Arbeiðsmarknaður og úrvalsavtalur
- Tað er onki at ivast í, at eini Føroyar verða ávirkaðar av úrskurðinum, sum varð feldur í altjóða dómstólinum í Strasburg fyrr í ár.
Tað staðfestir Páll Nielsen.
Páll Nielsen er løgfrøðingur við serligum kunnleika til arbeiðsmarknaðin.
Á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag herfyri greiddi hann frá, hvussu hann heldur, at dómurin er at ávirka arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Hann vísir á, at ein meginregla í fyristingarlógina, er, at mannamunur skal ikki gerast á fólki.
- Tað merkir, at allir borgarar skulu viðgerast eins. Tað merkir eisini, at tá ið ein søkir starv, ella søkir um byggiloyvi, hevur tað ongan týdning, hvørja trúgva, viðkomandi hevur, hvønn húðalit, viðkomandi hevur ella, hvørjum felag, viðkomandi er limur í.
- Av hesum sama hava dómstólar og løgfrøðingar í ártíggjur havt ta áskoðan, at úrvalsavtalur eru ólógligar á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Kortini hevði Starvsmannafelagið úrvalsavtalur við landsstýrið, men fyri nøkrum árum endaði eitt slíkt mál í rættinum, har ein starvsmaður kravdi, at hann kundi ikki tvingast til at vera limur í Starvsmannafelagnum fyri at kunna arbeiða á hesum ávísa arbeiðsplássinum.
Og hann fekk viðhald í rættinum, tí niðurstøðan í dóminum var, at hann hevði ikki skyldu til at vera limur í Starvsmannafelagnum fyri at arbeiða á einum ávísum almennum stovni, hóast tað stóð í sáttmálanum.
Brot á mannarættindi
Men fyrisitingarlógin er ikki galdandi á privata arbeiðsmarknaðinum.
Á privata arbeiðsmarknaðinum kunnu partarnir í grundregluni avtala, hvat teir vilja.
- Kortini eru nógvar lógir, bæði í Føroyum og altjóða lógir, sum partarnir mugu laga seg eftir.
Ein av hesum altjóða lógum er mannarættindadómstólurin.
Higartil hava løgfrøðingar tulkað lógina so, at mannarættindadómstólurin forðar ikki fyri at hava úrvalsavtalur á arbeiðsmarknaðinum.
Teir hava havt ta áskoðan, at ætlanin við lógunum um mannarættindini hevur ongantíð verið, at tær skuldu stýra sáttmálaviðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum.
Men fyri nøkrum árum síðani kærdu tveir danir til mannarættindadómstólin og kravdu, at danski staturin varð dømdur av viðurkenna, at tað er brot á mannarættindasáttmálan at hava úrvalsavtalur í Danmark.
Fyrr í ár fall dómurin og teir báðir danirnir fingu viðhald.
- Sostatt hevur altjóða dómstólurin staðfest, at tað er brot á mannarættindasáttmálan at krevja, at fólk skulu vera limir í ávísum fakfelag fyri at fáa arbeiði, sigur Páll Nielsen.
Samstundis staðfestir føroyska stýrisskipanarlógin at løgtingslóg hevur ikki gildið, tá ið hon gongur ímóti millumtjóða sáttmálum.
- Sostatt mugu vit staðfesta, at dómurin í mannarættindadómstólinum eisini fær avleiðingar í Føroyum.
Arbeiðsgevarar strongja á
Páll Nielsen sigur, at hetta hevur ført við sær, at arbeiðsgevarar eru longu farnir at strongja á fyri at fáa tað sett úr gildi, at talan er um úrvalsavtalur.
- Semjast partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki um at strika ásetingarnar um úrvalsavtalur, er væntandi, at politikarar fara at royna at fáa Løgtingið at seta bann fyri úrvalsavtalum.
Páll Nielsen sigur, at grundgevingin verður uttan iva, at føroyingar kunnu ikki koma sær í vanda fyri at fáa dóm fyri at hava brotið mannarættindini.
Hann sigur, at sum støðan er nú, hava hvørki arbeiðsgevarar ella arbeiðsfólk skyldu til at virða ásetingarnar í sáttmálunum sum sigur, at tey skulu vera limir í einum ávísum felagi.
