Suðuroyingar fingu ikki tunnilsfrítt at fara leygardagin

Hugleiðing á tveimum hjólum: Leygardagin fór eitt fylgi av motorsúkklum úr Vági og av Tvøroyri við kós móti Klaksvík og nýggja Norðoyatunnlinum. Dýrdarveðrið leygardagin gjørdi túrin ógloymandi. Nýggi tunnilin er stásiligur og at fylgið slapp yvirum við ellisakførum fyrrapartin gjørdi mun, tí so kundi koyrast í Norðoyggjum leygardagin innan sjálvt hátíðarhaldið. Hóast onkur mundi ligið eftir umborð á Smyrli, tí viðkomandi ikki helt vera neyðugt at keypa ferðaseðil, men at ferðin var ókeypis, eins og aðrastaðni henda dag, so eydnaðist ferðin til fullnar allan vegin og gjørdist hetta ein ógloymandi motorsúkkluferð yvir fjøll, undir sund og á bátadekki

Klokkan 06:05 savnaðust eini 15 motorsúkklur úr Porkeri og Vági við Posthúsið í Vági og ferðin gekk norður eftir oyggj. Kósin varð greið.Fyrst Smyril á Krambatanga , har motorsúkklur av Tvøroyri eisini komu umborð. Síðani úr Havn til Klaksvíkar ígjøgnum nýggja Norðoyatunnilin.
Í skemti hava limirnir í fylginum givið sær sjálvum heitið Storm Boys, men hvussu er og ikki, so hevur heitið fest seg og er hangandi.

Ikki ókeypis fyri suðuroyingar
Alt gekk sum eftir ánni. Veðrið var gott og túrurin við Smyrli góður. Tað gav tó at bíta, tá onkur mundi ligið sjóvarfallið av sær, tí viðkomandi ikki hevði hugsað um at keypa ferðaseðil. Viðkomandi helt nevniliga  kanska ikki heilt av órøttum  at tað var ókeypis at ferðast í Føroyum henda dagin. Lýst hevði verið við, at ókeypis var undir sundini og við Teistanum og Smyrli.
Tað sum viðkomandi ikki visti var, at tað ikki gjørdist ókeypis við Smyrli fyrr en sunnudagin. Og neyvan kann nakar siga viðkomandi ringan fyri at hava hildið seg til logiskan hugsunnarhátt, ið vildi sagt, at tá hátíðarhaldið er leygardag, so er tað hendan dagin, at suðuroyingar - eins og onnur  sleppa ókeypis.
Men sum ein Klaksvíkingur segði seinni á degi:
- Óluksaliga løgið. Hvat skulu suðuroyingar í hópatal gera her norðuri sunnudagin? Eta restir og síggja norðoyingar hava timburmenn?

Presturin, súkklan og hundurin
Hvussu var og ikki. Hóast gjaldast skuldi, tí ein kom úr ávísum parti av landinum, so setti hetta ikki dempara á ferðina.
Skemtiligt var t.d. at hitta hvalbiarprest á flottari motorsúkklu umborð á Smyrli. Knappliga stóð hann á bildekkinum við lítlum, fittum hundi í føvninginum. Hvar kom hesin frá? Jú, prestur hevur vant hundin væl og hevur hesin rættiliga fingið bensin í blóðið, tí tá prestur koyrir motorsúkklu, so situr hundurin í aðrari taskuni aftanfyri á motorsúkkluni!!
Og brátt sást eitt fylgi á eini 17 motorsúkklur fara úr Havn og norðureftir tíðliga fyrrapartin leygardagin.
Tað undraði suðuroyingar, so vánaligar koyriumstøðurnar eru í støðum norðanfyri, í mun til gamla og smala, men tó slætta, asfaltið í Suðuroynni.
Við tunnilin í Kaldbaksbotni hava teir fílað asfalt omanav vegnum og onki er koyrt í aftur. Sama er galdandi inni í tunnlinum norðuri við Streymin.
Fyri ein, ið koyrir á motorsúkklu hevur hetta við sær, at hjólini skifta millum allar tær smáu rufflurnar í vegnum og tað kennist, sum fer súkklan fyrst til vinstru og síðani høgru við skjótum millumbilum. Við øðrum orðum, so kemur slingur í valsin, og tað er hvørki heppið ella avslappandi og er neyvan heldur í samsvar við ferðslutrygdina.

Fyrst ígjøgnum
Avtalan var, at klokkan 11 slapp fylgið av hesum motorsúkklum sunnast úr Føroyum ígjøgnum Norðoyatunnilin saman við ellisakførum, ið fóru fyrstuferð undir sundið tá. Og flestu súkklurnar hava aldur at vera  og eru  ellisakfør, so hetta hóskaði bara væl.
At sleppa so tíðliga merkti eisini, at koyrast kundi í Norðoyggjum, innan hátíðarhaldið seinnapartin. Lagt varð til brots heilt norður á Viðareiði. Har ein sera góður biti fekst frá Elisabeth, ið er ættað úr Vági, og rekur matstovu á Viðareiði. Síðani tóku menn sær av løttum og hugdu seg um í góðveðrinum á Viðareiði.
Leiðin gekk so til Kunoyar og eftir hesa ferðina stevndi fylgið aftur til Klaksvíkar, tí nú nærkaðist løtan, tá fyrstu akførini alment komu ígjøgnum nýggja tunnilin og hátíðarhaldið í Klaksvík byrjaði í dýrdarveðrið.
Og tað var ein góð løta í Klaksvík. Afturvið góðum og glaðum jazzi frá dugnaligum bólki úr Noreg, fekst kaffi og partur av stóru tunnilskøkuni. Høvi var at hitta vinir og kenningar, tí her var nógv fólk - sum á ólavsøku, sum tikið verður til.
Og tá ein partur av fylginum aftur stevndi til Havnar og umborð á Smyril, var bilrøðin í nýggja tunnlinum so long, at áfast var heilt til Leirvíkstunnilin og bilar komu í hópatali allan vegin úr Havn.
Komnir umborð á Smyril var stórsti parturin av ferðini lagdur afturum og klokkan 22 gekk leiðin heim til húsa. Parturin av fylginum, sum varð verðandi eftir í Klaksvík, fór seinni til Runavíkar at liggja nátt og koyrdi síðani allan sunnudagin í Eysturoynni og har á leið, fyri at fara umborð á Smyril og til hús sunnukvøld.
Ein ógloymandi ferð á tveimum hjólum fekk ein enda, norðoyingar fingu tunnil og suðuroyingar eina góðan túr og frítt at fara norðeftir, tá alt hátíðarhald var av. Men upplivilsini eru avgjaldsfrí og kunnu heintast fram ókeypis. Og tunnilin er eitt frambrot, ið er norðoyingum, og føroyingum annars, væl unt, og sum peikar fram á ta kós, ið samferðslan sum heild eigur at stevna.