- Áttu at havt reglugerð fyri hoppiborgir

Sum nú er hevur Arbeiðseftirlitið ikki eftirlit við arbeiðnum, ið fevnir um stuttleikaútgerð  eitt nú hoppiborgir:
 
- Onkur hevur spurt okkum áður, um vit hava nakrar reglur til stuttleikaútgerð, men tað hava vit ikki. Og í roynd og veru er hetta heldur ikki okkara øki. Men onkur áttu avgjørt at havt nakrar reglur hesum viðvíkjandi, so tað ikki bert verður upp til hvønn einstakan at avgera, hvussu trygdin á slíkum hoppiborgum skal verða. Onkuntíð standa somuleiðis børn og ung og ansa eftir hoppiborgunum, og tað líkist ongum, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.