Løgmaður sigur ósatt

? Vit duga at síggja tað neyðuga í at gera broytingar í heimastýrislógini, men tað er ikki tað sama sum at vilja úr ríkisfelagsskapinum. Tað er tí sera harmuligt, at landsins hægsti politikari ikki dugir at lesa ein púra vanligan avístekst og skilja, hvat stendur í honum, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til Edmund Joensen

? Tað er heilt einastandandi, at vit skulu hava ein løgmann, sum dugir so illa at skilja ein vanligan blaðtekst.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eftir at hava lisið tað, sum Edmund Joensen sigur við Dimmalætting um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at broyta heimastýrislógina.

? Viðmerkingin hjá Edmund Joensen er full av lygnum, pástandum og reingingum.

Løgmaður sigur í viðtalinum við Dimmalætting, at Sambandsflokkurin nú er einsamallur um at verja ríkisfelagsskapin.

? Tað, sum vit ítøkjuliga hava sagt er, at so leingi annað ikki er fyriskipað í hesi lógini, so eru vit í ríkisfelagsskapi við Danmark, og tað merkir, at Javnaðarflokkurin heldur fast við ríkisfelagsskapin - og tí kann Sambandsflokkurin ikki verða einsamallur um at verja ríkisfelagsskapin, sigur Jóannes Eidesgaard.


Kennir ikki mun á

? Men tað harmuliga er, at tað tykist, sum um løgmaður blandar saman ríkisfelagsskapin og heimastýrislógina, men tað er nú ikki eitt og tað sama. At gera broytingar í heimastýrislógini, tað er ikki tað sama sum at vilja úr ríkisfelagsskapinum - vit duga at síggja, at tað er neyðugt at gera broytingar, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at løgmaður tilvitað blandar tingini saman.

Løgmaður sigur, at »við uppskoti sínum um ata loysa Føroyar frá Danmark í sambandi við eina sjálvstýrislóg í staðin fyri galdandi heimastýislóg, ger Javnaðarflokkurin seg óneyðugan í føroyskum politikki.«


Løgmaður er

ikki rætti dómarin

? Javnaðarflokkurin hevur ongantíð tosað um at loysa Føroyar frá Danmark. Javnaðarflokkurin hevur tosað um at endurskoða og at endurnýggja heimastýrislógina við eini lóg, sum rúmar øðrum tingum, enn heimastýrislógin ger. Tað passar ikki, tí Javnaðarflokkurin er ikki fyri loysing, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Løgmaður skal nú heldur ikki døma um, hvørt Javnaðarflokkurin er óneyðugur í føroyskum politikki - tað skal fólkið sleppa at døma um, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir á, at Føroya fólk veit, at Javnaðarflokkurin umboðar so nógv annað, enn hetta, sum nú er uppi í tíðini.

Løgmaður sigur eisini, at Javnaðarflokkurin er óálítandi. Hetta heldur Jóannes Eidesgaard verða ógvuliga ósømiliga sagt.


Hóskar ikki einum politiskum leiðara

? Hatta kann hann sjálvandi halda, men hatta er ikki eitt úttalilsi sum hóskar einum politikara, sum er formaður fyri ein annan flokk, og sum í løtuni er løgmaður og sum møguliga skal út í samgongusamráðingar aftan á eitt val - at siga, at ein flokkur er óálítandi?

? Eitt er, at tú ikki ert samdur við ein annan flokk, men tað er ikki tað sama, sum at vera óálítandi. Hetta er ein háðan av Javnaðarflokkinum sum hevur myndað føroyskan politikk í 70 ár - hatta er ein ótrúligur dómur, sum løgmaður fellir.

? Tað hevði verið langt frá mær at sagt, at Sambandsflokkurin er óálítandi - eg kundi funnið upp á at sagt, at hann er initiativleysur, men tað er ikki tað sama, heldur Jóannes Eidesgaard.


Eigur heldur at

kyrra í egnum flokki

Jóannes Eidesgaard heldur, at samrøðan við løgmann ber týðuligt boð um, at løgmaður er so lukkuliga óvitandi um tað, sum hevur fyrifarist í føroyskum politikki hesi seinastu 20 árini, tí hann fær tað at ljóða sum um, at Javnaðarflokkurin nú, síðan Jóannes Eidesgaard er vorðin formaður - skal leggja á annan bógv og vil tekkjast veljarum, sum vilja gera upp vit danir.

? Javnaðarflokkurin hevur havt hetta málið uppi síðani 1981, og um løgmaður fylgdi eitt sindur meira við, so sá hann, at samgongan frá 1991 hevði hetta við í samgonguskjalinum.

Jóannes Eidesgaard heldur eisini lítið um, at løgmaður bjóðar seg fram sum tann, ið vil frelsa tann partin av Javnaðarflokkinum, sum vil verja ríkisfelagsskapin.

? Eg haldi, at løgmaður átti at havt nóg mikið at gjørt við at fingið frið og ró í egnum flokki, enn at fara at kyrra í øðrum flokkum.


Prógv um brek í heimastýrislógini

Edmund Joensen hevur alla tíðini síðan hann bleiv løgmaður ført fram, at bankamálið er felagsmál, og at danir tískil eiga alla bankaskuldina.

? Tí átti hann at verið konsekventur og fingið sínar egnu at akvøtt í móti avtaluni frá 6. oktober 1992 - men Sambandsflokkurin atkvøddi fyri, og harvið átók hann sær eisini, at føroyingar átóku sær bankaskuldina. Men hann er kanska vorðin klókari síðani, heldur Jóannes Eidesgaard.

? Men løgmaður stendur fast við, at bankamál eru felagsmál, hóast eingin hevur tikið hann fyri fult - hvørki í Føroyum ella í Danmark.

? Var heimastýrislógin nú so væl klárt definerað, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at staðfest, at danir áttu hesa skuldina, men so er ikki - og tað er helst besta prógvið um, at nógv viðurskifti eru við hesi heimastýrislógini, sum eiga at verða tikin upp, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini slær fast, at Javnaðarflokkurin ikki er fyri loysing, og at Javnaðarflokkurin stendur fast við støðuna um, at Føroya skulu vera uttan fyri ES.

?Tað harmuligasta er tó, at landsins hægsti politikari ikki dugir at lesa ein púra vanligan avístekst og skilja hvat stendur í honum, sigur formaður Javnaðarfloksins?