Men annars er einki nýtt í málinum. Løgreglan veit nú, hvørjar kvinnurnar eru, og deildin hjá donsku løgregluni, sum arbeiðir við informatiónsformidling, er eisini á málinum.
Leitingin eftir meksikanska manninum, sum seinasta varð sæddur týsdagin, er steðgað. Har eru allir møguleikar troyttir. Men løgreglan vil framvegis fegin vita frá fólki, sum halda seg vita okkurt.
Eftirlýsingin frá løgregluni um tær báðar suðurkoreansku kvinnurnar er soljóðandi:
»Føroya Politi leitar í løtuni eftir tveimum suðurkoreanskum kvinnum, Soo Jung Park og Soo Yeon Park. Tær eru seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september á leið kl. 16.45.
Seinastu telefonupplýsingarnar hjá teimum staðseta tær í økinum nærhendis Trælanípuni/Bøsdalafossi sama dag 2. september kl. 20.46.
Tær hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvlangt svart hár.
Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:
- Hvítari, síðari skjúrtublusu
- Svørtum gamassjubuksum
- Hvítum tennissokkum við svørtum strípum
- Svørtum gongustilvum í øklahædd
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Soo Jung Park og Soo Yeon Park, kann ringjast á tlf. 351448«
Og eftirlýsingin eftir meksikanska manninum er soljóðandi:
»Føroya Politi leitar í løtuni eftir 68 ára gamla meksikanaranum, Pedro Enrique Moreno Hentz.
Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn fyrrapartin 3. sep. 2025. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag.
Seinnapartin í dag (4. sep. 2025) varð ryggsekkur hansara funnin í Mykisnesfirði.
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.«