Maria Guttesen: ? Eg biði altíð til Gud, áðrenn eg fari á pallin

? Eg eri ótrúliga glað fyri mín kristna uppvøkstur, tí eg kenni, at eg nýti hann framvegis. Tað hevur givið mær eina fantastiska styrki hvørja ferð, eg skal inn á pallin. Eg eri ógvuliga spontan av nátúr, men eg biði til Gud, áðrenn eg skal framføra og fái eina styrki, sum ger, at eg framvegis kann vera eg sjálv, sigur 31 ára gamla songkvinnan úr Havn, Maria Guttesen

Bo Isholm


Eftir ta tónleikaliga væleydnaðu, men eftir áhoyraratalinum skuffandi dupultkonsertina við Regini og Mariu Guttesen síðst í november, setti Sosialurin sær fyri at kanna, hví ikki altíð samanhangur er millum kvalitet og eftirspurning.

Vit hittu Mariu Guttesen í Århus, og tá hon varð biðin um at greiða frá sínum hugsanum, mentist prátið skjótt til eina bæði opinskáraða og persónliga samrøðu um broytingarnar í tónleikalívinum, um at tora at fara um mørk, um føroysku plátuvinnuna, um ein kristan uppvøkstur í einum heimi, har tónleikurin er ein nátúrligur partur av gerandisdegnum, um tað at vera tú sjálvur og taka nakrar kjansir í lívinum, um at hugsa alternativt, um framtíðarætlanir og kærleikan til landið, tú ert ættaður frá.

? Nú komu ikki nær námind so nógv fólk til konsertina, sum væntað. Hvat var galið?


Ov nógv tiltøk í senn

? Fyrireikararnir meintu, at tíðin var hin rætta til konsertina, men so var ikki. Eitt nú fekk eg ta fatan, teir fáu dagarnar, eg var heima, at tað í veruleikanum ikki eru so nógv fólk í Føroyum, í mun til hvat tað plagar at vera aðrar tíðir.

Eftir hvat eg havi skilt, haldi eg, at tað fara fram ov nógv mentanartiltøk í senn. Tað er so tað, sum eg haldi. Eg kann ikki lata vera við at gera mínar egnu metingar. Í veruleikanum haldi eg, at tað eru ov fá fólk í Føroyum í mun til talið av tiltøkum. Tá eg var tannáringur, hendi ikki so nógv. Eg hevði stóran áhuga fyri konsertum, men tað var bara so sjáldan. Síðan er ein so stór menning farin fram, at tiltøkini í dag ov mong í tali.

Fyrireikararnir fáa ótrúliga stór nøvn heim upp á ov stutta tíð, og so vita fólk ikki, hvat tey skulu gera. Tey verða ørkymlað og verða noyd at velja. Tað skilji eg eisini væl. Tí skuldu fyrireikararnir kanska skorið eitt sindur niður og práta eitt sindur saman.

Eg haldi, at tað átto at borið til at funnið útav, hvat hendir í einum so lítlum samfelag. Men í mun til okkara tónleikastíl hevur tað verið bæði rørandi og vakurt, at so mong eldri fólk eru komin at lurta. Tað eri eg sera takksom fyri. Eg trúði, at nógv fleiri ung fólk komu at lurta, men hetta bendir á, at tað kortini eru fólk, sum hava fjølbroyttan áhuga.


Fari helst aftur í Norðurlandahúsið

? Er talan um eina generella áhoyrarakreppu, ella bara ein ábending um broytingar í samfelagnum, sum smitta, tá fólk fara út at lurta eftir tónleiki?

? Eg veit ikki, um tað er staðið, sum ger tað. Eg eri von at halda konsert í Norðurlandahúsinum og plagi at hava útselt til tvey kvøld, tá eg eri heima. Síðstu ferð hildu fólk, at mín tónleikur var vorðin meira og meira uppi í tíðini, so hví ikki royna ítróttarhøllina?

