Til løgtingsvalið seinast hevði Miðflokkurin eina undirtøku uppá 5,2%. Varð tað val í dag, so hevði undirtøkan sambært kanningini verið 6,3%. Tað gevur Miðflokkinum lutfalsliga størst framgongd av øllum flokkunum, og tað er nakað Bill Justinussen fegnast um:
- Ja vit fegnast so avgjørt um kanningina. Serliga tí, at vit nú fyri fyri fyrstu fer í langa tíð, eru omanfyri 5% í eini veljarakanning, sigur næstformaður Miðfloksins.
Sum heild plagar Miðflokkurin at standa seg betri í sjálvum valinum enn í veljarakanningum, men Bill Justinussen torir ikki at siga, um góða úrslitið í kanningini, skal skiljast sum eitt støðumett ella ein tendensur.
Men hvat er tað so, sum er orsøkin til framgongd Miðfloksins?
- Eg haldi, at okkara støða sum anstøðuflokkur kemur flokkinum til góðar í kanningini, og er ein partur av orsøkini. Sum anstøðuflokkur hava vit megnað at víst, at Miðflokkurin førir skilagóðan politikk og er virkin á øllum økjum. Sum samgonguflokkur er tað ikki líka lætt at vera virkin allastaðni, heldur Bill Justinussen.
Sum veljarakanningin vísti, so sigur meir enn helmingurin av veljarunum seg liggja mitt í millum høgru og vinstru. Miðflokkurin er eisini ein flokkur, sum liggur nøkulunda mitt í millum høgru og vinstru. Er tað ein partur av frágreiðingini til góðu úrslitið hjá flokkinum?
- Tað er møguligt, men eg haldi rákið er tað, at allir flokkarnir søkja inn ímóti miðjuni. Men so skal eisini sigast, at Miðflokkurin hevur síni hjartamál, sum ikki eru til at vika. Tað kann bæði vinna, men eisini kosta veljarar, staðfestir Bill Justinussen, varaformaður í Miðflokkinum.