Danida ráðgevi í Viet Nam

Kenneth Rasmussen av Skála hevur í summar verið í Viet Nam, har hann hevur arbeitt sum ráðgevi á eini skipasmiðju, sum umvælir ferjur fyri Danida pengar



Í samband við endurreisingina av Viet Nam hevur Danida latið pening til endurbygging av infrastrukturinum í landinum.

Høvuðsvegurin frá Hanoi í norði og heilt suður í Mekong oyruna skal endurnýggjast.

Ein partur av hesum vegi eru ferjurnar, sum sigla um ánna har suðuri í landinum. Og tað eru donsk virki, sum gera hetta arbeiði.

Karstensen skipasmiðjan í Skagen stendur fyri øllum tí praktiska í samband við umvælingarnar av hesum ferjum. Men tí elektriska, sum gerast skal, hava teir fólk frá El-Service á Skála at taka sær av.

Kenneth Rasmussen av Skála hevur verið tveir mánaðar í Viet Nam, har hann hevur loyst ein annan skálamann, Dan T. Hansen, av, meðan hann hevur verið heima og hildið frí.

»Tað vil siga,« sigur Kenneth Rasmussen, »at danirnir - og føroyingurin - eru bara ráðgevar, meðan vietnamesarar gera alt arbeiðið sjálvir.«

Samstarvið millum Karstensen skipasmiðjuna í Skagen og Elservice á Skála er fleiri ára gamalt. Tað byrjaði í 1992, sigur Kenneth Rasmussen.

Og væl man hava hilnast, tí teir hildu fram at samarbeiða. Og umframt hesa uppgávuna í Viet Nam nú, hava teir áður samstarvað um líknandi uppgávur í fleiri londum. Til dømis í Tanzania, Ghana, Malawi og nú í Cambodia umframt Viet Nam.

Men í Cambodia varð so ófriðaligt, at teir hava tikið seg aftur fyribils.


Ringur infrastrukturur

Ein fyritreyt fyri, at ídnaður kann mennast í einum landi er, at infrastruktururin er nýtiligur.

»Hann er rættiliga vánaligur Viet Nam, sum er,« sigur Kenneth Rasmusen.

Havnir vegir, og jarnbreytir eru í ringum standi. Sama skilið er við vatnveitingum og saniteru viðurskiftunum í býunum.

Sum sagt sigla ferjur um Mekong ánna. Tað er ein ordilig á, sum tað tekur eitt korter hjá ferjunum at sigla um.

Áin býtir seg sundur í níggju greinar á sjálvari oyruni, áðrennn hon rennur í havið. Um tvær av hesum greinum sigla ferjur.

Men roknað verður við, at um ár 2.002 verður brúgv gjørd um aðra av hesum greinunum.

Tað verður Australia, sum fer at standa fyri brúgvargerðini, sum verður eitt sama slag projekt, sum tað danska ferjuprojektið.

Onnur europeisk lond eru eisini við í vegaprojektinum, sum nú er í gongd.

Viet Nam er lítið útbúgvið land, og stórur tørvur er á útgerð, sum brúkast kann til hetta velduga arbeiðið, sum nú fer fram. So teir hava bara gjørt stutt av og hava bygt bæði betong- og skervvirki til tess at fáa til vega tilfar til vegagerðina.

Tað er umráðandi, at teir lokalu gera arbeiðið, men teir eru ógvuliga glaðir fyri hjálpina, teir fáa uttaneftir.

Danski parturin av útbyggingini av Viet Nam er at seta ferjurnar um Mekong ánna í stand.

Talan er um 10 ferjur, sigur Kenneth Rasmussen. Tær eru í tveimum støddum. 200 tons og 100 tons.

Tær eru gamlar, upp í 25 ár, og í rættiliga ringum standi.

Kenneth Rasmussen greiðir frá, at tvær eru liðugt umvældar. Og har var mestsum talan um um- ella kanska nýbygging. Alt varð skrætt innanúr, og í einari vóru heili 80 tons av stáli skift út.


Tvær skipasmiðjur

Tvær Skipasmiðjur eru í býnum Can Tho, har Kenneth hevur verið. Onnur er almenn, meðan hin er partvís privatiserað.

»Og tað merkist,« sigur Kenneth Rasmussen. »Tann hálvprivata gevur betri løn og fær eisini betri fólk.«

Kenneth Rasmussen sigur, at fólkið sum heild er illa útbúgvið, men tey eru kortini røsk at arbeiða.

Hann heldur ikki, at tey taka tað so tungt, um arbeiðið, tey gera, ikki sær so gott út. Bara tað virkar, sum brúkast skal, tykjast tey halda.

Og her er so poltitikkurin hjá Danida at koma inn og venja tey at arbeiða sum vit gera vestanfyri.

Og primitivt tykist tað vera, sum gjørt er áður, sigur Kenneth Rasmussen.

Sum elektrikari á Skála kennir hann til sjálvsøgd ting sum til dømis kaðalbakkar.

»Slíkt er púra ókent hjá teimum har eysturi,« sigur hann.

Ein av uppgávunum, ráðgevarnir hava, er at gera skráir til ferjumanningarnar, sum tey so skulu læra seg at arbeiða eftir.

