upphædd úr grunninum. Hetta er ein einføld skipan at umsita. Hon er bæði løtt og bílig at umsita. Og tí kunnu vit staðfesta, at longu nú, so fá ár eftir at skipanin fór at virka, er útgjaldið 500 kr. til [...] Lurtarin segði, at í Danmark verður ATP lagt út til »Alle Tiders Pjat«, og komst hetta av, at útgjaldið úr grunninum er so látúrliga lítið. Í hesum sambandi skal eg gera vart við, at danska skipanin ikki [...] samhaldsføst í sama mun, sum tann føroyska. Danska ATP-skipanin minnir meira um eftirlønartryggingaruppskotið hjá fólkaflokkinum enn um okkara samhaldsfasta. Eg haldi tað verða neyðugt at greiða eitt sindur
hug at tosa um hetta. Eg haldi ikki, at teir gomlu menninir kendu seg at hava ábyrgd av krígnum. Teir søgdu bara, at tað var Hitler, sum hevði øst fólkið, og tað harmaði teir nógv. Hampa fólk - Eg vil [...] sum deildu okkum fyri, at vit fóru umborð at læra týskararnar at flekja og salta og harvið læra teir upp til at gerast okkara kappingarneytar. Men eg veit ikki, tað var so skjótt, at flekimaskinurnar komu [...] matin í. Skamtaði maturin var ein lítil pakki av sukri, ein pylsuendi og kanska ein dós av onkrum, og hetta skuldi vara í fýra dagar. - Tá ráddi so sanniliga um at duga at halda hús, sigur Meinhardt. Altíð
og átti av røttum at verið positivt. At stórir mótsetningar eru innan felagsskapin, nýtist ikki at vera ein bági, men kann eins væl verða eitt virði í sjálvm sær. - Eg hugsi eisini, at hetta kann førast [...] Tað ger Fólkatingið meira stírvið og keðiligt. - Í fyrstuni var eg í tinginum hvørja ferð, og har lærdi eg málið, men nú hyggi eg at dagsskránni, áðrenn eg fari í tingið. Tað er ofta áhugavert at vera [...] felagsskapinum. Eg skilji føroysku fólkasálina betur nú - Heldur tú, at tú hevur lært føroysku fólkasálina at kenna? - Tað dugi eg ikki at siga, men við árunum, hendir tað ikki so ofta, at eg verði bilsin
Javnaðarflokkinum, sum vil verja ríkisfelagsskapin. ? Eg haldi, at løgmaður átti at havt nóg mikið at gjørt við at fingið frið og ró í egnum flokki, enn at fara at kyrra í øðrum flokkum. Prógv um brek í heimas [...] formaður fyri ein annan flokk, og sum í løtuni er løgmaður og sum møguliga skal út í samgongusamráðingar aftan á eitt val - at siga, at ein flokkur er óálítandi? ? Eitt er, at tú ikki ert samdur við ein annan [...] Tað er heilt einastandandi, at vit skulu hava ein løgmann, sum dugir so illa at skilja ein vanligan blaðtekst. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eftir at hava lisið tað, sum Edmund
.« Niðurstøða Eg var, sum eg nevndi í byrjanini rættuliga paff eftir at hava lisið skaldsøguna. Hon er góð, stuttlig og øðrvísi, kanska eitt sindur langdrigin av og á. Noyðist áðrenn eg fari víðari skoyta [...] søguni. Havi hug at enda við einum broti úr søguni og verður tað, tá Oskar hevði funnið ein deyðan nýføðing í kloakkini. »? Hygg at hesum unganum, teskaði hann. Eftir røttum átti tú at ligið við tey heitu [...] Kulturfond at veita Jóanesi stuðul í 3 ár, so nú hevur hann skriva burturav. Bókin sum heild Tað fyrsta, ið rann mær til hugs er ein heldur løgin skaldsøga. Hon víkur í øllum føri rættuliga nógv frá tí eg væntaði
tað er bara so, at barnaárini eru ein so rík kelda, at eingin samsvarandi finst. Svikið Ein stillur humor finst í »Hanarnir gala«, har ein studentaskúlanæmingur á miðjari nátt fer at vitja gentu, tí sum [...] brigdi av einum ynski og eini vón um, at ein øðrvísi tilvera má finnast. At tað má bera til at liva uttan at gerast partur av einum meldri av ákoyrandi slúkni ella at ana, krógvaður til viks frá tilverunnar [...] gentan, hvat hann ætlar sær at lesa, og tað hevur hann sjálvandi ikki hómingin av, men okkurt skal hann siga: »_Eg ætli mær at lesa verkfrøði, segði eg, fastur á málinum. Mær dámar at gera eitt arbeiði, har
í seinastuni vísa, at ein leggur størri dent á at behalda ein landsstýrismann enn at útinna tað verk, ein hevur ætlað sær. Verður tað so, at ein møgulig samgonga kanska heldur enn at fáa eina breiða politiska [...] fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi. Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt at byrja [...] 46 greinar. -Eg haldi, at hetta uppskotið er í so nógv av eini fullmaktslóg, og eg kundi hugsað mær, at tann nevndin, sum fær málið til viðgerðar fer at taka støðu til, um vit ikki eiga at stramma okkurt
gjørt fyri limir sínar í FA, og at hennara einasta dygd var at brúka munn sín. Um Óla Jacobsen havi eg hug at siga, at hann man vera ein tann størsti pragmatikari og tí eisini opportunistur sum í hesum landi [...] hvat. Men eg haldi, at Óli Jacobsen fór út um øll sømilig mørk, og var tað hann segði ein jánkaslig roynd at fjala út yvir egna avmakt. Óli Jacobsen ákærdi Ingeborg Vinther fyri als einki at hava gjørt [...] skattað, so rokni eg við, at vit høvdu havt ráð til at sett skattaprosentið nakað niður. Og vit høvdu tá havt eitt meira reint og liviligt samfelag. Og eg haldi tað er fantastiskt at Óli Jacobsen og Óli
Skattalættin fer óivað at virka tann vegin, at fiskimenn fara at flyta heim - og at summir av teimum, sum ætlaðu sær at flyta, verða verandi. Men í hvussu stóran mun er ilt at siga. Men at veita fleiri skattalættar [...] hedur tátta í enn at slaka Sigurd Poulsen sigur, at sjálvur skattalættin er ein slaking í fíggjarpolitikkinum ?Og eg haldi ikki, at tað er rætt at slaka nú. Sigurd Poulsen sigur, at vøksturin í búskapinum [...] heldur enn at slaka, átti landsstýrið at tátta í. Ikki nógv, men eitt sindur, so at vøksturin bleiv tálmaður. Hann sigur, at vansin við at búskapurin veksur so nógv, er, at vit kunnu verða noydd at seta tálmandi
ógvuliga trupult við at gera, men sum eg mátti læra, tá eg kom til Danmarkar. Eg havi gjørt tað spakuliga, og eg haldi sjálv, at eg havi gjørt tað trygt. Trupulleikin er, at tað er ringt at menna seg í einum [...] eri føroyingur, og at eg eisini eri før fyri at klára meg? Tað veit eg, at vit kunnu, um viljin er har. Tað krevur nógva megi, men eg haldi, at tað er vert at royna. Eg gjørdi tað, og tað er gingið framá [...] tað plagar at vera aðrar tíðir. Eftir hvat eg havi skilt, haldi eg, at tað fara fram ov nógv mentanartiltøk í senn. Tað er so tað, sum eg haldi. Eg kann ikki lata vera við at gera mínar egnu metingar. Í