Kórtónleikurin fer at ljóma í Tórsgøtu

Seks sera ymisk og sera góð kór vera millum tey 61 nøvnini, ið spæla á Asfalt. Við hesum leggur Asfalt pall til eina tónleikagrein, ið ikki hevur fingið so nógv pláss á føroysku festivalunum.

Asfalt
 
Enn ikki á Summartónum er so fjøllbroyttur kórtónleikur at hoyra sum á Asfalt. Tónleikatiltakið í Tórsgøtu hevur sett sær fyri at bjóða fram tað besta innan flestu tónleikagreinir, og kórtónleikur er ikki gloymdur.
Her er elitan, tann gamla elitan, tað fólkaliga og tað serliga, tey vaksnu, tey ungu og børnini, tað inniliga og tað spennandi. Stutt sagt ein breið umboðan av tí besta innan kórtónleikin.
 
Tarira
Eitt av kórunum er háaktuella superkórið hjá Sunleifi Rasmussen Tarira, ið er eitt kór við ótrúliga dugnaligum sangarum. Sangarar sum eru kendir úr føroyska kórheiminum, og sum saman borga fyri framførslum í serflokki. Sangskráin er altíð spennandivið verkum hjá kórleiðaranum, øðrum føroyskum tónasmiðjum og útlendsk verk, her hevur kórið seinastu tíðina sungið norðurlendsk verk, herundir nýggjari føroyskan tónleik.
 
Cantabile
Eisini gamla elitera gentukórið hjá Paula í Sandagerði Cantabile er við á Asfalt. Kórið byrjaði fyrst í áttatiárunum, tá Pauli í Sandagerði pilkaði tær dugnaligastu sanglerkurnar burturúr og útsetti sínar egnu kompositiónir fyri gentukór. Kórið var eitt av teimum frægastu kórunum í Føroyum, og tað var serliga Paula í Sandagerði og hansara løgum og sermerktu útsetingum fyri at takka. Í sambandi við Asfalt, hava genturnar, sum tær flestu eru vorðnar vaksnar kvinnur, fingið Paula í Sandagerði heim úr Danmark har hann búleikast til eina sanna sameining. Mjørkanáttin, Einsamøll eftir í songini og onnur sera hugtakandi løg fara aftur at ljóma.
 
Kamarkórið
Tórshavnar Kamarkór er sjálvandi eisini við á Asfalt, kórið er seinastu 21 árini vorðið ein institutión í Havnini á sama hátt, sum Asfalt vónandi gerst við tíðini. Í løtuni er Kári Bæk kórleiðari.
Kamarkórið er kent fyri at vera rættiliga fríkst í sínum sangvalið og hevur m.a. tolkað renainsansu tónleik og teaturtónleik. Sangararnir í Kamarkórinum eru rættiliga ungir, og hetta gevur kórinum ein feskan og spennandi dám. Á Asfalt fer ymiskt spennandi at vera á skránni. M.a. verkið Regn hjá Bjarna Restorff. Kamarkórið syngur vanliga eisini fleiri verk hjá Kára Bæk, tað er tí heldur ikki ósannlíkt, at okkurt av hesum verður sungið.
 
Rútmiska Kórið í Hoydølum
Um Tórshavnar Kamarkór er ein institutión í Havn, so er Rútmiska Kórið í Hoydølum ein institutión í Føroym. Hetta kórið hevur seinnu árini fingið støði sum sera týdningarmikið í føroyska mentanarlívinum. Kórið hevur fostrað eina ørgrynnu av tónleikarum og sangarum, og hevur seinastu nógvu árini framført serliga spennandi og nýskapandi konsertir og sangleikir. Fleiri av okkara kendastu tónleikarum hava slitið tónlistarligu barnaskógvarnar í Rútmiska Kórinum í Hoydølum. Rútmiska Kórið í Hoydølum hevur luttikið í stórum verkætlanum sum Skeyk, Hair, GodSpell og ikki minst Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið. Í løtuni venur kórið til eina stóra uppseting av tí stóra sangleikinum Fame. Kórið er altíð í eini støðugari menning, og tann javna útskiftingin av fólkið ger, at kórið altíð hevur ein frískan dám yvir sær. Tað er Zakaris Sørensen sum stjórnar kórinum. Hetta kórið er væl øðrvísi enn hini kórini í landinum, og tað er altíð eitt stuttligt og spennandi upplivilsi at hoyra hesar ungu sangarar.
 
Ung Stjørnuskot
Bæði sangkórini hjá Tórshavnar Musikkskúla Ung Stjørnuskot og Dropar luttaka eisini á Asfalt. Í Ungum Stjørnuskotum er nakrir av gávuríkastu ungu sangarunum í Havnini savnaðir. Her kunnu nevnast ársins songrødd 2005, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;J?annes Lamhauge&quot;$?$end$!$Jóannes Lamhauge</st1:PersonName$?$end$!$, ið eisini spældi Jósef í leikinum Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið, Rakul Thomsen, ið spældi kvinnuliga høvuðsleiklutin í sama leiki, Sylvia á Lag í Grease og Barbara í Stórustovu, ið spældi Ronja í Ronja Ránsmannadóttir. Kórið er 24 sangarar og 4 tónleikarar, klaver, gittar, bassur og trummir. Kórið syngur popp, rokk og gospel. <BR> 
Dropar
Meðan sangararnir í Ungum Stjørnuskotum eru í aldrinum 15-20 ár, eru sangararnir í Dropum yngri, tey eru øll í aldrinum 10-14 ár, og tey syngja við Dropum til tey eru búgvin at syngja við Ungum Stjørnuskotum. Eins og í eldra kórinum eru 24 sangarar og 4 tónleikarar , klaver, gittar, bassur og trummir. Kórið syngur rútmiskan kórsang til børn og vaksin, og hevur seinastu tvey árini sett sín dám á mentanarlívið í Havn. Ein av fyrstu verkætlanunum hjá kórinum, var stórsligni leikurin Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið, har eisini limir úr Ungum Stjørnuskotum gjørdu um seg, eins og rúmiska kórið á Hoydølum eisini luttók.
 
Posthúskjallarin verður kórhølið
Kórsangurin fer at ljóma í Posthúskjallaranum bæði fríggjadag og leygardag, nýggju snotiligu hølini  verða pallurin fyri nærum allan kórtónleikin á Asfalt. Tó luttekur barnakórið Dropar á barnatiltakinum á stóra útipallinum leygarmorgunin.
 
Kórtónleikur á Asfalt
Tarira verður at hoyra í posthúsinum fríggjakvøldið juni klokkan 20.00.
Rútmiska Kórið í Hoydølum verður at hoyra í posthúsinum leygarnáttina klokkan 3.00.
Dropar verður at hoyra á útipallinum leygarmorgunin klokkan 11.45.
Tórshavnar Kamarkór verður at hoyra í posthúsinum leygardagin klokkan 15.00.
Ung Stjørnuskot verður at hoyra í posthúsinum leygardagin klokkan 17.00.
Cantabile verður at hoyra í posthúsinum leygarkvøldið klokkan 19.00.