Nú heystið er komið og flest øll seta steikiristina frá sær, taka tey á Hotel Føroyum hana fram og grilla á opnari rist í matstovuni, hvørt leygarkvøld.
Steikiristin verður nú klárgjørd og borðreitt verður við stórum steikarborði, fyrstu ferð leygarkvøldið 27. september.
Kokkurin matger á opnari rist, har møguleiki er at velja ímillum ymiskar búffar, fisk, lambskjøt ella svínakjøt til høvuðsrætt. Til forrætt og omaná er eisini nógv gott at velja ímillum, so okkurt er til hvønn góma.
Fyrsta leygarkvøldið við stóra steikarborðinum, verður skipað fyri dansi við »Driv«.
Sjálvsagt ber eisini til at gista á hotellinum í samband við tiltøkini. Gisting hesi kvøldini fæst fyri serprís, sigur Hotel Føroyar í tíðindaskrivi.