- Eftir dóminum hava hvørki arbeiðsgevarar ella arbeiðsfólk skyldu til at virða tann partin í sáttmalanum sum sigur, at tey skulu vera limir í einum ávísum felag fyri at kunna arbeiða.
Tað merkir so eisini, at tekur arbeiðsgevari fólk í arbeiði, sum ikki eru limir í einum felag, kunnu fakfeløgini onki gera við tað.
- Eftir lógini kunnu arbeiðsfólk ikki longur nokta at arbeiða saman við fólki, sum ikki eru limir í einum fakfelag, tí tað vildi verið brot á tænastuskyldurnar.
Skerpa tónan og upplýsa meiri
Páll Nielsen vísir á, at í Danmark eru tað mong, sum melda seg úr vanligu fakfeløgunum og melda seg inn í alskyns alternativ feløg.
Men tað er ein sannroynd, at hesi feløgini geva ikkis serliga stór rættindin og hava ofta vánaligar eftirlønir og lívstryggingar.
Hann reisir síðani spurningin um, hvat fakfeløgini kunnu gera, fyri at varðveita limirnar og forða fyri, at teir rýma úr feløgunum.
- Fakfeløgini kunnu sjálvandi gera skipanir, sum gera tað lokkandi at vera limur í einum fakfelag. Men ikki minst kunnu fakfeløgini gera eitt upplýsandi arbeiði, har tey greiða frá teimum fyrimunum, sum eru við at vera limir í einum fakfelag.
Tað heldur hann vera serliga átrokandi hjá fakfeløgunum
Í hesum sambandi hugsaði hann um, at fakfeløgini hava felags lívstryggingar og eftirlønarskipanir.
At talan er um felags skipanir, ger, at tær eru nógv bíligari enn tær høvdu verið, um hvør einstakur sær, teknaði sína egnu lívstrygging og eftirlønarskipan.
- Alt hetta eru munandi fyrimunir við at vera limur í einum fakfelag, segði Páll Nielsen.
- Ein annar máti er at royna at forða fyri, at tey, sum ikki vilja vera limir í fakfelag, av sær sjálvum fáa somu rættindi og sømdir, sum fakfeløgini við stríði hava vunnið sínum limum.
- Kann tað veruliga bera til, at tey, sum ikki vilja vera limir í einum fakfelag, skulu fáa tey rættindi borin upp í hendurnar, sum fakfeløgini bróta nasar fyri at vinna sínum limum, spurdi hann.
Hann vísti eisini á, at tey, sum eru limir í einum fakfelag, eru eisini vard av sáttmálanum, sum er galdandi, men tey, sum ikki er í einum fakfelag, hava ikki hesa trygdina.
- Tey mugu hvør sær hugsa um síni egnu rættindi og tí kunnu tey koma rættiliga illa fyri av tí sama, tá ið tað er okkurt, tey gloyma at hugsa um á vegnum.
Kortini væntar Páll Nielsen, at arbeiðsgevarar óformliga fóru at tryggja øllum somu sømdir, men sum so er ongin trygd í tí.
Men hann væntar eisini, at ein avleiðing av dóminum í Strasburg, verður, at fakfeløgini fara at skerpa kósina mótvegis arbeiðsgevarunum á hesum øki og fara at krevja, at tað verður gjørt púra greitt, at tað vera bara limirnir í fakfelagnum, ið hava tey rættindi, sum eru nevnd í sáttmáslanum, og ongin annar
Tí metti Páll Nielsen eisini, at samanumtikið fer tað eisini framyvir at verða torført at standa uttanfyri fakfeløgini, hóast summi kunnu freistast til tað eftir úrskurðin í mannarættindadómstólinum.
At talan er um úrvalsavtalur merkir, at Limir í fakfeløgunum kunnu bara arbeiða hjá limum í arbeiðsgevarafelagnum og arbeiðsgevarar kunnu somuleiðis bara hava limir í fakfeløgunum til arbeiðis. Úrvalsavtalur bindur sostatt báðar partar.
Men nú hevur altjóða dómstólurin í Strasburg komin til ta niðurstøðu, at úrvalsavtalur eru ólógligar. Sostatt kann ongin tvingast at verða limur í einum fakfelagi.