Í 1950-árunum vóru rakár í Føroyum, og byrjanin til rakárini var sum í 1990-árunum. Í 1952 fór Sjóvinnubankin av knóranum, og alt steðgaði upp. Men tá var einki, sum æt arbeiðsloysisstuðul, og nógv vita frá teimum árunum at siga frá arbeiðsloysi og ikki at eiga mat í munnin.
Tí fóru fleiri av landinum at arbeiða, og mangur maður fór at sigla við útlendskum skipum.
Jákup á Dul, ella Jákup Jensen, sum hann nevndist tá, umboðaði fleiri týks reiðarí. Hann hevði arbeitt í Týsklandi fyri kríggið sum umboðsmaður fyri eina danska fyritøku og tosaði tí væl týskt.
Eina ferðina fyrst í fimtiárunum var Jákup saman við brórðuri sínum Páll ein túr í Týsklandi og vitjaði, og tá vóru teir og vitjaðu okkurt av reiðarínum, har týskararnir gramdu seg um, at teimum vantaði fólk til bátarnar.
Kom væl við
Tað kom væl við hjá mongum, tá Jákup á Dul mitt í 1950-árunum vegna nøkur týsk reiðarí søkti eftir monnum at fara sum flekjarar við týskum trolarum.Ikki stóð á at fáa fólk, tí her var einki arbeiði at fáa.
Millum 200 og 300 føroyingar tóku av og bjargaðu sær harvið rættiliga góða inntøku.
Ein teirra, sum sigldi við týskarum, var Meinhardt Højgaard úr Saltangará, og hann var í 10 ár á rað við týskum trolarum.
Tað byrjaði ikki av álvara fyrr enn í 1956, men í 1954 var Meinhardt Højgaard tó sjálvur annar við einum týskum báti. Jákup á Dul bað teir fara, tað var feskfiskur, og teir fingu 400 krónur fyri túrin, sum vardi i 10 dagar.
Góð inntøka
Hetta var sera gott, tí minstalønin, sum kom aftaná stóra fiskimannaverkfallið var bara 500 krónur um mánaðin.
Fyrsta túrin, sum Meinhardt var við týskum trolara, fóru teir yvir til Íslands at fiska upsa.
Upsin fór allur í dósir og seldur undir heitinum seelacks.
Føroyingarnir skuldu salta og flekja, og teimum varð álagt at taka alt beinið úr fiskinum.
Ikki fingu teir neyðuga svøvnin. Nakað áðrenn skipið nærkaðist fiskileið í Íslandi, kom stýrimaðurin og bað teir tørna inn, tí tá teir fóru at fiska, kundi eingin vita, hvussu fór at verða við svøvni. Tað skuldi eitast fyri, at vaktin var 12 tímar og seks tímar frí, men tá saman um kom, arbeiddu teir í fimm tímar og høvdu fimm tímar frí. Tað var mangan hart.
- Har var so fult av upsa, og tað gingu bara nakrir fáir tímar, so var dekkið fult av fiski, sigur Meinhardt. Tað var fleiri tíma arbeiði, so teir mundu mist mótið um nakrantíð at sleppa at sova.
Týskt dugdi eingin teirra, men so hoyrdu teir manningina tosa um ?maschinkaput?, og tað var ikki til at misskilja.
Orsakað av maskinskaðanum fóru teir inn á Pátriksfjørðin, men reimin var so illa farin, at skiparin valdi at sigla heim.
Gamal trolari
So fór Meinhardt við trolaranum Henry Everling, sum var ein gamal trolari og als ikki innrættaður til saltfisk.
Har frammi var gjørt eitt koyggjukamar til átta mans, við kolkomfýri og ljósi. Tað var ógvuliga primitivt, men nógvar ferðir betri enn tað, sum føroyingar vóru vanir við umborð á sluppunum.
Átta føroyingar vóru við og nakrir og tjúgu týskarar. Meinhardt var formaður umborð øll árini men ikki fyrsta árið. Teir fiskaðu í Grønlandi.
Meinhardt minnist, at tá skipið kom á Havnina, stóð Jákup á Dul, sum var ein stak fittur maður, sjálvur og tók ímóti.
