Føroya Ídnaðarfelag vil hervið loyva sær at gera viðmerkingar til málið um Framtaksgrunnin í samband við, at Føroya Løgting skal taka støðu til eginpeningsviðurskiftini í grunninum.
Ídnaðarfelagið metir, at Framtaksgrunnurin kann fáa ein týdningarmiklan leiklut í menningini av føroyska vinnulívinum. Hetta krevur tó, at grunnurin verður umskipaður: Endamálið við grunninum skal broytast, og viðtøkurnar eiga at fylgja vanligu viðtøkunum fyri vinnurekandi grunnar.
Ein møguleiki fyri
vinnumenning
Í fyrstu atløgu eigur politiska viðgerðin at taka støði í, um Føroya Løgting vil varðveita grunnin ella avtaka hann, nú hann er blivin insolventur. Í aðru atløgu eigur viðgerðin at umfata viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, sum sambært viðtøkum grunnsins skulu endurskoðast ultimo 1997.
Um Framtaksgrunnurin verður tikin av førir hetta við sær, at partapeningur, sum Framtaksgrunnurin eigur í fyritøkum, fyrst og fremst fellur aftur í landskassan og danska ríkiskassan. Tískil verða íløgur fyri umleið 100 mió. kr. í føroysku vinnuni beinleiðis tjóðartiknar. Harumframt fer dansk ríkið at hava beinleiðis ávirkan á stóran part av føroysku flakavinnuni á landi og á størstu sølufyritøku í landinum.
Føroya Ídnaðarfelag tekur ikki undir við hesi loysn og mælir ístaðin til, at Føroya Løgting ber so í bandi, at Framtaksgrunnurin verður varðveittur sum føroyskur vinnumenningarstovnur við hartil hóskandi stovnsfæi, sum grunnurin í framtíðarvirksemi sínum hevur at halda seg til.
Avmarkaðir fíggingarmøguleikar
Ídnaðarfelagið metir, at føroyskur ídnaður, og vinna sum heild, hevur avmarkaðar fíggingarmøguleikar. Umframt peningastovnarnar eru fáir stovnar, hvørs endamál er at fíggja føroyska vinnu. Nevnast kann m.a., at hvørki Menningargrunnurin ella Ídnaðargrunnurin hava veitt vinnu-fígging seinastu mongu árini. Í Framtaksgrunninum eru framvegis upp ímóti 100 mió. kr., sum kunnu veitast sum partapeningur ella ábyrgdarlán til føroyska vinnu. Hesin fíggingarmøguleiki eigur tí at varðveitast og gagnnýtast.
Um Framtaksgrunnurin skal virka vinnumennandi er tó neyðugt, at viðtøkurnar verða endurskoðaðar við tí fyri eyga, at grunnurin í størri mun fer at virka allari føroyskari vinnu at frama.
Ein møgulig loysn
Í hesum sambandi loyvir Føroya Ídnaðarfelag sær at koma við uppskoti um, hvørjar viðtøkubroytingar, vit halda eru neyðugar.
Endamálsorðingin, grein 2 í viðtøkunum, verður broytt, so grunnurin hevur til endamáls undir marknaðarbúskaparligum treytum at gera íløgur í fyritøkur og verkætlanir. Grunnurin skal ikki eiga meirluta einsamallur, og grunnurin kann bera gera íløgur í feløg, har samlaði partapeningurin eftir íløguna verður í minsta lagi 500.000 kr.
Mangir virkiseigarar hava longu sett tann vágafúsa partapening, sum teir eru førir fyri, í verandi virkir. Ásannandi hetta eigur Framtaksgrunnurin ikki at seta sum treyt fyri eina íløgu, at privatur partapeningur verður samstundis settur í virkis samsvarandi íløguupphæddini hjá framtaksgrunninum. Sum dømi kann nevnast, at um eitt virkið hevur 1 mió. kr. í partapeningi, so kann Framtaksgrunnurin seta upp til hesa upphædd í virkið, uttan at verandi partaeigarar noyðast, at seta meira pening í. Tað eigur altíð at verða ansað eftir kravinum um, at grunnurin ikki skal eiga meirilutan einsamallur.
Ídnaðarfelagið metir, at tey undantøkini í grein 2, stk. 2, eiga at strikast. Ístaðin skal skoytast uppí grein, at í teimum fyritøkum, har Framtaksgrunnurin eigur meirilutan, skal grunnurin ikki vaksa um sínar íløgur.
Føroya Ídnaðarfelag metir eisini, at tá íløgur grunnsins skulu gerast á marknaðarbúskaparligum treytum, ber ikki til við politiskari íblandan av leiðslu grunnsins. Fyri at styrkja um álitið á leiðsluna er hugsandi, at nevndarlimir grunnsins verða valdir fyri 2 ár í senn, í staðin fyri sum nú 3 ár, og at nevndarlimir grunnsins ikki velja seg sjálvar í nevndina í teim fyritøkum, grunnurin ger íløgur í, men heldur velja onnur umboð fyri Framtaksgrunnin.
At enda fer Føroya Ídnaðarfelag at heita á at Føroya Løgting um at tryggja:
*at Framtaksgrunnurin við sínum íløgum á ongan hátt avlagar kapping millum føroyska vinnuvirki
*at Framtaksgrunnurin verður ein partur av tí vinnumenning, sum skal fram komandi árini.
Ídnaðarfelagið