22 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi

Tvær ferðir vóru grindaboð í gjár

Í gjár var ein grind hildin til í Hvannasundi, har 22 hval løgdu beinini, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Grindin varð hildin til norðan fyri byrgingina, og seðlarnir komu út klokkan 9 í morgun.

Grindaboð vóru eisini á Trongisvágsfirði, men tað var kortini ikki grind, sigur vaktleiðarin.