Tað var føst hýra 1200 krónur um mánaðin, og tað vóru nógvir pengar tá. Tey avvarðandi fingu 1000 krónur í forskoti. Menninir fingu eisini einar handkar og eina svintu, tað stóð í sáttmálanum.
- Formaðurin fekk haraftrat 10 krónur eyka um dagin, og tað kom væl við, tí harvð kom eg upp á 1500 krónur um mánaðin.
Maturin skamtaður
Umborð fekk hvør teirra eitt lítið skáp, sum mundi vera 20x20 cm, til at goyma knív, gaffil, skeið, krúss og skamtaða matin í.
Skamtaði maturin var ein lítil pakki av sukri, ein pylsuendi og kanska ein dós av onkrum, og hetta skuldi vara í fýra dagar.
- Tá ráddi so sanniliga um at duga at halda hús, sigur Meinhardt.
Altíð suppu
Um morgunin fingu teir stoktan kongafisk, og so fingu teir kókaðan saltaðan grís, epli og nógv grønmeti og suppu til døgurða. Til nátturða fingu teir eisini altíð heitan mat. Suppa var til hvørja máltíð. Eitt evarska lítið petti av kjøti var til hvønn.
Kosturin var eitt sindur betri sunnudagar. Tá fingu teir egg og flesk um morgunin, og stoktan høsnarunga á middegi, men teir vóru fýra menn um hvønn høsnarunga, so tað var eingin búrmáltíð.
- Teir høvdu so lítið av provianti.
Sunnukvøldsmaturin var ikki øðrvísi enn hini kvøldini.
Her kann verða skoytt uppí, at tá vóru nógvir føroyingar, sum ikki ótu høsn, og grønmeti vóru teir ikki vanir við. Týskarar høvdu aðrar matvanar. Nøgdin, teir fingu umborð, var útroknað eftir, hvat ein maður skuldi hava av kalorium.
Svanligar nætur
- Vit ótu nátturða klokkan sjey um kvøldið og fingu so einki aftur fyrr enn klokkan sjey næsta morgun. Tað var mangan svangligt, tá vit arbeiddu.
- Einaferð vit vóru í Føroyingahavnini, gramdu føroyingarnir har seg um, at teir ikki áttu fisk. Fisk lótu vit teir fáa og fingu afturfyri spik, sum vit so turkaðu og ótu umborð um náttina.
- Men so eina náttina kom ein týskari og vildi smakka. Spikið dámdi honum, og hann at fortelja hinum. Áðrenn vit vistu av, høvdu teir stolið alt spikið frá okkum.
- Vit funnu so uppá at steikja kjálkar um náttina, og tað dámdi øllum, serliga skiparanum.
Køld eygu, men eit menniskja kortini
Meinhardt minnist ógvuliga væl skiparan tey fyrstu árini. Hann nevndist Blutan og hevði verið offiserur í marinuni undir krígnum og var ógvuliga strangur.
- Hann hevði slík køld eygu, men tá eg kom at kenna hann nærri, vísti tað seg, at hann hevði eisini eitt hjarta. Vit sigldu saman í sjey ár, sigur Meinhardt, sum bara hevur gott at bera týskarunum, hann sigldi saman við.
Bara gamir menn yvirlivdu
Tey fyrstu fýra árini vóru allir týskararnir umborð gamlir menn, tí tað var einki til av ungum monnum í Týsklandi eftir kríggið. Allir teir ungu fullu í krígnum.
Meinhardt minnist, at umborð fingu teir at síggja sonevndar lesimappur við tíðindum úr Týsklandi. Alt var um konur, tí tað vóru eingir menn.
- Ikki ein einasti av manningini segði seg vera nazist. Tvørturímóti tosaðu teir um, hvusu skeivt alt hevði verið, og hvussu bangnir teir høvdu verið, tá tað frættist, at Amerika legði upp í kríggið. Teir høvdu allir verið í krígnum, og allir vóru merktir av tí. Teir tosaðu um, hvussu nógv fólk land teirra hevði mist, og vit fortaldu eisini. Teir harmaðust og høvdu lítlan hug at tosa um hetta. Eg haldi ikki, at teir gomlu menninir kendu seg at hava ábyrgd av krígnum. Teir søgdu bara, at tað var Hitler, sum hevði øst fólkið, og tað harmaði teir nógv.
