sagt: ein uppliving fyri øll. Nú er so ætlanin, at enn fleiri skulu hava møguleika at síggja leikin, og tí bjóðar dramabólkurin skúlaungdómi kring landið at síggja leikin. Hetta verður í Mentanarhúsinum [...] skúlum kring landið, at næmingar framføra okkurt fyri foreldrum áðrenn farið verður í jólafrí. Sangur, tónleikur og krubbuspøl eru oftast á skránni, men hetta er eisini eitt gott høvi til at sýna fram ymiskt [...] tey hava valt at kalla leikin á føroyskum. Leikurin er so avgjørt ikki nakað fitt jólaspæl, men framførslan var sera væl umtókt av bæði næmingum og foreldrum. So væl var leikurin umtóktur, at hann varð sýndur
Skilji ikki at fólk kunnu gremja seg um veðrið. Vit hava livað her í øldir, og vit tillaga okkum til umstøðurnar. Tað keðiligasta er, at vit hava tað so gott, at vit kenna okkum noydd til at gera stór stríð [...] ert tú hjá frisør? Aldrin! Eg eigi ein trimmara, men eg sleppi ongantíð at avgera hvussu mítt hár og skegg skal síggja út, tí at tað er altíð onkur leikstjóri sum sigur, hvussu eg skal síggja út. Hvar [...] gera sambært leikritinum. Tá eg so royni at lyfta hann upp, tekur hann um mítt høvd, og kyssir meg inniliga. Eg var púra paff, og hevði sera stórar trupulleikar við at siga mínar dramatisku replikkir
desembur kl. 11.30 við brunch á Áargeil 13A, Tórshavn. Tey, ið vilja gleða meg við at koma verða vinarliga biðin at siga frá innan 4. desembur á tlf. 320087 ella 582087 ella 520087. 60 og 65 ára føðingardagar [...] verða hildnir í Felagslonini í Fuglafirði frá kl. 17. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin at siga frá innan 10. desembur á tlf. 444396. 65 ára føðingardagar Tann 20. novembur fylti [...] silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í VB húsinum kl. 19.00. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 373619, 373606 ella 223621 innan 16. desembur. Rubinbrúdleyp Sunnudagin
her niðri. Vit ynskja at geva teimum møguleikan at spæla fyri størri áskoðarafjøld á størri tiltøkum og menna møguleikarnar og tónlistarliga umhvørvið, sigur Allan Mørkøre. So frá at hýsa tónleikabólkum [...] ini í Havn, tá 12 bólkar skulu folda seg út. Allan Mørkøre greiðir frá, at tiltakið byrjar klokkan 10, og leggur hann dent á, at tiltakið er fyri fólk í øllum aldri, og ikki bert fyri ungdóm, sum talan [...] fyrsta tiltakið, og ætlan okkara í framtíðini er at skipa fyri tveimum konsertum um árið, sigur Allan Mørkøre, ein av teimum fýra fyrireikarunum. Allan sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru gjørdar um tiltøk
svaraði hann, at tað helst var nyttuleyst, eftirsum FM helst var avgjørt. Samstundis segði Tiger, at einasta troyst fyri tap hansara í seinastu viku ímóti Olaf Berg, var, at hann vónaði at Olaf kundi fáa [...] Eitt umfar er eftir at leika, og tað er bert í 1. deild, at einki er avgjørt. Talvfelagið Føroyar vunnu Við einum skerdum liði, eydnaðist tað kortini føroyska felagnum í Keypmannahavn at vinna í 5. umfari [...] fryntligur maður, svenski stórmeistarin og føroyavinurin, sum eina livur av at telva. Men skeivur fór hann í metingini um at FM var avgjørt; Kollfirðingar vunnu nevnliga 3-1 á oddaliðnum. Hans Kristian
