Grundvøllurin undir Suðuroy farið at rilla

- Tann høgi oljuprísurin er farin at hótta djúpvatnstrolararnar, men fer hann fyri bakka, verður tað til óbótaligan skaða fyri vinnulív, fólk og húsarhald í Suðuroy, sigur Granskingardepilin fyri økismenning í nýggjari frágreiðing

Djúpvatnstrolararnir
 

 Fara Djúpvatnstrolararnir fyri bakka, verður tað til óbótaligan skaða fyri Suðuroy.
Og tað fer at raka bæði vinnulív, fólk og húsarhald.
Tað staðfestir Granskingardepilin fyri Økismenning í eini nýggjari frágreiðing.
Tað eru teir báðir, Dennis Holm og Bogi Mortensen, sum hava kannað, hvønn týdning djúpvatnstrolararnir hava fyri Suðuroy.
Og teir staðfesta, at bæði beinleiðis og óbeinleiðis, hava djúpvatnstrolararnir sera stóran búskaparligan týdning fyri Suðuroy.
Teir vísa á, at av teimum 12 djúpvatnstrolarunum í flotanum, hoyra teir 9 heima í Suðuroy, umframt at  at suðuroyingar manna ein afturat.
Tilsamans eru einir 130 suðuroyingar við djúpvatnstrolarunum og sostatt hevur lagnan hjá trolarunum beinleiðis ávirkan á 100-130 húski í Suðuroy og tá eru reiðarar, umsiting og maskinmenn ikki talt við.
Tilsamans forvinna teir 130 Suðuroyingarnir við djúpvatnstrolarunum einar 65 milliónir krónur.
Men umframt manningarpartin, hava flestu djúpvatnstrolarar eisini ein reiðara og/ella eina umsiting, og harafturat hava fleiri skip maskinmenn á landi, sum teir eisini løna.
Í fjør forvunnu tilsamans 351 fiskimenn í Suðuroy góðar 111 milliónir krónur, ella góðar 315.000 krónur í miðal.
- Teir 130 menninir við djúpvatnstrolarunum forvunnu sostatt 58,5% av samlaðu lønarútgjaldingunum til fiskimenn í Suðuroy, hóast, hóast manningarnar við djúpvatnstrolarunum bara eru 37% av fiskimonnunum í Suðuroy, sigur Granskingardepilin.
Eisini fyri kommunurnar í Suðuroy hava djúpvatnstrolararnir stóran týdning.
Í 2004 betaltu manningarnar á djúpvatnstrolarunum einar 13 milliónir í kommunuskatti og tað eru eini 12% av allari skattainntøkuni hjá kommununum í Suðuroy.
Men djúpvatnstrolararnir eisini eina óbeinleiðis ávirkan á búskaparæigu støðuna í Suðuroy, við tað, at tað eisini stendst nógv avleitt virksemi av  teimum.
Virksemið, sum er avleitt av djúpvatnstrolarunum eru maskinverkstaðir, virki, sum gera reiðskap, umframt at bunkring og provintering eisini førir virksemi við sær.
Hjá fleiri av hesum virkjum eru djúpvatnstrolararnir ein avgerðandi hornasteinur í virkseminum.
 
- Trý ártíggju við djúpvatnstrolarum í Suðuroy hava gjørt, at flaka- og fiskavirkini í
oynni í ávísan mun hava lagt seg eftir at arbeiða fisk, sum hesir trolarar fiska og tey eru sostatt í ein ávísan mun tengd at hesum trolarum.
Tey sjey virkini, sum eru í Suðuroy nú, arbeiddu sløk 7.000 tons í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Av hesum eru góð 4.200 tons frá djúpvatnstrolarunum.
Sostatt fingu virkini í Suðuroy 60% av rávøruni  frá djúpvatnstrolarunum hendan fyrsta ársfjórðingin í ár.
Fyrsta ársfjórðing í ár rindaðu fiskavirkini í Suðuroy tilsamans 14 milliónir krónur í lønum, og í miðal vóru  310 fólk til arbeiðis á flaka- og fiskavirkjunum.
Fiskavirkini í Suðuroy eru sostatt týdningarmikil arbeiðspláss og her er talan serliga um ófaklærd arbeiðsfólk.
Í Suðuroynni eru fiskavirkini millum teir fáu valmøguleikarnir hjá ófaklærdum, ikki minst hjá ófaklærdum kvinnum.
Metingarnar siga, at fiskavirkini í Suðuroy fara at taka ímóti 26.000-27.000 tonsum av fiski í
ár.
Hetta er væl meiri enn í 2005, tá ið tey einans tóku ímóti tilsamans gott og væl 15.000 tonsum. Um hetta fer at halda, verður arbeiði á flaka- og fiskavirkjunum í Suðuroy eisini væl støðugari í 2006 enn í fjør og tá
Í fjør rindaðu fiskavirkini í Suðuroy einar 39 milliónir krónur í lønum, men heldur gongdin higartil til ár sær, verður væl meiri virksemi í ár 
Men eisini á annan hátt, hava djúpvatnstrolararnir sera stóran týdning fyri Suðuroy
Teir eru ímillum tær stóru fyritøkurnar í oynni og eru sostatt eisini av týdningi fyri heildina, hvat vinnulívinum í oynni viðvíkur.
Eitt nú hava trolararnir fleiri ferðir sett pening í annað virksemi í Suðuroy.
Sostatt gera trolararnir sítt til at aðrar fyritøkur og aðrar vinnur kunnu verða settar á stovn í økinum  ella bjargaðar, er tørvur á tí.
Men Granskingardepilin fyri Økismenning vísir á, at nú er oljan so dýr, at heldur hendan gongdin fram, eru vánalig útlit fyri rakstrinum í ár.
Djúpvatnstrolararnir brúka nógva olju og tí hevur oljuprísurin sera stóran týdning fyri raksturin.
- Tí kann tað seinni í ár vera neyðugt at finna onkra loysn fyri djúpvatnstrolararnar seinni í ár og tað eigur politiski myndugleikin helst longu nú at fyrireika seg til, sigur Granskingardepilin fyri Økismenning.
Í samrøðu við Sosialin í farnu viku, segði Mikkjal Hammer, reiðari á Steintóri í Hvalba, at tað er greitt, at eingin kann í longdini reka vinnu, sum ikki hongur saman.
 Hann segði, at sum gongdin er nú, verður í hvussu so er neyðugt at fáa meira fyri hvønn litur av olju. Og jú dýrari oljan verður, tess verri gerast útlitini hjá trolarunum, verða eingi stig tikin til bata.
- Men sum gongdin er nú, er ikki óhugsandi, at skipini verða løgd ein part av árinum, segði hann.