Økið á kaiini stongt Johannudagin

Johannudagur er í Vági í dag.

 

Í gjár varð lagt fyri við felagssangi og spurnarkapping. 

 

Í dag hava sluppin Johanna og gomlu grindabátarnir verið á fjørðinum.

 

Barnatiltak við sjórænarum og skattaveiðu er nú hvørja løtu og stóra vatnkríggið er klokkan 16 á bryggjuni. Í kvøld eru væl dámdu johannubýffarnir á grillini og Tónar spæla til dans.

 

Í samband við Johannudagin í dag, so verður eitt økið á kaiini stongt fyri ferðslu.

 

Økið er stongt frá leygarmorgunin 6. septembur til sunnumorgunin 7. septembur.