Eg lurtaði, hvat fólk hildu, og tí royndi eg hetta. Men tað bar ikki til, og tí er tað ikki óhugsandi, at eg aftur fari í Norðurlandahúsið, um tað er tað, sum fær fólkið at koma. Tað kann hava nakað við tað at gera, at summi fólk eru von við at koma í Norðurlandahúsið, meðan onnur fara í Ítróttarhøllina. Tað er jú ikki so nógva staðni, tað ber til at hoyra tónleik í Føroyum.

? Hvussu er tað sum føroyingur at búgva í Danmark og koma heimaftur av og á?

? Eg havi búð í Danmark í 11 ár og havi vitjað í Føroyum javnan síðani. Í 1991 hevði eg mína fyrstu konsert, eftir at eg varð flutt niður, og hon var sera væl eydnað. Síðani hevur eisini borið sera væl til við konsertum, og tí hevur tað givið mær sera nógv at koma aftur. Eg havi altíð verið spent upp á at vísa, hvat eg nú havi gjørt og roynt at víst fram ymiskt av hesum hvørja ferð. Tað er stuttligt at spæla í sínum egna landi - har tú ert vaksin upp - at koma aftur, og at tað er væleydnað.

Tað hevur glett meg ógvuliga nógv, at fólk hava tikið so væl ímóti mær, og tað hevur gjørt, at eg havi tímað at komið upp til Føroyar. Tað er jú ein long ferð við nógvum fyrireikingum, m. a. tí tú ikki kennur ljóðfólkini o. s. fr. Arbeitt verður í einum øðrum tempo, enn eg eri von við í Danmark, so tað kann bæði verða trupult, men eisini spennandi. So vónandi loysast trupulleikarnir á tann hátt, at eg kann fara uppaftur til Føroyar.

Tónleikararnir í mínum orkestri søgdu: »Der skal vi altså op igen og have en endnu bedre oplevelse af publikum og så finde et bedre tidspunkt og på forhånd vide, at tingene er i orden«. Vit hava lært nógv av hesum, tað er heilt víst.


Við hvørt ert tú noyddur at fara um mørk

? Hvat heldur tú um føroyska tónleikalívið eftir at hava verið úti í »stóru verð«?

? Eg fór avstað fyri at fáa nýggjar avbjóðingar, sum eg ikki fekk tá og heldur ikki hevði havt fingið, um eg búði har uppi. So á hasum økinum havi eg ikki broytt hugsan, men tað er nógv, sum eg síggi øðrvísi upp á, tá eg nú komi heim. Taka vit føroysku plátuvinnuna, so haldi eg, at alt ov nógv verður givið út í sama stíli. Eg skilji tað væl - tað snýr seg um at tora at fara um mørkini. Tað er nakað, sum føroyingar hava ógvuliga trupult við at gera, men sum eg mátti læra, tá eg kom til Danmarkar. Eg havi gjørt tað spakuliga, og eg haldi sjálv, at eg havi gjørt tað trygt. Trupulleikin er, at tað er ringt at menna seg í einum lítlum samfelag sum í Føroyum. Har eru so nógv listarfólk - og serliga nógvir sangarar - men teir tora ikki at bróta tey mørk, sum eg haldi, teir áttu at brotið. Tað er neyðugt, tí tú mennir teg bert, um tú fer um mørkini í tær sjálvum, og letur teg upp fyri nýggjum tingum.

Tað er ótrúligta týdningarmikið, at tú hevur antennurnar úti alla tíðina har, sum nakað hendir. Har er jú útvarpið og plátuhandlarnir við nógvum útlendskum plátum, sum tú átti at fingið inspiratiónir frá. Tað kundi givið fólkið mót til at kasta seg út og tikið nakrar kjansir. Eg havi tikið nógvar kjansir í mínum lívi. Tað hevur ikki altíð gingið væl - men tað gongur eisini væl. Tað eru tvinnar síður við hesum, og tað eigur tú at taka við í hesi bransju.


