Kollfirðingar skapa spenning

Við óvæntaðum stórsigri á klaksvíkingum, hava kollfirðingar minkað um munin undan seinasta umfari í 1. deild. Og havnarmenn liggja og lúra nú á triðja plássi

Talv

Undan dystinum hjá føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn sunnudagin móti liðnum hjá GM Tiger Hillarp-Persson í Danmark, Brønshøj, skifti yvirritaði orð við svenska stórmeistaran hjá kollfirðinum; Uppá spurningin, hví hann ikki var í Føroyum og hjálpti kollfirðingum í toppdystinun, svaraði hann, at tað helst var nyttuleyst, eftirsum FM helst var avgjørt.
Samstundis segði Tiger, at einasta troyst fyri tap hansara í seinastu viku ímóti Olaf Berg, var, at hann vónaði at Olaf kundi fáa brell og royna seg meira á altjóða talvpallinum. Tað kendist sum hann veruliga unnaði Olafi sigurin. Ein fryntligur maður, svenski stórmeistarin og føroyavinurin, sum eina livur av at telva.
Men skeivur fór hann í metingini um at FM var avgjørt; Kollfirðingar vunnu nevnliga 3-1 á oddaliðnum. Hans Kristian Simonsen hevur í vetur havt misjøvn úrslit, men sunnudagin vann hann á formsterka Òlavi Simonsen.
Rani Nolsøe vann ein góðan sigur á Torbjørn Thomsen á 2. borði, meðan Tummas Martin Anthoniussen, sum undan dystinum hevði 100% skoru, 8 av 8, tapti móti Eyðálvi Johannesen.
Eitt ómetaliga gott úrslit hjá kollfirðingum, sum nú við stórsigri á toftamonnum í seinasta umfari, samstundis sum tað er neyugt at havnarmenn vinna stórsigur á klaksvíkingum, kunna verða føroyameistarar. Seinasta umfar verður 14. februar, har allar deildirnar telva undir somu lon í Hósvík.
Sí annars úrslit og støður aðrastaðni í blaðnum.

Endurreistir
Havnarmenn hava vunnið seg fram í oddin við stórsigrum í seinastuni. Men helst verða teir ov stuttir. Ikki tí, teoretiskt kunna teir vinna FM; Tað krevur ein 4-0 sigur á klaksvíkingum, samstundis sum kollfirðingar minst mugu lata tvey stig til toftamenn. Heldur veruleikafjart, men livst so spyrst.
Sunnudagin vunnu havnarmenn 3,5 ? 0,5 á sandavágsmonnum. Martin Poulsen leikti sítt fyrsta talv í vetur, eftir drúgva talvferð kring Evropa. Føroyameistarin frá 2003 svíkti ikki ímóti Torkili Nielsen.
Triði dystinum í 1. deild millum Toftir og Hvalvík, endaði 2-2. Andreas Andreasen vann óvæntað á Martini Brekká. Martin hevur havt ein harðan vetur á 1. borði hjá hvalvíkingum. Hinvegin hevur Finnbjørn Zachariassen á 2. borði verið álitið hjá hvalvíkingum.

Vestmenningar í 1. deild
Sum væntað varð undan kappingarbyrjan, eru vestmenningar í serklassa í 2. deild. Teir hava tryggjað sær fyrsta pláss. Í 3. deild vinnur Havnin 3, meðan hjá unglingunum hevur a-liðið hjá klaksvíkingum verið einaráðandi í ár. Eitt umfar er eftir at leika, og tað er bert í 1. deild, at einki er avgjørt.

Talvfelagið Føroyar vunnu
Við einum skerdum liði, eydnaðist tað kortini føroyska felagnum í Keypmannahavn at vinna í 5. umfari á sterka liðnum úr Brønshøj. Einar Gausel og John Arni Nilssen vunnu á ávíkavist GM Tiger Hillarp-Persson og GM Carsten Høi, meðan Nikolaj Borge, Flóvin Tór Næs, Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Heini Danielsen leiktu javnt. Innskiftarin Arild Rimestad tapti sítt talv á 8. borði.
Ein kærkomin og í roynd og veru óvæntaður sigur, sum merkir, at felagið megnar at halda sær uppi í fremstu donsku deildini. Nú kunnu eyguni vendast móti toppinum, fá stig eru upp til topp 4.
Føroyingar hava vunnið tveir dystir, leikt ein javnan og bert tapt ein dyst í donsku elitudeildini.
Tvey umfør eru eftir at telva, og verða tey leikt vikuskiftið 28/29. februar.