reiðari á Steintóri í Hvalba, at tað er greitt, at eingin kann í longdini reka vinnu, sum ikki hongur saman. Hann segði, at sum gongdin er nú, verður í hvussu so er neyðugt at fáa meira fyri hvønn litur av [...] í Suðuroy hava gjørt, at flaka- og fiskavirkini í oynni í ávísan mun hava lagt seg eftir at arbeiða fisk, sum hesir trolarar fiska og tey eru sostatt í ein ávísan mun tengd at hesum trolarum. Tey sjey [...] siga, at fiskavirkini í Suðuroy fara at taka ímóti 26.000-27.000 tonsum av fiski í ár. Hetta er væl meiri enn í 2005, tá ið tey einans tóku ímóti tilsamans gott og væl 15.000 tonsum. Um hetta fer at halda
er hetta heldur ikki okkara øki. Men onkur áttu avgjørt at havt nakrar reglur hesum viðvíkjandi, so tað ikki bert verður upp til hvønn einstakan at avgera, hvussu trygdin á slíkum hoppiborgum skal verða
ein stóran part havtaska, men eisini nakað av øðrum fiski. Ójavnir at landa Hóast onkur kann halda, at bátarnir eru rættiliga eins á at líta, so sær Ingolf kortini ein mun á teimum: Munurin er, tá talan [...] Ingolfi at døma eru nógvir bátar ikki so góðir at landa, meðan aðrir eru tað. Dýrindal hoyrir uppí tann seinna bólkin. - Hann hevur kanska heldur lítla lúku. Men hon er kortini ikki minni enn so, enn at tað [...] sambært kranføraranum á Kósini sera góður at landa. Skjótt arbeiði Tíðin, tað tekur at landa ein bát er sjálvandi treytað av fonginum í lastini. Enn duga menn ikki at siga, hvussu nógv Dýrindal hevur fingið
fara niðan smølu trappurnarnar, bert fyri at staðfesta, at í handlinum er ikki eitt einasta menniskja at síggja. Vit bíða bara eitt bil, tí onkur man fara at koma inn í handilin. Spurningurin er bara hvagani [...] m ger tað møguligt at lata peningin verða verandi í bygdini. Tað er ikki øllum beskorið at eiga dagligan flutning til stóru handlarnar í Klaksvík. - Nei, vit hava ongan møguleika at kappast við teir stóru [...] sambandi og tænastu. Her er einki við at skunda sær og fáa kundan út aftur úr handlinum sum skjótast. Her hevur tíðin einki at siga. Her hevur menniskjað alt at siga. Og tað er ikki so lítið! Einki skelti
heldur, at tað eru fleiri orsøkir til at tað er so stórur áhugi fyri at seta búgv í Stórkommununi í Sundalagnum. - Eitt er, at vit liggja sera væl fyri, miðskeiðis í landinum, har tað er skjótt at koyra [...] altíð hava grundstykki tøk fyri at kunna nøkta tørvin. - Okkara mál í kommununi er, at ongin skal bíða eftir at fáa grundstykki. Hann sigur, at Kommunan tískil nú fer undir fleiri útstykkingar, men annars [...] hús. Borgarstjórin ivast ikki í, at slík bygging eisini hevur stóran áhuga, tí her koma fólk til hús, sum eru klára at flyta inn í og sleppa sostatt undan øllum stríðnum at byggja sjálvi. Annars eru tað ikki
bíligast at byggja eitt ellis- og røktarheim. Samstundis skuldi kannast, hvat eitt slíkt heim kom at kosta kommununi í rakstri, eftir at kommunurnar hava fingið eldraøkið at umsita. Hans Joensen helt, at verður [...] eisini, at Innlendismálaráðið hevur boðað frá, at er tað løgtingsis vilji, at at Vágs Kommuna skal kunna taka lán til endamálið, fer ráðið ikki seta seg upp ímóti tí. Hon gjørdi eisini greitt, at hurðin [...] samtykt, at ellis- og røktarheim skal byggjast á Prestajørðin í Vági, har ætlanin upprunaliga var at byggja miðnámskúla. Tað gjørdi býráðið á býráðsfundi í farnu viku. Áður hevur býráðið samtykt at søkja
fyri at fáa tað sett úr gildi, at talan er um úrvalsavtalur. - Semjast partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki um at strika ásetingarnar um úrvalsavtalur, er væntandi, at politikarar fara at royna at fáa Løgtingið [...] hvussu hann heldur, at dómurin er at ávirka arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Hann vísir á, at ein meginregla í fyristingarlógina, er, at mannamunur skal ikki gerast á fólki. - Tað merkir, at allir borgarar skulu [...] staðfest, at tað er brot á mannarættindasáttmálan at krevja, at fólk skulu vera limir í ávísum fakfelag fyri at fáa arbeiði, sigur Páll Nielsen. Samstundis staðfestir føroyska stýrisskipanarlógin at løgtingslóg
Terry hjá Chelsea spældi dystin lidnan við einum skaða, tó at hesin ikki tóktist heilt so álvarsligur. Eg vildi als ikki fara av vøllinum. At endurvinna meistaraheitið er fantastiskt, og tað vildi eg fyri [...] Fótbóltur Hann hevur aloftast verið maður fyri at geva tíðindafólkunum nøkur gullkorn heim við til dystarfrásagnir sínar. Og leygardagin gav Chelsea venjarin enn eitt av slagnum, tá hann tosaði um tankarnar [...] mest sum líkamikið, hvat vit hava gjørt, tí eingin virðir okkum fyri avrik okkara. Øll tosa bara um, at tað eru pengarnir hjá Abramovich, sum hava givið okkum meistaraheitið. Hetta kappingarárið vunnu vit
Tað gav tó at bíta, tá onkur mundi ligið sjóvarfallið av sær, tí viðkomandi ikki hevði hugsað um at keypa ferðaseðil. Viðkomandi helt nevniliga kanska ikki heilt av órøttum at tað var ókeypis at ferðast í [...] kann nakar siga viðkomandi ringan fyri at hava hildið seg til logiskan hugsunnarhátt, ið vildi sagt, at tá hátíðarhaldið er leygardag, so er tað hendan dagin, at suðuroyingar - eins og onnur sleppa ókeypis [...] í Føroyum henda dagin. Lýst hevði verið við, at ókeypis var undir sundini og við Teistanum og Smyrli. Tað sum viðkomandi ikki visti var, at tað ikki gjørdist ókeypis við Smyrli fyrr en sunnudagin. Og neyvan
hava sjálvsagdan rætt at fremja journalistisk val, men tá áhugin hjá miðlunum byrjar at líkjast forfylging, er neyðugt at tala at. Í fyrsta lagi er vert at leggja sær í geyma, at um vit í Føroyum vilja [...] týðandi er, at vit í Føroyum tola, at fólk vinna pening. Tað er einki forgjørt ella ólógligt í at vinna pening. Gert tú eitt gott arbeiði, er í fínasta lagi, at tú fært góða løn. Fjølmiðlarnir eiga at vera teir [...] vilja hava skikkað fólk at loysa krevjandi uppgávur, mugu vit vera til reiðar at gjalda fyri tað. Í hesum førinum skal undirstrikast, at stjórin, sum hevur verið á breddanum, er væl skikkaður og hevur servitan