Tað eru ikki nógv skip ella bátar við bryggju her á Kósini, nú klokkan er farin at nærkast 10.
Tað er týsdagur og flestu útróðrarbátarnir eru úti, nú streymurin er í minking aftur. Hann var rættiliga høgur um vikuskiftið, men tá mundu teir neyvan leggja so nógv lag í tað: Teir vildu heldur verða heima, nú koyrandi varð til Leirvíkar á fyrsta sinni.
Men her norðarlaga á Kósini liggja tveir trolbátar - annar bláur á liti og hin grønur.
Við tann norðara teirra stendur ein lastbilur við útsveiggjaðum krana, og har síggjast eisini nakrir mans ganga í eyðkendu reyðlittu klæðunum hjá teimum, sum fáast við fisk. Hetta eru sjálvsagt ein partur av landarunum á Kósini.
Hesa løtuna rigga teir til at landa, og bíða í roynd og veru bert ta løtuna aftrat, sum tað tekur einum myndamanni hjá Sosialinum at gera seg lidnan við arbeiðið sítt.
- OK, so byrja vit, sigur kranførarin Ingolf Joensen sum er úr Hvannasundi.
Tað er hann sum hevur ábyrgd av at hiva fongin úr lastini og í land, - eitt arbeiði, sum hann hevur drúgvar royndir í.
Hann hevur nevniliga verið í starvi hjá Landingarmiðstøðini í Klaksvík í langa tíð. Áðrenn tað var hann nógv til skips.
Hvítir kassar
Sjálvur stendur Ingolf á dekkinum við tólinum í hondini, sum hann nýtir at stýra krananum við.
Tað er skjótt at krókarnir eru komnir niður í lastina og fest er í. Vit á kaikantinum síggja nú teir fyrstu hvítu kassarnar koma úr lastini, har teir síðani verða settir á ein platt av tveimum av hinum landarunum.
Teir loysa krókarnar av, og síðani fara teir umborð aftur á lastina, væl stýrdir av Ingolfi. Og løtu seinni koma tríggir kassar á land.
Hetta gongur bæði skjótt og væl. Tað er týðiligt at hesir menninir vita, hvat teir skulu gera og nær.
Her er eingin ivi. Hesir menninir virka sum eitt gott landara-team!
Fjølbroytt arbeiði
Hetta er ikki fyrstu ferð at Ingolf er við í arbeiðinum at landa eitt skip her í Klaksvík. Hetta hevur hann gjørt mangan áður.
Hann hevur arbeitt her hjá Landingarmiðstøðini í 10 ár, og hevur roynt rættiliga nógv av tí, sum hoyrir til eitt tílíkt arbeiðspláss.
- Eg havi faktiskt gjørt alt muligt, sum Ingolf tekur til.
Hann hevur soleiðis koyrt trukk, koyrt kranabilin og hevur eisini arbeitt inni á virkinum.
Í dag er hansara arbeiði at standa fyri hivingini úr kranabilinum, sum stendur inni á bryggjuni.
Lastbilurin stendur væl, soleiðis at Ingolf lætt og ómakaleyst kann hiva henda dýra fongin í land.
Sum landari sær ein nógv ymisk fiskasløg verða hivað í land. Henda morgunin er tað fyri ein stóran part havtaska, men eisini nakað av øðrum fiski.
Ójavnir at landa
Hóast onkur kann halda, at bátarnir eru rættiliga eins á at líta, so sær Ingolf kortini ein mun á teimum: Munurin er, tá talan er um umstøðurnar hjá landarunum.
Fyrrapartin týsdagin stóð trolbáturin Dýrindal úr Haraldsundi fyri tørni hjá Ingolfi og starvsfelagum hansara.
Eftir royndunum hjá Ingolfi at døma eru nógvir bátar ikki so góðir at landa, meðan aðrir eru tað. Dýrindal hoyrir uppí tann seinna bólkin.
- Hann hevur kanska heldur lítla lúku. Men hon er kortini ikki minni enn so, enn at tað ganga tvey hiv ígjøgnum hana, slær Ingolf fast.
Hinvegin, - so liggur ein annar bátur innanfyri Dýrindal, nevniliga Gáshøvdi sum viðingar eiga. Hesin er, sambært kranføraranum á Kósini sera góður at landa.
Skjótt arbeiði
Tíðin, tað tekur at landa ein bát er sjálvandi treytað av fonginum í lastini.
Enn duga menn ikki at siga, hvussu nógv Dýrindal hevur fingið henda túrin.
Men Ingolf roknar sjálvur við, at tað fer at taka teimum ein hálvan tíma til trý korter at landa.
- Sovítt eg veit, hevur hann ikki meiri enn einar hundrað kassar, sigur Ingolf.
Hinvegin, var lastin full av fiski, so hevði tað helst tikið einar tríggjar tímar ella so.
- Tá vit eru lidnir her, fara vit yvir at landa Gásahøvda. Og so veit eg ikki meiri fyri í dag, sigur Ingolf.
FAKTA
Dýrindal
Eigari: Ólivant í Haraldsundi
Útgerðarmaður: Páll P.S. Klettskarð
Smíðaður: Ósey, Hafnafjørðinum í Íslandi
Smíðiár: 2002
Longsta longd: 19.35
Breidd: 4.97
Dýbd: 2.56
BT: 77.97
NT: 23.39
Úr gomlum Sosiali:
Nýggjur trolbátur til Haraldssund
Sannur hátíðardámur valdaði á keiini í Haraldssundi mikumorgunin, tá nýggi trolbáturin Dýrindal kom til bygdina
Haraldssund:
Hóast tað var nógvur vindur, og tað hevði hug at regna, var fitt av fólki savnað á keiini, tá trolbáturin Dýrindal legði at í myrkrinum fyrrapartin mikudagin. Alt bygdarfólkið og fleiri avbygdafólk eisini vóru komin at taka ímóti.
Børn veittraðu við fløggum, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg. Heini O. Heinesen helt røðu vegna kommununa, har hann ynskti Páll Klettskarð, eigaranum av Dýrindali, til lukku við nýggja bátinum og bjóðaði teimum hjartaliga vælkomnum. Síðani takkaði Páll Klettskarð fyri stórfingnu móttøkuna.
Aftaná hátíðarløtuna á keiini, bjóðaði kommunan ábit í bygdarhúsinum.
Dýrindal er bygdur á eini nýggjari skipasmiðju á Hafnafirði í Íslandi. Hann kostaði umleið seks milliónir krónur. Fyrst verður helst farið ein royndartúr, áðrenn fyrsti rættiligi fiskitúrurin verður. Tað verða væntandi fýra ella fimm mans við bátinum.
(Solby Eliasen á Sosialinum skrivar 27. november 2002)
Veiðan henda túrin
Týsmorgunin landaði Dýrindal til Landingarmiðstøðina í Klaksvík.
Henda túrin hevði hann 5.075 kg., harav meginparturin var havtaska.
Annars var nakað av toski og upsa.