Eini 500 fólk vóru til hátíðarhaldið hjá HB í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Skráin fyri hátíðarhaldið var umfatandi við eitt nú framløgu av nýggju bókini um seinastu 50 árini í søguni hjá HB, filmsbrot, kórsangi, røðum, gávuhandanum og mangt annað.
Stovningardagurin komin upp á pláss
Hátíðarhaldið var sunnudagin, 17. oktobur, tí menn hava hildið, at hetta var sjálvur stovningardagurin hjá Havnar Bóltfelag. Tó hevur verið eitt sindur av óvissu um hetta, tí at fyrsta siðan í fyrstu gerðabókini hjá HB var burtur. At óvissan var grundað, kundi ein íðin B36-viðhaldsmaður, Birgar Johannesen, ið arbeiðir við eini Havnar-alfrøði, herfyri vátta, tá hann bar tey boð, at HB var sett á stovn 4. oktobur 1904. Hetta hevði hann funnið fram til í sinum arbeiði við at leita í gomlum bløðum á Landsbókasavninum.
Birgar var sjálvur til staðar í Norðurlandahúsinum sunnudagin, har hann handaði formanninum í HB eina gávu, sum var eitt innrammað dópsbræv hjá Havnar Bóltfelag, har tað stóð, nær felagið varð sett á stovn.
Øll 100 ára søgan komin út í bók
Eitt tað mest spennandi á skránni fyri teir mongu HB-fjeppararnar, ið høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið, var nýggja bókin, ið bleiv løgd fram fyri almenninginum sunnudagin.
Fyri 10 árum síðani kom fyrra bókin um søguna hjá HB, Havnarmenn í Gundadali, út. Hesa hevur Jógvan Arge skrivað, og er hon um søguna hjá felagnum frá stovnani í 1904 og fram til 1954. At skriva um tey seinastu 50 árini hevði leiðslan í HB fyri góðum ári síðani heitt á ein annan útvarpsmann, Suna Merkisstein, at taka sær av, og hesin hevði játtað. Úrslitið hjá honum er ein bók upp á ikki minni enn 465 síður, og fleiri enn 600 forvitnisligar myndir eru í bókini.
Í ritstjórnini saman við Suna Merkisstein hevur eisini Marni Mortensen sitið. Hann hevur í mong ár arbeitt við at savna hagtøl hjá HB, og somuleiðis hevur hann stríðst fyri at fáa hendur á so nógvum søguligum myndum, ið hava við Havnar Bóltfelag at gera.
Røður og kórsangur
Teir báðir áðurnevndu høvundarnir, Jógvan Arge og Suni Merkisstein, hugleiddu sunnudagin eitt sindur um arbeiðið við at skriva søguna hjá føðingardagsbarninum. Jógvan Arge greiddi frá um, tá ið havnarmenn av fyrstan tíð fóru undir at spæla fótbólt, og hvussu dystast varð við manningarnar á fremmandum herskipum undir krígnum.
Aðrar, ið bóru fram røðu, vóru eitt nú Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, Jan Christiansen, borgarstjóri, Bjarki Mohr frá FSF og Kaj Leo Johannesen, fyrrverandi mámanskempa hjá HB.
Tónleikur var eisini á skránni í sambandi við móttøkuna. Tað var eitt kór mannað við átta ungum monnum, ið sang nakrar kendar HB-sangir í eini eitt sindur øðrvísi útseting, og ikki kann sigast annað, enn at tað ljóðaði avbera væl.
Eitt tað síðsta á skránni var avdúkingin av, hvør gjørdist ársins leikari hjá føroyameistarunum. Her vann landsliðsmaðurin Rógvi Jacobsen greitt framman fyri Kára Nielsen og Heðin á Lakjuni.
Tann heilt stóri endabresturin á 100-ára haldinum hjá HB verður komandi leygarkvøld, tá ið stór gallaveitsla er á skránni í Ítróttarhøllini á Hálsi. Sum skilst verða ikki færri enn slakir 900 gestir til hesa veitslu, og tað man óivað verða ein tann størsta av sínum