Bygdahandil
Árnafjørður: Tað er ikki størsta úrval av matvørum, sum møtir tí sum fer til handils her í Árnafirði.
Ikki tí, í handlinum eru nógvar hillar, men á teimum stendur bert eitt avmarkað tal av vørum hjá kundanum at spyrja eftir og keypa.
Á eini hill standa tveir dunkar av Kulør. Á einum veggi stendur ein hillaskipan við trimum hillum. Á ovastu hillini standa tveir pakkar við flormelis og tveir við rugmjøli. Á mittastu hillini ein pakki við eggum og ein dunkur við edikki, og á niðastu hillini tveir pakkar við leyki.
Á einum borði stendur nakað av góðgæti og sukurlátu, og í høgru síðu er sodavatnsdeildin við fleiri sløgum av framleiðsluni frá Føroya Bjóri.
Frammi við eitt vindeyga er fruktdeildina, har skilaveggur er gjørdur millum súreplini og appelsinirnar. Og hevur tú brúk fyri putursukuri, sukurmolum ella sukuri, ræður um at skunda sær. Bert tveir pakkar eru eftir av hvørjum!
Gamaní, - hetta er ikki tað størsta úrvalið av matvørum, ið hesum handilin liggur inni við. Kortini er hetta eitt stað, sum fyri fleiri av bygdarfólkunum ger tað møguligt at lata peningin verða verandi í bygdini. Tað er ikki øllum beskorið at eiga dagligan flutning til stóru handlarnar í Klaksvík.
- Nei, vit hava ongan møguleika at kappast við teir stóru handlarnar. Okkara kundar eru vanir at koma her, og gera tað eisini, sigur handilsmaðurin, sum í dag eitur Páll Olsen. Annars er konan eisini í handlinum.
Megna tey ikki at kappast í úrvali og prísi, kunnu tey í øllum førum kappast í hugna, persónligum sambandi og tænastu.
Her er einki við at skunda sær og fáa kundan út aftur úr handlinum sum skjótast. Her hevur tíðin einki at siga. Her hevur menniskjað alt at siga.
Og tað er ikki so lítið!
Einki skelti
Visti ein ikki av tí frammanundan, so var einki sum bendi á, at tann lítla bygdin millum báðar Borðoyartunlarnar hevði ein handil.
Einki prangandi skelti vísir vegin til handilin omanfyri bygdina. Og niðri í bygdini er heldur einki sum bendir á, at árnfirðingar hava møguleika at keypa ein part av gerandisvørum sínum í heimbygdini.
Komin oman í bygdina mást tú líkasum bara vita, hvar handilin er. Heldur ikki her sæst nakað til skelti, sýnisglugga ella parkeringspláss frammanfyri helst mest forkunnuga handilin her á landi.
Einasta tekin um, at hetta er eitt stað sum bygdarfólkið av og á fer til, er tann blái postkassin á húsavegginum. Skal ein senda eitt bræv, so er hetta staðið til tað. Annars er einki tekin um nakað handilsligt virksemi í Árnafirði.
Tað er kanska so sum Páll handilsmaður sigur:
- Árnafjørður er so lítil bygd. Tað eru ikki nógvar gøtur at taka feil av.
- Og bygdarfólkið, - tey vita í øllum førum hvar handilin er.
Vit gera tó eina roynd. Taka í handtakið og fara innar. Jú, her er opið.
Fremmandafólk
Vit fara niðan smølu trappurnarnar, bert fyri at staðfesta, at í handlinum er ikki eitt einasta menniskja at síggja. Vit bíða bara eitt bil, tí onkur man fara at koma inn í handilin. Spurningurin er bara hvagani, tí nógvar hurðar eru, eins og kjallari.
Tað gongur ein løta. Ein rættiliga long løta fyri fólk úr høvuðsstaðnum, sum eru von við tænastu her og nú og beinanvegin. Vit bíða eina løtu aftrat, og gera okkum til at fara, tá hurðin brádliga gongur í kjallaranum.
Niðan trappurnar koma nú Páll handilsmaður og svágur hansara, Levi Justinussen.
- Nå, fremmandafólk í Árnafirði, er fyrsta viðmerking hansara.
Frammanfyri diskin standa tríggjar ungar gentur og tvey onnur umboð fyri tíðindatænastuna.
Fyrstu kundarnir
Klokkan er 10:30 og kanska, ja, kanska eru vit fyrsta kundarnir í dag?
- Jú, tit eru teir fyrstu. Her hevur eingin verið enn.
- Tey síggja helst bilin hjá Sosialinum standa uttanfyri handilin. Og tá kemur so eingin inn, sigur Páll stutt.
Annars er hetta við upplatingartíð eitt sindur leyst. Tað er einki fast sum so, men latið verður upp um morgunin og aftur, tá tað fer at kvølda.
- Eg veit ikki. Vanliga plaga vit at lata aftur um 6-tíðina, sigur Páll.
Øll velta ikki
Hesin einasti handilin í Árnafirði er neyvan størri enn skrivstovan hjá stjóranum í einumhvørjum stórum matvøruhandli í Føroyum.
Kortini hevur handilin ein týdning og leiklut hjá teimum, sum dagliga keypa her.
Her fáa tey ein part av vørunum, tey hava brúk fyri, og kunnu haraftrat keypa vørur í smærri nøgdum.
Á eini hill standa leysar wc-rullur og í mótsatta horni stendur ein ásettur sekkur við eplum. Og á borðinum stendur vektin, her eplini verða vigað.
Fyri ein sum er einsmallur ella einsamøll í húsi er hetta ein tænasta av teimum sjáldsomu: At kunna keypa sær júst tað talið av eplum, ein hevur brúk fyri til dagsins døgverða, er ikki ein møguleiki sum finst allastaðni kring landið.
- Skuldu hesi fólkini keypt ein heilan sekk av eplum, so hevði helst ein stórur partur farið fyri einki.
- Men her kunnu tey keypa tað í leysari vekt, og tað haldi eg at fólk eru fegin um. Tað eru jú ikki øll sum velta, sigur Páll.
Fáa ikki stongt
Tey seinnu árini er fólkatalið í Árnafirði minkað. Fyrr mundi talið tátta upp í 100, meðan tað í dag er farið nærum niður í helvt.
Tá var tað ein størri fyritøka at fara til handils, um ein ikki keypti í handlinum hjá Niclasi, sum hann tá varð nevndur. Skuldi ein onkur onnur handilsørindi var ikki annað at gera enn at ganga upp um fjallið til Klaksvík.
Tá var munandi meiri selt í handlinum í Árnafirði. Hann fekk tá vørurnar sendandi við postbátinum, sum kom higar eina ferð um vikuna.
At fólkatalið er minkað øll hesi árini hevur aftur merkt søluna í handlinum. Fyrr var nógv fólk inni og keypti. Í dag eru kanska eini 4-5, um ikki fremmandafólk sum umboða tíðindatænastuna koma á gátt.
Eftir vanligari hugsan átti ikki at borið til at rikið ein slíkan handil. Men hann er framvegis opin, hóast árnfirðingar nú kunnu ferðast frítt gjøgnum Norðoyatunnilin og gera stórinnkeyp í handlum kring alt landið.
Og so kemur helst eisini rættasta svarið uppá spurningin, sum Páll handilsmaður fekk sett - og setti kanska eisini sær sjálvum - fyrst í greinini.
- Hví vit ikki bara lata handilin aftur? Kanska er tað tí, at eingin fær upp í lag at steingja!!
Tann dagin hetta hendir verða vit mentanarliga fátækari.