Grímur Sundstein leggur í besta fólkafloksstíli fyri við slagorðunum “tín ogn, tín avgerð”. Slagorð, ið væl lýsa karráa og órættvísa bústaðarmarknaðin, sum vit skulu gera upp við, um vit vilja tryggja fólki eitt trygt heim. Hvat nú, um vit í staðin taka útgangsstøði í orðunum “okkara samfelag, okkara ábyrgd”?
Grundleggjandi generatiónsójavni
Vit hava munir í okkara samfelag, ið skapa djúpar rivur. Summi hava ov lítið, og onnur hava í ovurmát. Meðan ung ikki fáa tvøran fótin inn, hvørki á einum leigibústaði ella einari ogn, keypa onnur upp. Meðan summi ríka seg upp og keypa til høgru og vinstru, eitt nú við tilfeingi, ið vit annars øll eiga, aftra ungar familjur seg við at flyta heim, tí onki finst at búgva í.
Vit hava grundleggjandi generatiónsójavna – tey eldru eru ríkari enn tey yngru – og ein gjøgnumgangandi mismun millum tey, sum eiga, og tey, sum leiga. Gera vit onki við hesar gjáirnar, fáa vit eitt samfelag sum í enn størri mun enn í dag er gamaldags og ójavnt. Tað ynski eg mær ikki, og eg trúgvi heilt ærligt heldur ikki, at tað er ein serliga góð uppskrift uppá at fáa ung fólk heim ella at fáa fólk at trívast.
So nei, Grímur, vit vilja ikki ræða fólk frá at eiga eini hús. Men óunniligi sannleikin er, at tað sokallaða frælsið at eiga í dag er eitt frælsi fyri tey allarfægstu. At pástanda at fólk bara skulu arbeiða meir ella futta sína pensjónsuppsparing av fyri at fáa ráð til eini hús er veruleikafjart. Prísurin á bústøðunum veksur nógv, nógv meir enn lønirnar vaksa. Tað VITA vit. Av teimum, eg kenni, er ongin, sum arbeiðir meir enn tey, ið akkurát fáa goldið leiguna, í onkrum førum við trimum størvum.
Javnari og rættvísari marknaður
Eg ynski mær eitt samfelag við bæði møguleikanum at leiga og eiga. Bústaðurin skal vera trygga útgangsstøði fyri trivnaði og menning - serliga fyri okkara børn.
Tað er nakað møsn at siga, at fólk verða dovin av sosialdemokratiskum politikki. Vit vita, at tað ikki passar. Fólk binda seg til at rinda skatt, luttaka og virða fólkaræðisligu spælireglurnar, og landið bindur seg afturfyri at veita ØLLUM - eisini fólkafloksmonnum, óansæð bakgrund og samleika – tryggleika, vælferð og javnbjóðis møguleikar. Tað skapar samfeløg, ið klára seg betur á øllum parametrum. Eisini búskaparliga og vinnuliga. Í løtuni er okkara bústaðarmarknaður ójavnur og órættvísur. Vit fáa bara ein javnari og rættvísari marknað við at skapa nakrar rættvísar karmar. Tað tekur tíð, men vit kunnu ikki bíða.
Privati bústaðarmarknaðurin hevur í áravís livað sítt frælsa lív og havt møguleika at tryggja okkum øllum ein bústað. Hvussu heldur Fólkaflokkurin, at tað gongur?
Fyrstu stigini eru tikin, fleiri eru ávegis
Við tí virkna bústaðarpolitikkinum vit seinastu tíðina hava ført, kunnu vit seta kósina móti einum rættvísari bústaðarmarknaði fyri øll. Við at seta hol á bústaðarskyldu, við at geva møguleika fyri at seta tænastugjald á tóm hús, við at geva almenna bústaðarfelagnum fleiri møguleikar og ikki minst - við her og nú at geva ein leigustuðul.
Hetta er ikki nakað, sum hendur eftir einum degi. Tað tekur ár at byggja karmar um bústaðarmarknaðin, sum í dag er skeiklaður av einum skeiklaðum marknaði. Hetta eru bara fyrstu stigini. Næstu stigini eru at syrgja fyri einari rættvísari sølu, regulera leigumarknaðin í nógv størri mun og byggja nógv fleiri almennar íbúðir, so tey, ið ikki kunnu vera við á villa bústaðarmarknaðinum, eisini hava møguleika at tryggja sær eitt gott og virðiligt heim.
Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin