Japanarar tykjast hava prógvað, at tað ber til at royna eftir tunfiski í føroyskum sjógvi.
Fyri ikki so langari tíð síðan fóru tvey japansk línuskip undir royndir eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Við skipunum eru tveir føroyskir eygleiðarar frá Fiskirannsóknarstovuni.
Hesi bæði skipini, sum nú royna í føroyskum sjógvi, royna við flotlínu suðuri á 6o stigum norður og vesturi á umleið sjey til níggju. Tað vil siga heilst suðuri móti markinum, sigur Fiskirannsóknarstovan.
Tey seta eystur og vestur og eru eina fimm fjórðingar hvørt frá øðrum.
Fiskurin, tey fáa, er Bláfjarðaður tunfiskur, sum er dýrur fiskur.
Av Fiskirannsóknarstovuni verður sagt, at tað frættist frá bátum, sum fáa 69 krónur fyri kg. av frystum fiski.
Hesir báðir, sum føroyingarnir eru við, hava fingið millum tvey og trý tons í meðal um dagin, síðan teir byrjaðu.
Men tíðin, fiskurin er í føroyskum sjógvi, er stutt. Um hálvan oktober ella so kann roknast við, at hann er farin úr aftur føroyskum sjógvi.
Tað eru fleiri føroyingar, sum hava víst hesum fiskiskapinum rættiliga stóran áhuga. Og Fiskirannsóknarstovan hevur hildið samband við teir, sum kundu hugsað sær at farið undir hesa veiðu.
Føroyingar hava fyrr roynt hetta, men tað gekk ikki so væl. Tá bygdu vit skip og leitaðu víða suðuri í havi. Nú vísir tað seg, at tað er kanska ikki neyðugt at fara so langt, sum gjørt varð tá.
Fiskurin gýtir í Meðalhavinum tíðliga á sumri, og so fylgja skipini honum norður eftir, sum tey hava gjørt til nú, tey eru komin í føroyskan sjógv.
Men royndin er øgilig, verður sagt av Fiskirannsóknarstovuni.
Í løtuni liggja eini 90 skip í írskum sjógvi. Men tað er bara ein partur av samlaða flotanum í Norðuratlantshavi. Sagt verður, at japanar og koreanar hava eini 160 skip hvør á leiðini. Og eisini aðrir sum eitt nú taiwanesar eru við. Hesi skip sveima um allan knøttin, so tað kann væl fara at gerast trongligt hjá føroyingum, sum møguliga ætla sær upp í hesa vinnu.