høvdu væntað, at felagið ikki fór at megna at halda seg uppi fyrsta árið tað royndi seg í elitudeildini. Tvørturímóti, so vórðu talvútisetarnir ongantíð í niðurflytingarvanda. Vit royndu at kalla alt ka [...] kappingarárið at nærkast triðja plássinum, og hampiligur møguleiki var eisini at førka okkum av 6. plássinum, vit høvdu framanundan tveimum teimum seinastu dystunum. Tíverri gekst ikki heilt til vildar [...] takkar við einum 2,5 - 5,5 tapi, sum tó kortini ikki kann sigast at vera eitt sermerkt vánaligt úrslit. Sunnudagin vórðu allir samdir um at fara kompromileyst eftir knúsandi stórsigri móti botnliðnum Århus
Tomas sigur, at tað hevur størstan týdning fyri hann, at útgávan verður væl framleidd og góðskan er góð. Ivar Greiner roknar hinvegin við, at tær nú so væl dámdu salsa rútmurnar verða at hoyra aftur í [...] leygarkvøldið. ? Øll reisa og síggja út sum um, at tey dáma sangin. Tað var ein ótrúliga góð kensla at standa á pallinum, sigur Tomas Thordarson. Hann hevði trupult at seta orð, hvussu glaður hann var fyri sigurin [...] ikki rættiliga at siga, hvar áhugin fyri salsa og suðurlendskum tónleiki kemur frá. ? Tað er bara nakað, eg havi tikið til mín. Vónirnar eru góðir til altjóða kappingina í mai. ? Eg fari at gera alt, eg
menn hava hildið, at hetta var sjálvur stovningardagurin hjá Havnar Bóltfelag. Tó hevur verið eitt sindur av óvissu um hetta, tí at fyrsta siðan í fyrstu gerðabókini hjá HB var burtur. At óvissan var grundað [...] Hann hevur í mong ár arbeitt við at savna hagtøl hjá HB, og somuleiðis hevur hann stríðst fyri at fáa hendur á so nógvum søguligum myndum, ið hava við Havnar Bóltfelag at gera. Røður og kórsangur Teir báðir [...] Havnar-alfrøði, herfyri vátta, tá hann bar tey boð, at HB var sett á stovn 4. oktobur 1904. Hetta hevði hann funnið fram til í sinum arbeiði við at leita í gomlum bløðum á Landsbókasavninum. Birgar var
sókn, koma vit skjótt eftir, at almennu Føroyar hava eina upplagda skyldu at fara undir bergholið hagar beinanvegin.??Ein munandi menning fer tá at taka seg upp, og íløgan fer at rinda seg aftur eftir fáum [...] Visjónin hjá landsstýrinum um at leggja hesa tunnilsgerð á ís, aftan á allar aðrar, ein hálvan mansaldur frammi í tíðini, er eitt politiskt mistak av teimum heilt stóru, og fer at níva Hvalbiar sókn niður á [...] tunnil til Fámjins fyri sær. Tað er ikki so frægt, at hann verður festur á blað. Hvat ilt suðuroyingar hava gjørt landsins kosnu monnum, er ikki gott at vita. Vit í Tjóðveldisflokkinum síggja hinvegin
6 málum. Tí var ikki væntað, at Kyndil hevði serliga stóran møguleika at vinna dystin samanlagt. Hetta legði Kyndil tó líka í. Tær fóru inn til dystin við tí fyri eyga at røkka til finaluna, og eitt skifti [...] sterkum verjum, har liðini ikki megnaðu at fáa serliga nógv mál. Tað var tó VB, sum var oman á hesa løtuna, og flest øll mundu halda, at hetta nokk skuldi fara at ganga hjá vágskvinnum. Tá eitt korter var [...] tær sjálvur skoraðu 7 ferðir. Hetta gjørdi, at Kyndil brádliga førdi við 8 málum, og nú høvdu tær annað beinið í finaluni. Nú vóru bert 5 minuttir eftir at leika, og støðan var ikki góð hjá VB. Tær tóktust