevur ikki gjøgnumført avgerðunum í grein 4 (b) í sáttmálanum, og hevur ikki víst á, hvussu henda grein í virkisroynd (praksis) er sett í verk. Í tí sambandi er viðmerkt at millum 1982 og 89 vóru uml. 5000 møgulig lógarbrot sambært § 135 a í no. revsilógini meldaði til myndugleikarnar. (§ 135 a svarar til dk § 266 b) Sera fáir meldaðir tilburðir førdu til veruligar kanningar. Ásannast kann at støðan síðani 1989 ikki er batnað. Tað er keðiligt at viðkomandi statur ikki upplýsur um rættarstigini, ið tikin verða í hvørjum einstøkum føri.

Eisini áttu lokalu útvarpsstøðirnar, ið breiða hugskot sum sambært grein 4 a er bannað, at verið avlurtaðar. Eisini átti framferðarhátturin viðvíkjandi loyvum til at senda útvarp at verið broyttur.«

CERD legði harumframt herðslu á, at »paragraffirnar a og b eru tvungnar... Eisini verður viðmerkt at hesar av-gerðir enn ikki eru gjøgnumførdar í Noreg. Nevndin viðmælur at undirskrivandi staturin livur upp til alt hann hevur bundið seg til.«

RDK grein 2.1. (d) er soleiðis orðað; »Eitthvørt luttakandi land... skal tí við øllum nýtiligum miðlum, her eisini at lóggeva soleiðis sum viðurskiftini eru háttað, banna og støðga rasumismuni framd av einstaklingi, bólki og/ella felagsskapi.«


Tulking Svøríki

og Bretlands

Svøríki gjørdi, í 1987 í sjeyndu ársfrágreiðingini til CERD, vart við, at hvørt limaland sær sjálvt avgjørdi, hvussu umfatandi verksetingin av grein 4 (b) skuldi verða og hvussu átroðkandi hetta var.

CERD rættleiddi í hesum sambandi »sjálvbodnu nýtsluni av fyrivarninum í lóvgevingini viðvíkjand at oyða rasumismuni, ikki setur tí neyvu tvungnu orðingina í grein 4 b til viks...«

CERD beit, í 1993 í ársfrágreiðingini frá Englandi, merki í »at nevndin stúrur fyri, at undirskrivandi staturin ikki livur upp til grein 4, ið heilt einfalt krevur at samtykkja revsilóg. Við ikki at banna The British National Party og øðrum bólkum og felagsskapum, og framvegis at loyva hesum at forseta virksemi, hevur undirskrivandi staturin ikki gjøgnumført grein 4, ið jú krevur, at alt virksemi, ið eggjar rasuhatri og -mismuni, verður fordømt. Áður hevur nevndin umhugsa um ikki ? í ljósinum av vøkstri í fyribrigdum av rasistiskum hugskotum og ? hugaðum álopum ? avmarkandi tulkingin av grein 4 er í stríði við málinum hjá nevndini og endamálum hennara, og eisini ósambæriligt við Recomondation (viðmæli) XV nevndarinnar.«

Bretska stjórnin svaraði,«at banna bólkum so sum the British National Party fór at geva baksláttur og fólkið fór at geva tí stórri ans og stuðulin til hesar bólkar økist samsvarandi. Tí er tað í andsøgn til málið og endamálið hjá nevndini.«


Mogens Glistrup »sakin«

Hetta svar samsvarar tí, ið danski ríkissakførarin Asbjørn Jensen hevur ført fram viðvíkjandi »skaðaførinum.« Hesa grundgeving hevði ríkisákærin, tá ið hann ikki ákærdi Mogens Glistrup, sum í nærvarpssamrøðu í 1987, hevði tosað niðursetandi um persónar úr Miðeystri, ið búgva í Danmark. Hóast ákærumyndugleikin var samdur við teimum, sum høvdu meldað hetta, at úttalilsi Glistrup livdu upp til gerningsinnihaldið í § 266 í donsku revsilógini.


Vesturevropeiski viljin

Staðfestast kann, at í Vesturevropeiskum londum er vanligur og prinsipiellur illvilji fyri einum árinamiklum banni í tjóðarrætti mótvegis rasistiskum felagsskapum og mótvegis ólógliggerðing av at luttaka í slíkum felagsskapum. Hóast RDK grein 4 (b) treytar at banna slíkum.

Próvførsla statanna í hesum sambandi byggir á nevndarinnar »sum viðurskiftini kunnu krevja« fyrivarni. Hetta er viðvíkjandi talu-, skrivi-, samkomu og felagafrælsi samantvinna við ymiskum orðingum um skaðaárini, eitt forboð førur við sær. Og at hetta er júst ímóti endamáli RDK: At virka ímóti rasismu.

Frælsi fyri frælsisfíggindar.

ST-sáttmálin um at sleppa av við allari rasismu er sera víttfevnandi, tá ið hann í grein 4 (b) áleggur undirskrivandi statunum:

»at siga samskiparum, felagsskapum, og øllum øðrum, ið eggja til rasumismun, ólóglig at verða og banna hesum at virka, eisini at ólógliggerða limum/luttakarum í slíkum felagsskapum.«

Til tað stendur í donsku grundlógini § 78 stk. 1:

»borgara hava rætt at, uttan loyvi áðrenn, at stovna felagsskapir við einum og hvørjum lógligum endamáli.«

Spurningur er tó, er endamálið lógligt hjá nasistisku felagsskapunum?

§ 266, ið var nevnd í hinari greinini, sigur hetta:

»Tann, ið alment ella við vilja til víðari útbreiðslu, úttalar seg ella viðmerkur okkurt, har ein bólkur av persónum hóttist, háðast ella verður niðurgjørdur vegna húðarlit, ættarslag (rasu), tjóðar ? ella etniskan uppruna, trúgv ella kynsliga leið, revsast við bót, hefti ella fongsul upp í tvey ár«

Áðrenn hetta kann nýtast, skal ? sambært løgfrøðingum ? eitt veruligt, ávíst geringsinnihald verða tilstaðar. t.v.s. at onkur ítøkiliga skal hava framt okkurt, ið er brot á regluna. Ákærumyndugleikin skal útfrá »opportunitets« meginregluni, halda tað verða stríðið vert at fylgja sakini.

Henda revsilógin er ikki nóg mikið til, sum heild at banna og revsa rasistiskari felagsluttøku. Tað krevur eina nýggja og meir umfatandi heimild. § 78 stk 2 í grundlógini um at upploysa felagsskapum við dómi, »ið royna at náa málið við valdsnýtslu, eggjan til valdsnýtslu ella líknandi revsiverdum ávirkan av øðrvísi hugsandi« er eisini avmarkandi, sum eisini er komi fram í samband við, at roynt hevur verið at upploysa rokkarabólkar.

Spurningurin tykist tí verða, um danir hava vilja at seta ST ? reglurnar í gildi? Ella teir hava hug at avmarka frælsi hjá frælsis fíggindum?


Sonja Jógvansdóttir

týddi og partvíst umskrivaði.

Kelda: Information sept. 1997.