musical
tíðindaskriv
Fyri jól framførdi dramabólkurin í Fuglafjarðar Skúla kenda sangleikin Grease fyri næmingum og foreldrum. Vanligt er á flestu skúlum kring landið, at næmingar framføra okkurt fyri foreldrum áðrenn farið verður í jólafrí. Sangur, tónleikur og krubbuspøl eru oftast á skránni, men hetta er eisini eitt gott høvi til at sýna fram ymiskt, sum næmingar og lærarar hava arbeitt við í skúlaárinum.
Í Fuglafjarðar Skúla er ein bólkur av 10. floks næmingum, ið hevur valt drama sum lærugrein. Hesi hava síðani skúlaársbyrjan arbeitt við sangleikinum Grease ella Feitt í Fuglafirði, sum tey hava valt at kalla leikin á føroyskum.
Leikurin er so avgjørt ikki nakað fitt jólaspæl, men framførslan var sera væl umtókt av bæði næmingum og foreldrum. So væl var leikurin umtóktur, at hann varð sýndur fram aftur fyri almenninginum á nýggjárinum fyri fullum húsum, og nú er so avgjørt at enn fleiri skulu hava møguleikan at sýggja leikin.
Hvat er Grease?
Síðani filmatiseringina av sangleikinum í 1978, har John Travolta og Olivia Newton John fangaðu øll heimsins hjørtu, hevur leikurin gingið sína siðursgongd um allan heim. Eisini yngru ættarliðini hava tikið leikin til sín, og har børn og tannáringar eru í húsinum, har er eisini ein video/DVD-kasetta við filminum Grease.
Vit eru í 50?unum. Staðið er Rydell High School (Fuglafjarðar Skúli). Danny (Rói) er eisini komin aftur úr summarfrí og sigur vinunum frá sínum kærleika til Sandy (Sylviu)sum hann hevur møtt í summarfrítíðini. Hann "pyntar" nógv uppá søguna fyri ikki at verða til láturs. Hann vil vera eins kul og vinirnir í skúlanum.
Sylvia gongur eisini á skúlanum, og hon skilir ikki, hvat er vorðið av tí blíða og skikkiliga Róa, sum hon møtti í summarfrítíðini. Rói, sum hon nú stendur framman fyri er bæði harður og smartur.
Vinkonurnar, The Pink Ladies (Diddurnar), royna at vakja Sylviu úr síni dreymaverð, og tey dansa og syngja, mussa og klemma, tí stuttleiki og ballada er hóast alt tað, ið altíð kemur í fyrstu røð.
Tað berandi í leikinum er tónleikurin og dansurin. Í Mentanarhúsinum er tað "play-back", tað vil siga upprunatónleikurin, sum vit kenna so væl, rungar í høllini undir bestu ljóðumstøðum. Leikararnir framføra dansir, ið undirstrika søgugongdina. Sera flott og hugtakandi. So væl framført, at torført er at sita stillur og lurta. Inn ímillum tónleikin fara fram ymsar søgur, ið verða dramateriseraðar á vanligan hátt. Her hava leikararnir eisini rós uppiborið. Samanumtikið er leikurin eitt prógv um sera gott samstarv millum lærara og næmingar.
Gjøgnum allan leikin hevur ljósið eisini sera stóran týdning. Skift verður millum ymsu søgugongdirnar við sera væl uppsettum ljósi. Tí kanst tú ikki ynskja tær betri umstøður enn í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Reyði tráurin er stuttleiki og ungdómsmentan, og talaða málið er hareftir. Ein kul útgáva av føroyskum máli. Sum sagt: Hetta er ikki nakað kruppuspæl. Hetta er nýtímans undirhald fyri yngri og eldri. Stutt sagt: ein uppliving fyri øll.
Nú er so ætlanin, at enn fleiri skulu hava møguleika at síggja leikin, og tí bjóðar dramabólkurin skúlaungdómi kring landið at síggja leikin. Hetta verður í Mentanarhúsinum í døgunum 25.-27 januar. Tvær sýningar verða um dagin, og eru hesar ásettar til kl. 11 og 13.