Klárt at fara undir Handilsdepilin

Í kvøld verður ein avtala undirskrivað millum Gøtu kommunu og stigtakararnar til tann stóra handilsdepilin í Gøtudali.  Vit leggja til brots fyrsta dagin, sigur Poul Arni Jacobsen, stigtakari.

Arbeiðið við at fyrireika handilsdepilin hevur gingið sína gongd, og nú er so tað formella í lagi.
Bygdaráðið í Gøtu samtykti í gjár avtaluna um henda depilin, og í kvøld verður hon so undirskrivað.
Síðani er klárt at fara til arbeiðis í hesi stóru ætlanini, sum verður klár undan jólum næsta ár. Sambært avtaluni fer Gøtu kommuna at átaka sær at gera økið byggibúgvið.
Talan er um ein stóran handilsbygning uppá 5000 fermetrar og tveir virkisbygningar á 1000 fermetrar hvør.
Aftanfyri hesa stóru verkætlanina standa Hans Jørgen Djurhuus, Poul Arne Jacobsen, P/F Leif Mohr og P/F Alu-plast.
Sum skilst á Poul Arna er stórur áhugi fyri hesi ætlanini: Bæði almennir stovnar og aðrar tænastufyritøkur liggja fram við at sleppa við í handilsdepilin.
Tekningarnar til hesar báðar stóru bygningarnar í Gøtudali eru klárar. Skipanin verður soleiðis, at allir bygningarnir verða sum ein bygningur. Handilsbygningurin við handlunum verður í tí eina, meðan Leif Mohr og Alu-plast fara at húsast í hinum báðum bygningunum.