Vágs Býráð samtykkir at byggja ellis-og røktarheim

Vágs Býráð hevur nú samtykt at ellis- og Røktarheim skal byggjast á Prestajørðini, har ætlanin upprunaliga var at byggja ellis-og røktarheim

Ellis-og Røktarheim
 

Vágs Býráð hevur nú  samtykt, at ellis- og røktarheim skal byggjast á Prestajørðin í Vági, har ætlanin upprunaliga var at byggja miðnámskúla.
Tað gjørdi býráðið á býráðsfundi í farnu viku.
Áður hevur býráðið samtykt at søkja um almennan stuðul til at byggja heimið, men landsstýrið hevur saknað, at býráðið eisini samtykti at fara undir sjálva byggingina.
Og samtykti býráðið so á fundi í farnu viku.
Men Vágs Býráð er framvegis ikki samt um ætlanina, tí tað var bara ein meiriluti, sum atkvøddi fyri ætlanini.
Tað vóru fimm býráðslimir, sum atkvøddu fyri at byggja heimið og fýra atkvødu ímóti.
Teir fýra býráðslimirnir, sum vóru ímóti, tóku heldur undir við einum uppskoti frá Hans Joensen, býráðslimi, um at býráðið skuldi kanna, hvar í Vági tað var best og bíligast at byggja eitt ellis- og røktarheim.
Samstundis skuldi kannast, hvat eitt slíkt heim kom at kosta kommununi í rakstri, eftir at kommunurnar hava fingið eldraøkið at umsita.
Hans Joensen helt, at verður ellisheimið bygt, uttan at kanningar eru gjørdar, er Vágs Býráð á veg út hagar, sum ongin grynnir og tað vildi hann forða fyri.
Men meirilutin í Býráðnum heldur framvegis fæst við, at tað einasta rætta er at byggja ellis-og røktarheimið og summi halda enntá, at tað er ongantíð ov skjótt, at arbeiðið byrjar.
Samstundis upplýsti Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, hon Fíggjarmálaráðið hevur staðfest, at serliga lagaliga fígging til byggingina, stendur við.
Vágs Kommuna skyldar meiri enn eina álíkning og skal kommunan hækka lánið, skal loyvi fáast fá innlendismálaráðnum.
Kirstin Strøm Bech, upplýsti eisini, at Innlendismálaráðið hevur boðað frá, at er tað løgtingsis vilji, at at Vágs Kommuna skal kunna taka lán til endamálið, fer ráðið ikki seta seg upp ímóti tí.  
Hon gjørdi eisini greitt, at hurðin at lata hinar kommunurna sleppa upp í ætlanina, stendur framvegis opin.
Tað eru annars tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, sum eru sama um at byggja heimið, men hinar kommunurnar vilja framvegis ikki vera við.
 
 
Skulu gjalda fyri plássini
Eitt, sum stórt spurnartekin hevur verið sett við, er, hvør skal hava rætt til at koma inn á eitt Ellis-og røktarheim, sum kommunurnar í Syðru helvt byggja í Suðuroy.
À býráðsfundinum í Vági týskvøldið, upplýsti borgarstjórin, at heimið í Vági fer at vera rikið eftir sama leisti sum heimið í Sundalagnum.
­Tað merkir, at tað vera tey eldru í teimum kommununum, sum byggja heimið, ið eisini hava fyrsta rætt til plássini.
Men standa pláss tóm, kunnu eldri úr øðrum kommunum koma á heimið, men so skulu heimakommunurnar,  hjá hesum folkum gjalda fyri plássið.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu stórt hetta gjaldið verður,  men tað fer at verða ásett eftir, hvussu nógv heimið fer at kosta kommununum í syðru helvt at byggja. Annars er tað landið, sum rindar allan raksturin.
Ellis-og Røktarheimið verður rikið eftir sama leisti. Tað merkir, at tað fyrst eru tey eldru í Sunda Kommunu, sum hava rætt til plássini.
Men er pláss, eru eldri aðrastaðni frá vælkomin á heimið at vera og tá skulu kommunurnar, haðani tey eru, betala eina ávísa upphædd fyri tað.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, væntar, at hetta gjald fer at vera einar 5000 krónur um mánaðin fyri hvørt fólki.