Føroyar fara at lukta illa í summar

Stjórjn í IRF er fullgreiður yvir trupulleikan, men har gerst onki annað, sigur hann


Ruskinnsavning
 

Hjá øllum teimum, sum hava føðingardag í summar, er tað kanska eitt gott hugskot at ynskja sær eina klemmu í føðingardagsgávu.
Eina klemmu at seta á nøsina, tí tað er ongin ivi um, at tað fer at lukta illa í Føroyum í summar.
Orsøkin er, at IRF er komið í so stórar trupulleikar, at tað verður neyðugt at leggja brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík stilla í eitt tíðarskeið í summar.
Væntandi fer brennistøðin at liggja still í einar 14 dagar.
Samstundis verður heldur onki rusk savnað inn kring landið, hvørki frá húsarhaldum ella av bingjuplásssum.
Orsøkin til, at brennistøðin liggur still, er, at stórar umvælingar skulu gerast á brennistøðina og í hesum sambandi verður ongin ruskinnsavning í tvær vikur í summar frá 12-25 juni.
Eitt nú skal eitt nýtt roykfiltur setast upp, so at brennistøðin kann fáa umhvørvisgóðkenning. Filtrið, sum nú er, tekur bara partiklar, men tað nýggja tekur eisini gass, tungmálm, dioxin o.s.fr. so tað er ein neyðug útbygging.
Samstundis verður  rusk, sum skal brennast, heldur ikki heintað á bingjuplássunum frá 8. til 25. juni.
Men tá ið brenningin byrjar aftur, hevur nógv rusk hópað seg upp og tað fer at taka rúm tíð at koma uppundan aftur.
- Vit skulu sostatt ikki vænta, at ruskinnsavningin verður reglulig aftur, fyrrenn í august, í fyrsta lagi, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á brennistøðini.
Hann sigur kortini, at húsarhaldsrusk fer at vera heintað, sum vanligt, men tað eru bingjuplássini og annað, sum ólag fer at vera á.
 
Bìða við at rudda
Nógvar kommunur hava ruddingardag um summarið, men IRF hevur í hesum sambandi eisini heitt á kommunurnar um at bíða við at hava ruddingardag til seinni í ár, ella at avlýsa hann heilt í ár.
Hann sigur, at tað, sum skal gerast við brennistøðina, er, at nýggj roykreinsiskipan skal setast upp. Samstundis skal ein spreingiskaði gerast aftur, sum støðin fekk í vetur og rør í roykrørsketlinum skulu skiftast.
Alt hetta fer at kosta einar 20 milliónir krónur.
Men hví leggja innsavningini av ruski stilla á hásumri, tá ið tað er heitt í veðrinum og ruskið fer at lukta nógv verri enn um veturin, tá ið kalt er.
- Tað er sera einfalt tí, at tað ber ikki til at gera hesar umvælingarnar um veturin. Vit skulu upp í hæddina og tað er ongin møguleiki fyri tað um veturin, tá ið vindur er, sigur stjórin í IRF.
Hann sigur, at hann er fullgreiðir um trupulleikan og tann ampa, sum hetta er hjá fólki, men tað er ongin onnur loysn. 
- Hetta er ein stórur trupulleiki, men tað slepst ikki undan, sigur hann.