Kyndil var líka við

Kyndil førdi eitt skifti við 8 málum, men at enda gjørdust tær júst ov stuttar í teirra royndum at røkka finaluni í Coca Cola-kappingini

VB-Kyndil 27-35 (12-15)


VB var stórfavorittur undan seinnu hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini hjá kvinnum, tá tær tóku ímóti Kyndli. Fyrra hálvfinalan, sum var í Havn, endaði við einum tryggum sigri til VB, sum vann dystin við 6 málum. Tí var ikki væntað, at Kyndil hevði serliga stóran møguleika at vinna dystin samanlagt.
Hetta legði Kyndil tó líka í. Tær fóru inn til dystin við tí fyri eyga at røkka til finaluna, og eitt skifti vóru tær eisini á odda við 8 málum.
 
Kyndil betri fyri steðgin
Liðini løgdu fyri við eini høgari leikferð í dystinum í Vági í gjárkvøldið. Fyrstu løtuna var ikki stórur munur á liðunum, sum fingu sera nógv mál í byrjanini. Eftir 8 minuttir legði VB seg á odda 6-5, men hetta var eisini seinasta ferðin í dystinum, at VB var á odda.
Nú fekk Kyndil veruliga luft undir veingirnar. Við 4 málum á rað løgdu tær nú VB undir veruligt trýst, og síðstu løtuna av hálvleikinum var Kyndil betra liðið á vøllinum. Tær fingu skil á verjuna, sum til tíðir gav VB trupulleikar, og í hinum endanum dugdi Kyndil eisini at skjóta mál.
Tá liðini fóru til hálvleiks førdi Kyndil við fýra málum, og her høvdu tær lagt lunnar undir ein yvirraskandi sigur, sum í besta føri kundi senda tær í steypafinaluna.
 
Sensatiónin lúrdi
Fyrsta korterið av seinna hálvleiki var merkt av tveimum sterkum verjum, har liðini ikki megnaðu at fáa serliga nógv mál. Tað var tó VB, sum var oman á hesa løtuna, og flest øll mundu halda, at hetta nokk skuldi fara at ganga hjá vágskvinnum.
Tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki vóru aftur bert 2 mál á muni, men so fór Kyndil í gongd. Næstu 10 minuttirnar lat kyndilsverjan bert 1 mál fara ígjøgnum, meðan tær sjálvur skoraðu 7 ferðir. Hetta gjørdi, at Kyndil brádliga førdi við 8 málum, og nú høvdu tær annað beinið í finaluni.
Nú vóru bert 5 minuttir eftir at leika, og støðan var ikki góð hjá VB. Tær tóktust tó síggja veruleikan í eyguni, tí síðstu løtuna kempaðu vágskvinnur veruliga fyri sakini, og hetta gav úrslit. Við fýra málum á rað minkaðu tær um munin, og so kundi tað vera líka mikið fyri Kyndil, at tær skoraðu uppá brotskast síðstu løtuna.
Endaliga úrslitið gjørdist 27-22 til Kyndil, og sostatt kláraði VB akkurát at verja leiðsluna, sum tær høvdu vunnið sær í Havn. Kvinnurnar á Kyndli munnu hinvegin føla seg væl og virðiliga snýttar. Tær gjørdu alt rætt líka til 5 minuttir restaðu av dystinum, men síðstu løtuna blakaðu tær alt á gólvið, og so gjørdust tær júst ov stuttar til at røkka steypafinaluna.
 
 
Fakta
 
VB-Kyndil 22-27 (12-16)
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 9 (3), Ivana Ljubicic 5, Bára Mortensen 3, Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 1, Teresa Joensen 1, Leila Jespersen 1
Kyndil: Jacklin Durhuus 6, Anja Heinadóttir 5, Brynhild Klein 4, Ronja Mikkelsen 4 (1), Lina Andriulyte 4, Randi S. Wardum 3, Jórun Ludvig 1
Brotskøst: VB 3, Kyndil 1
Útvísingar: VB 0, Kyndil 2
Dómarar: Birgir Dimon & Ragnar Simonsen