Hampa fólk
- Eg vil siga, at menninir vóru óalmindiliga fittir og líktust ikki sørt føroyingum. Prátið var eisini tað sama.
Sum nevnt dugdi eingin av føroyingunum týskt, tá teir fóru umborð, men væl gekk at gera seg forstáiligan, og skjótt komu teir eftir tí týska.
- Í mun til onnur mál er týskt ikki tað torførast at læra, ljóðini ger tað, og so líkist tað í nógvar mátar týskum. Eftir einum mánaði saman við teimum, so kláraðu vit okkum.
Áðrenn føroyingarnir kundu mynstra, skuldu teir hava nýggja læknaváttan, og teir skuldu vera vaksineraðir, tí møguliga skuldi skipið suðureftir at selja.
Strævið lív
Meinhardt sigur, at tað var strævið lív at vera flekjari hjá teimum, tí tað var so nógvur fiskur, og týskararnir dugdu ikki at flekja. Teir royndu sjáldan meira enn ein mánað, so var skipið fult.
Men aftaná 14 dagar í Grønlandi plagdu teir at fara inn í Føroyingahavnina, har teir fingu post, og so var lagið betri aftur.
- Tað var fyri okkum altíð ein stórur dagur, tí tá vistu vit, at vit fingu post, kleynur, køkur og annað gott. Og so at frætta tíðindi.
So komu boð um, at skipið skuldi til Portugals at selja. Føroyingunum stóð í boði at verða settir av í Føroyum, men teir vildu gjarna við til Portugals at land, tí har høvdu teir ikki verið áður. Tvær ferðir var Meinhardt við í Lissabon, og teir vóru eisini aðrastaðni í Portugal og í Týsklandi og landaðu.
Meinhardt minnist væl, hvussu tað var fyrstu ferð at koma til Portugals.
Sum eitt ævintýr
- Vit fóru frá øllum ístykkjunum í Grønlandi, suður í hitan, sigldu inn á heitu Biskaja-víkina, og langt áðrenn vit komu at landi, kendu vit angan av trøum og rósum. Tá vit nærkaðust landi, sóu vit allar pálmarnar. Tað var sum eitt ævintýr.
Men seint gekk at landa í Lissabon. Fólkið var trælkað undir Salazar, tey vóru fátøk, vóru rivin og skrødd og høvdu ikki so frægt sum hosur upp á beinini.
Føroyingarnir gjørdu fleiri útferðir, meðan teir lógu í Lissabon, men teir høvdu ilt við at tola summarhitan, sum var teimum so ókendur.
Í Lissabon lógu teir í átta dagar, tóku salt og olju og fóru so aftur til Grønlands.
Onkran túrin tá teir høvdu verið í Lissabon og landað, fór skipið heim til Bremerhaven, og føroyingarnir vórðu so sendir heim haðani.
Einaferð var minnist eina ringa løtu, einaferð teir løgdu at í Bremerhaven. Týskararnir høvdu verið heimanifrá í fýra mánaðir og allir gleddu seg til at koma heim aftur til gentuna ella konuna.
- Men so vóru onkrir, sum gentur teirra ikki komu at taka ímóti. Meðan teir høvdu verið burturi, høvdu tær funnið onkran annan, og tá var ringt lag á monnunum.
Í Týsklandi var ikki tað stóra útboðið av monnum, men tey árini streymaðu aðrar tjóðir inn í Týskalnd at byggja landið upp aftur.
Maria tók ímóti
Fleiri stuttligar søgur veit Meinhardt frá siglingartíðini við týskarunum.
Ein túrin var ein nygiftur maður við, og kona hansara skuldi hava smá. Hesin komandi pápin gjørdi seg til reiðar til, at telegrammið skuldi koma um, at konan hevði átt. Hann hevði bæði keypt vín, brennivín og góðgæti, tí hann ætlaði tað heilt stóra ballið.
Men tíðin gekk, og har kom einki telegramm.
Maðurin fánaði meira og meira, einki var um hann, og ein dagin legðist hann bara í koyggjuna.
Hinir umborð tosaðu um, at her mátti okkurt gerast, og telegrafisturin skrivaði so eitt telegramm, ið teir handaðu manninum. Á telegramminum stóð: Alt í lagi. Maria og antennan.
