so eiga hesar skuldsetingar at ruddast av vegnum. Og uttan at málið verður kannað til botns, verða skuldsetingarnar mótvegis Bjarna Djurholm hangandi í luftini. Klárar at nýta sum politiskar kastibløkur [...] Higartil hevur løgmaður gjørt greitt, at hvørjum páhaldum hann hevur valt at trúgva í málinum um fyrrverandi formannin í Framtaksgrunninum og stjóran í Rúsdrekkasølu landsins. Bjarni Djurholm hevur sjálvur [...] páhaldini burtur sum konspiratiónsteoriir, og í Miðlunum hevur løgmaður sagt, at hann vil hava ítøkilig prógv, áðrenn hann fer at gera meira við málið um landsstýrismannin. Prógv ella ikki, so er embætisførslan
umborð á Riddaranum úr Miðvági legði at dráttinum, eftir at tær høvdu vunnið fyrsta FM kappróðurin í ár. -Róðurin gekk heilt perfekt fyri okkum. Vit roknaðu við at vinna. Hetta er úrslit av nógvari og [...] og góðari venjing, og vit miðja eftir at vinna bæði FM og ólavsøkuróðurin, sigur Ásla Laila Johansen, sum stýrir umborð á Riddaranum.
Síðani er klárt at fara til arbeiðis í hesi stóru ætlanini, sum verður klár undan jólum næsta ár. Sambært avtaluni fer Gøtu kommuna at átaka sær at gera økið byggibúgvið. Talan er um ein stóran handilsbygning [...] aðrar tænastufyritøkur liggja fram við at sleppa við í handilsdepilin. Tekningarnar til hesar báðar stóru bygningarnar í Gøtudali eru klárar. Skipanin verður soleiðis, at allir bygningarnir verða sum ein bygningur [...] Arbeiðið við at fyrireika handilsdepilin hevur gingið sína gongd, og nú er so tað formella í lagi. Bygdaráðið í Gøtu samtykti í gjár avtaluna um henda depilin, og í kvøld verður hon so undirskrivað. Síðani
kanska eitt gott hugskot at ynskja sær eina klemmu í føðingardagsgávu. Eina klemmu at seta á nøsina, tí tað er ongin ivi um, at tað fer at lukta illa í Føroyum í summar. Orsøkin er, at IRF er komið í so stórar [...] eisini heitt á kommunurnar um at bíða við at hava ruddingardag til seinni í ár, ella at avlýsa hann heilt í ár. Hann sigur, at tað, sum skal gerast við brennistøðina, er, at nýggj roykreinsiskipan skal setast [...] stjóri á brennistøðini. Hann sigur kortini, at húsarhaldsrusk fer at vera heintað, sum vanligt, men tað eru bingjuplássini og annað, sum ólag fer at vera á. Bìða við at rudda Nógvar kommunur hava ruddingardag
so líðandi at leggja merki til, at tá hann kom inn av dekkinum tyktist alt at vera myrkt. Og tá hann fór út á dekkið varð alt so ovurhonds ljóst. Her var ikki annað at gera hjá honum enn at fara í land [...] miðskeiðis í 20unum tá hann merkti at sjónini var farið at bila. - Eg var til skips um hetta mundið við Vestfinni. Eg var 25 ára gamal, og legði tá til merkis at eg ikki sá so væl at arbeiða, greiðir Heri frá. [...] Ein stór gleði fyri hann hevur verið at uppliva tað at gerast abbi. Og, sum hann sigur: - Fyri abbabørnini er tað bara ein sjálvfylgja at abbi teirra er blindur! Úr at gera Heri hevur í dag rokkið teimum
siga, at um tað fer at ganga væl, so verður starvið burtur, og at tað fer ikki at ganga heilt so væl, um starvið framvegis verður til um fimm ár. Men tað valdast eisini, um politiski viljin fer at verða [...] verður arbeitt við at broyta lærara- og pedagogútbúgvingarnar til at verða útbúgvingar á batchelor støði. Politisk avgerð er tikin um at leggja hægri útbúgvingarnar saman, soleiðis at lærustovnarnir Fr [...] fyrispurningar í tinginum sagt, at ætlanin er, at Læraraskúlin skal vera partur av Fróðskaparsetrinum. Tað merkir, at rektarin á Fróðskaparsetrinum verður rektari á Læraraskúlanum, og at dagliga leiðslan fyri skúlan
orsøkini. Sum anstøðuflokkur hava vit megnað at víst, at Miðflokkurin førir skilagóðan politikk og er virkin á øllum økjum. Sum samgonguflokkur er tað ikki líka lætt at vera virkin allastaðni, heldur Bill Justinussen [...] møguligt, men eg haldi rákið er tað, at allir flokkarnir søkja inn ímóti miðjuni. Men so skal eisini sigast, at Miðflokkurin hevur síni hjartamál, sum ikki eru til at vika. Tað kann bæði vinna, men eisini [...] um kanningina. Serliga tí, at vit nú fyri fyri fyrstu fer í langa tíð, eru omanfyri 5% í eini veljarakanning, sigur næstformaður Miðfloksins. Sum heild plagar Miðflokkurin at standa seg betri í sjálvum
Asfalt Enn ikki á Summartónum er so fjøllbroyttur kórtónleikur at hoyra sum á Asfalt. Tónleikatiltakið í Tórsgøtu hevur sett sær fyri at bjóða fram tað besta innan flestu tónleikagreinir, og kórtónleikur [...] Asfalt fer ymiskt spennandi at vera á skránni. M.a. verkið Regn hjá Bjarna Restorff. Kamarkórið syngur vanliga eisini fleiri verk hjá Kára Bæk, tað er tí heldur ikki ósannlíkt, at okkurt av hesum verður sungið [...] kórunum í Føroyum, og tað var serliga Paula í Sandagerði og hansara løgum og sermerktu útsetingum fyri at takka. Í sambandi við Asfalt, hava genturnar, sum tær flestu eru vorðnar vaksnar kvinnur, fingið Paula
javnaðarfólki, at vit fáa ongan valsigur forerandi, vit skulu stríðast fyri hann sigur formaður Javnaðarfloksins. -Róð hevur verið framundir, at Sambandsflokkurin fyri at fáa løgmann kann velja at fara í eina [...] ávart á, tá hugsað verður um, at flokkurin má bera lessið við at standa á odda fyri hesi samgonguni. Tað er ikki óvanligt, tá talan er um kanningar í einum valskeiði, at flokkar, sum sita í stjórn, verða [...] gjalda fyri at halda saman uppá tingini. Tað forpliktar at vera leiðsla og taka vit tey málini, sum ikki eru væl móttikin millum fólk, so sum eftirlønirnar til landsstýrismenn, og úrslitið verður, at Javnað
hevur fólkið møguleika at verða við til eina andakt í matstovuni. Tað eru starvfólkini sum sjálvi hava tikið stig til hetta og sum skiftast um at bera Guds orð fram. Og líkt er til, at fólk eru fegin um hetta [...] n við uppá tað. Og soleiðis bar tað til at vit fingu andaktirnar í lag, og at tær framvegis verða hildnar, sigur Jógvan S. Jacobsen. Nevndur varð møguleikin at hava tær í endanum av kaffisteðginum ein [...] Fuglafjørður: Á einum trolvirki sum Vónin í Fuglafirði er altíð úr at gera hjá starvsfólkunum. Kortini er neyðugt at hava steðgir av og á. Ein av hesum steðgum er løtan fyrrapart, tá kaffi er á skránni