Royndur svenskur dómari dømir dystin Gibraltar-Føroyar

Talan er um 40 ára gamlan dómara

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið fimta dystin í hesari HM-undankappingini.

 

Í bólki L tekur Gibraltar móti Føroyum á Europa Point leikvøllinum. 9. juni vunnu okkara 2-1 á Gibraltar á Tórsvølli.

 

Tað verður ein altjóða royndur dómari, ið fer at leiða dystin millum Andorra og Føroyar.

 

Talan er um 40 ára gamla svenska dómaran, Mohammed Al-Hakim sum er av irakiskari ætt.

 

Mohammed Al-Hakim bleiv altjóða FIFA-dómari í 2015. Hann hevur síðani 2012 dømt 296 dystir í bestu svensku fótbóltsdeildini. So royndirnar eru nógvar.

 

GIBRALTAR - FØROYAR

 

Dómari: Mohammed Al-Hakim SWE

 

Hjálpardómari 1: Mehmet Culum SWE

 

Hjálpardómari 2: Fredrik Klyver SWE

 

Fjórði dómari: Joakim Östling SWE

 

VAR dómari: Jan Boterberg BEL

 

VAR hjálpardómari: Nathan Verboomen BEL

 

UEFA dómarieygleiðari: João Francisco Lopes Ferreira POR

 

UEFA umboð: Haraldur Haraldsson ISL