Annars verða eisini tveir nýbygningar gjørdir. Tað eru tvær 200 tons ferjur, sum verða bygdar í Ho Chi Minh býnum, sum fyrr æt Saigon.

Hetta eru betraðar útgávur av teimum gomlu, sum sigla á Mekong ánni. Og møguleiki er fyri, at tað verða fleiri smíðaðar afturat.

Tann fyrsti nýbygningurin verður væntandi liðugur um hálvan september.

Kenneth sigur, at tað, tey hava gjørt har eysturi, er gjørt liðugt til ásetta tíð. Og tað merkist væl, sigur hann, at tey eru errin av tí, tey hava gjørt.


Fátækt fólk

Saman við Kennethi Rasmussen til Viet Nam fór eisini genta hansara, Rannvá Troest. Tey ferðaðust nakrar dagar har yviri, og hugdu at landinum.

Hóast Viet Nam er triðistørsti rísútflytari í øllum heiminumm, er rættiliga fátæksligt, sigur Kenneth. Ein meðalløn liggur um 35$ - umleið 240 krónur -um mánaðan.

Hungursmarkið er ein US $ - ella knappar sjey krónur - um dagin, so tað sigur seg sjálvt, at har er lítið avlop. Og meira enn helvtin av fólkinum livir undir hungursmarkinum, sigur Kenneth.

Í landinum búgva tilsamans 79 milliónir fólk. 3,5 milliónir fólk eru arbeiðsleys. Tað er umleið 10% av samlaðu arbeiðsmegini í landinum.

Illa er kríggið farið við Viet Nam. Men nú átti at verið lagað landinum ein rímulig framtíð. Og ikki færri enn 39% av landsins íbúgvum eru fólk undir 15 ár.

Býurin Can Tho, har Kenneth og Rannvá búðu, er størsti býurin í Mekong oyruni suðuri í landinum. Hann liggur umleið 140 km. sunnan fyri Ho Chi Minh býin.

Mekong oyran er ríkasta umráði í landinum. Har eru góð gróðrarlíkindi, og nógvur landbúnaður.

Landbúnaður og fiskivinna standa fyri 34,5% av landsins bruttotjóðarinntøku.

Viet Nam er kommunistiskt land, og beinanvegin, tá norðurveitnamesar høvdu vunnið kríggið, royndu teir seg við kollektivu landbúnaði eisini har suðuri.

Men tað gekk ikki, og longu í 1979 fóru teir undir at leiga jarðarbrúkini út. Og í veruleikanum fingu tey marknaðarbúskap við eini grundlógarbroyting í 1992.


Góð útbúgving

Heilsuverkið í landinum er væl útbygt. Har eru 2694 fólk til hvønn lækna. Nakað, sum vit kundu øvunda teimum her á okkara leiðum. Men hóast so er, eru sosialu viðurskiftini hjá fólkinum ikki serliga góð.

Kenneth Rasmussen sigur, at eitt tað fyrsta, ein leggur merki til, eru allir teir brekaðu seljararnir, sum ganga á vegum og umborð á ferjunum og selja alt millum Himmal og Jørð.

Tey hava funnið út av, at ferjurnar eru góður marknaður, tí har koma útlendingarnir, og so er at vera úti um seg. Stuðul fáa tey annars ongan, sigur Kenneth.

Eisini skúlagongdin er góð, sum vanligt er í kommunistiskum londum. 80% av fólkinum duga bæði at lesa og skriva.

Kenneth sigur, at tað var rættiliga stuttligt at síggja, at tey hava bókstavin ð í teirra alfabeti.

Vietnamesiska alfabetið hevur ikki tey asiatisku teknini, sum vit annars kenna úr Kina og Japan.

Tað kemst av, sigur Kenneth, at skriftmál teirra er gjørt av einum fronskum presti. Viet Nam var franskt hjáland heilt upp at okkara døgum.

Nevnast kann, at Heindrikkur prinsur er uppvaksin har eysturi.


Vónir til ferðafólkið

Hóast fólkið bæði dugir at lesa og skriva, eru kortini fá, sum duga enskt. Tað eru mest tey, sum arbeiddu fyri amerikanararnar, meðan teir vóru har.

Kenneth Rasmussen sigur, at fólkið er ógvuliga vinarligt og sera áhugað í útheiminum. Og teimum, sum klára seg við fremmandum máli, dámar væl at tosa við útlendingarnar, sum eru har yviri.

Viet Nam er 329.466 ferkilometrar til støddar. Heldur størri enn Italia.

Tað er eyðsýnt, at teir seta vónir til, at ferðavinnan fer at geva teimum nakað av inntøku komandi árini.

Og hon er longu vaksandi. Sum er koma umleið 400.000 ferðafólk árliga til Viet Nam, men tey rokna við, at innan ár 2.000 verður talið uppi á tveimum milliónum.

Veðurlagið er heitt. Úr 20 upp í 34 stig, er vanligt. Í Ho Chi Minh býnum er meðalhitin alt árið 27 stig.

Og fólkið er ótrúliga blítt og fryntligt, sigur Kenneth Rasmussen.