Eigur at kannast

Higartil hevur løgmaður gjørt greitt, at hvørjum páhaldum hann hevur valt at trúgva í málinum um fyrrverandi formannin í Framtaksgrunninum og stjóran í Rúsdrekkasølu landsins.

Bjarni Djurholm hevur sjálvur sópað páhaldini burtur sum konspiratiónsteoriir, og í Miðlunum hevur løgmaður sagt, at hann vil hava ítøkilig prógv, áðrenn hann fer at gera meira við málið um landsstýrismannin.

Prógv ella ikki, so er embætisførslan hjá landsstýrismanninum nú vorðin til eitt heitt politiskt epli, og tí vil alt annað enn ein kanning av málinum tykjast sum undanførslur av løgmanni. Bæði fyri sína egnu  og ikki minst landsstýrismansins  skuld eigur løgmaður tí at seta eina kanning í verk sum skjótast.

Hevur landsstýrismaðurin misnýtt sína støðu í samband við Framtaksgrunnin, so eigur hetta sjálvandi at fáa fylgjur. Er talan hinvegin ikki um misnýtslu av landsstýrismannasessinum, so eiga hesar skuldsetingar at ruddast av vegnum. Og uttan at málið verður kannað til botns, verða skuldsetingarnar mótvegis Bjarna Djurholm hangandi í luftini. Klárar at nýta sum politiskar kastibløkur, tá tørvur er á hesum.

At kveistra hesar burtur við støði í uppsøgnini av rúsustjóranum og vantandi milliónunum fyri Fiskavirking, er heldur ikki nøkur haldgóð grundgeving. Hesar tæna í besta føri endamálinum um at grugga málið. Og tær tæna so ikki søkini um politiskan arbeiðsfrið, sum áður hevur verið nóg góð grundgeving fyri uppsøgn av landsstýrismonnum.