Mugu hava

fjøltáttaðan tónleik

? Er tað eftir tíni hugsan hent nakað nýtt í føroyskum rocktónleiki seinnu árini?

? Taka vit plátuna hjá beiggja mínum (Regini Guttesen), haldi eg, at ein menning er hend. Hann hevur blandað nakrar inspiratiónir frá einum orkestrið sum Toto við onkrum, ið líkist hip hop. Tað haldi eg er spennandi - og at fara um mørk. Tú veitst ikki, um fólk keypa slíkan tónleik. Tað er óútrokniligt - serliga í Føroyum. Tað, sum selur mest, er enn tað sama sum Jodle Birge í Danmark - altso uttan at vera frek, men soleiðis er tað - tað er slíkt, ið fær pengar í kassan. Hasum stílinum er ov nógv av í Føroyum í mun til so nógv listarfólk, sum eru. Tað er synd, at vit ikki nýta teir eitt sindur meira, og at teir ikki brúka seg sjálvan. Teir geva áhoyrarum tað, sum teir halda, fólk fegin vilja hava. Men tað ber ikki til at menna oyrini, um tú ongantíð hoyrir annað enn tað.

Tempoið í Føroyum er ikki serliga høgt, og fólk hava góða tíð, sum kundi verið nýtt til at royna okkurt nýtt. Føroyar hava eisini eitt avmarkað áhoyraratal, og um tú vil nakað við tónleikinum, skalt tú eisini hava ein vilja til at koma út um landoddarnar.

? Hvat við at vísa, at eg eri føroyingur, og at eg eisini eri før fyri at klára meg? Tað veit eg, at vit kunnu, um viljin er har. Tað krevur nógva megi, men eg haldi, at tað er vert at royna. Eg gjørdi tað, og tað er gingið framá hóast spakuliga alla tíðina. Eg havi so avgjørt ment meg og geri tað framvegis. Altso - takið nakrar kjansir fleiri fyri tykkara egnu skyld! Eg veit, at tað eru nógvir tónleikarar, sum ikki tíma at spæla tann tónleik, teir eru noyddir at spæla, og tað er eitt sindur spell.


Glað fyri mín

kristna uppvøkstur

? Hvønn týdning hevur uppvøksturin í einum baptistiskum umhvørvi havt fyri teg, og hvat merkir tað fyri teg í dag?

? Eg eri uppvaksin í einum kristnum heimi, har eg havi lært at seta mørk. Nú havi eg júst tosað um at fara um mørk - at bróta mørk, men tað eru jú tvær síður av somu søk. Tú ert noyddur til at seta nøkur mørk fyri at kunna fara um tey. Eg hugsi meg altíð væl um, áðrenn eg taki eitt nýtt stig, og tað haldi eg avgjørt er nakað, sum foreldur míni hava lært meg. Eg eri ótrúliga glað fyri mín kristna uppvøkstur, tí eg kenni, at eg nýti hann framvegis. Tað hevur givið mær eina fantastiska styrki hvørja ferð, eg skal inn á pallin. Eg eri ógvuliga spontan av nátúr, men eg biði til Gud, áðrenn eg skal framføra og fái eina styrki, sum ger, at eg framvegis kann vera eg sjálv.

Tónleikaliga er tað mest innan heimið eg havi fingið loyvi til at vera nátúrlgi. Eg eri ongantíð pressað til at spæla tónleik, og tað eri eg ótrúliga glað fyri. Annars haldi eg, at eg hevði vamlast við tað. Bæði foreldur míni eru ógvuliga musikalsk, og tað hevur altíð verið nógvur tónleikur rundan um meg. Pápi mín hevur sitið og spælt gittara í einum horni uttan at føra seg fram, men tað hevur givið mær so nógv, at hann bara hevur verið har við tí rytmikki, sum liggur í honum. Og so mamma mín við sínum stóru musikalsku oyrum - eg havi ongantíð hoyrt hana syngja ein falskan tóna.

