Ætla sær at vinna alt

Miðvágskvinnur miðja bæði móti FM heitinum og sigri í ólavsøkuróðrinum

Tað var gott lag umborð, tá ið kvinnurnar umborð á Riddaranum úr Miðvági legði at dráttinum, eftir at tær høvdu vunnið fyrsta FM kappróðurin í ár.
-Róðurin gekk heilt perfekt fyri okkum. Vit roknaðu við at vinna. Hetta er úrslit av nógvari og góðari venjing, og vit miðja eftir at vinna bæði FM og ólavsøkuróðurin, sigur Ásla Laila Johansen, sum stýrir umborð á Riddaranum.