- Maðurin leyp upp úr koyggjuni, flaggið varð vundið á stong, og alt at ballast. Kokkurin gjørdi so góðan mat, sum hann nú einaferð dugdi, og gloymt varð alt um skamtan.
Hinir menninir umborð noyddust komandi dagarnar bara at halda ondini, men tað gingu seks dagar, og har kom einki telegramm.
So sigldu teir heim til Týsklands at landa.
- Og tá vit so løgdu at, stóð Maria har so fitt og rund og tók ímóti.
Skiparin noyddist so at geva bæði Mariu og manninum eina frágreiðing, og maðurin fyrigav og segði, at hann hevði ikki havt betri dag umborð, enn tá hann fekk telegrammið.
Fekk høvdini aftur
- Skiparin kundi vera sjáldsamur. Eina ferðina vit høvdu fiskað so væl, at dekkið var fult. Seks tons vóru á dekkinum. Skiparin kom og bað okkum tøma dekkið. Tað var so nógvur fiskur, at vit vistu ikki annað at gera enn at tveita høvdini fyri borð. Nú einaferð kemur hann og spyr, hvar høvdini eru. Eingin svaraði.
Tá teir høvdu arbeitt allan fiskin, varð trolið tveir dagar seinni koyrt út aftur. Og tá teir so fóru aftur at draga var trolið óvanliga tungt.
- Í trolinum var bara ein smáfiskur, men trolið var annars fult av høvdunum, og soleiðis fekk skiparin høvdini aftur. Tað var løgið.
Kappaðust
Týsku trolararnir kappaðust sínamillum um at fiska mest og vildu ikki siga hvørjum øðrum frá, tá ið teir bóru við fisk.
Ein dag boðaði størsti kappingarneytin frá, at føroyingar royndu á somu leið.
- Tá gav skiparin mær boð um at siga føroyingum frá, at har ar fiskur at fáa, so in týskarin ikki fekk ov nógv. Nakað seinni gramdi hin seg um, at har ikki var livandi fyri føroyingum og portugisum. Tað dámdi okkara skipara.
Samstundis noktaði skiparin føroyingunum umborð á týska trolaranum at siga føroyskum skipum frá, tá teir sjálvir fiskaðu væl. Men tað gjørdu teir kortini við at brúka onnur orð, tá tá teir tosaðu saman yvir sendaran.
Tá føroyingar mitt í 60-árunum sjálvir fingu fleiri skip, doyði tað burtur at fara við týskum trolarum. Tað bleiv eisini liviligari í Føroyum. 1965 var seinasta árið hjá Meinhardt á týskum skipsdekki.
Arbeiddu skjótt
Eitt tað sinasta árið var hann við flakatrolaranum Mellum. Stórfyritøkan Øtker átti reiðaríið. Skipinum vantaði ein mann, so Meinhardt var einasti føroyingur umborð.
Skipið hevði fingið nakað av fólki frá einum týskum flakavirki.
- Eg helt meg arbeiða skjótt, men teir vóru tvær ferðir so kvikir sum eg. Tá var eiki, sum æt tímaløn í Týsklandi. Teir fingu løn eftir, hvussu nógv teir skóru.
Tað varð ikki líka væl dámt av øllum í Føroyum, at føroyingar fóru við týskum trolarum - bara 10 ár eftir, at annar heimsbardagi var av.
- Tá vit bara fóru tveir avstað, var konan bangin fyri, at týskararnir ikki fóru at tíma at koma aftur til Føroya við okkum.
Mótstøða
- Tað var so eitt, men tað vóru eisini nógv, sum deildu okkum fyri, at vit fóru umborð at læra týskararnar at flekja og salta og harvið læra teir upp til at gerast okkara kappingarneytar. Men eg veit ikki, tað var so skjótt, at flekimaskinurnar komu, og føroyingar fingu eisini flekimaskinur.
Meinhardt sigur eisini, at fleiri politikarar høvdu nógv ímóti, at teir fóru við týskum trolarum. Hann minnist serliga ein politikara, sum deildi seg fyri tað.
- Eg havi bara gott at ba týskarunum, og fyri meg vóru tað 10 góð ár, sigur Meinhardt.