Alt hetta fór fram á einum slíkum støði, at vit hugnaðu okkum við tí. Tað vóru ikki serliga nógv ljóðføri í okkara heimi, so vit máttu syngja fyri restina. Mamma mín elskaði at ganga runt og syngja, og so løgdu vit aðrar stemmur til. Eg minnist, at eg var tann, ið royndi at fáa øll onnur við, so vit kundu fáa okkurt fleirræddað fram. Soleiðis gjørdu vit bara - tað er ikki beinleiðis arransjeraður tónleikur, eg eri uppvaksin við. Tað var ikki fyrr enn eg gjørdist tannáringur, at eg fór út at finna tann tónleik, mær dámdi. Men hitt hevur givið mær nógv - at vit kundu sleppa at vera nátúrlig og gera tónleik úr ongum.

? Hevur tú havt trupulleikar við at skapa tær eitt publikum uttan fyri tað umhvørvið, tú ert vaksin upp í?

? Sjálvandi havi eg gjørt mær nakrar tankar um tað. Men nú havi eg ongantíð givið mær sjálvari loyvi til at vera eg sjálv, og ongantíð verið fanatisk, tí tað haldi eg ikki, at nøkur orsøk er til. Tí havi eg eisini havt ein rættuliga kenningar uttan fyri samkomuna, og tað hevur sum menniska givið mær møguleikar fyri at menna nakrar aðrar síður. Eg havi í dag eitt publikum, sum bæði kemur uttanífrá og innanífrá tí umhvørvi, eg sjálv eri vaksin upp í. Og tað er júst tí, at eg sjálv havi flutt meg frítt. Eg havi ongantíð verið bangin fyri at læra fólk at kenna. Tað er so týdningarmikið, at tú ger tað, tú kennir er best.


Komi helst aftur

higar at undirvísa

? Hvørjar eru tína framtíðarætlanir?

? Eg havi altíð onkrar ætlanir, men eisini nøkur alternativ. Eg hugsi altíð í alternativum, so tað er nakað, sum kann taka yvir, tá okkurt annað ikki ber til. Framtíðarætlanirnar eru fyrst og fremst at gera konservatoriiútbúgvingina lidna og síðan at royan at fáa eina nýggja fløgu út og í tí sambandi at skipa fyri eini norðurlendskari turné. Tað er tað, eg arbeiði við nú við tí orkestri, sum eg eri so glað fyri og arbeiði væl saman við. Og síðani kundi eg hugsað mær at komið aftur til Føroyar og hildið skeið bæði í samanspæli og sangi - bæði í stórum bólkum og sum einkultundirvísing. Júst tí at eg haldi, at tað er so stórur mangul upp á undirvísing í rútmiskum sangi har uppi. Tað havi eg havt hug til leingi og vóni, at tað verður møguligt. Eg havi altíð havt hug at læra onnur.

? Nær kemur tú aftur við Nordic Band?

? Tað tori eg als ikki at tosa um. Eg skal fyrst sodna seinasta túrin. Og so skulu vit hava eitt ógvusligt kjak um, hvussu tað skal gerast næstu ferð. Men fyribils er eingin fyrireikari, ið hevur vent sær til mín, so eg bíði eitt sindur.

? Hevur tú hug at siga okkurt at enda?

? So skuldi tað verið okkurt, so sum: »Flong Føroyum!«, »Tveit teg út í okkurt nýtt. Tað er synd ikki at menna seg. Tú ert eitt lítið land, men í mun til fólkatalið hevur tú so ótrúliga nógv listarfólk. Tað er ein sensatión! So út við tí - eisini út um Føroyar. Fólk hava tíð at fyrireika seg har uppi millum tráu fjøllini! Eg gráti, hvørja ferð, eg lendi í Føroyum. Tað er so fantastiskt, tá fjøllini heilsa tær vælkomnum heim. Eg eri stolt av at vera føroyingur.