GRAND PRIX
Heri á Rógvi
? Eg havi ongantíð upplivað nakað líkandi.
Nýklakti vinnarin av Melodi Grand Prix 2004 var púra ovfarin, tá hann møtti umboðum fyri fjøl-miðlarnar, eftir at Melodi Grand Prix var farið av skýggjanum.
Àhoyrarnir vóru longu til aðalroyndina garvill eftir sanginum hjá Tomas. Og undirtøkan bara vaks, tá Atletion var fullsett og hyggjararnir kring um í kongaríkinum kundi fylgja við. Upptraðkanin hjá Tomas Thordarson var í serflokki tann besta í Atletion leygarkvøldið.
? Øll reisa og síggja út sum um, at tey dáma sangin. Tað var ein ótrúliga góð kensla at standa á pallinum, sigur Tomas Thordarson.
Hann hevði trupult at seta orð, hvussu glaður hann var fyri sigurin, og hvønn týdning sigurin hevur fyri hann.
? Hetta merkir alt fyri meg, var stutta svarið, vit fingu frá Tomas Thordarson.
Nýklakti Grand Prix vinnarin gjørdist kendur í Danmark, tá hann í 2001 endaði á einum triðja plássi í sangkappingini Stjerne for en aften. Ta ferðina vann James Sampson, og á øðrum plássi endaði Malene Mortensen, sum endaði á aftasta plássið evropeisku finaluna í Estlandi í 2002.
Síðani Stjerne for en aften hevur Tomas serliga roynt seg í bólkinum Latin Fever, sum ikki liggur so langt frá Sig det´ løgn sjangruni.
? Eg veit ikki, hvønn týdning Stjerne for en aften hevur í øllum hesum. Eg meti meg hava ment meg sum sangara og í upptraðkan síðani 2001, sigur Tomas Thordarson.
Útgáva
Tomas kann nú byrja at gleða seg til túrin til Turkalands, har hann skal syngja ensku útgávuna av Sig det´ løgn, ið hevur fingið heitið Shame on you.
Men Tomas arbeiðir eisini í løtuni við einari útgávu í tøttum samstarvið við Ivar Greiner, sum hevur skrivað Sig det´ løgn. Plátusáttmálin er undirskrivaður, men tað er óvist nær útgávan kemur út.
Tær báðir eru ikki heilt greiðir yvir, hvønn stíl útgávan skal hava. Tomas sigur, at tað hevur størstan týdning fyri hann, at útgávan verður væl framleidd og góðskan er góð. Ivar Greiner roknar hinvegin við, at tær nú so væl dámdu salsa rútmurnar verða at hoyra aftur í fleiri av sangunum.
Sjálvur dugir Tomas ikki rættiliga at siga, hvar áhugin fyri salsa og suðurlendskum tónleiki kemur frá.
? Tað er bara nakað, eg havi tikið til mín.
Vónirnar eru góðir til altjóða kappingina í mai.
? Eg fari at gera alt, eg eri mentur, sigur ein avgjørdur og fegin Tomas.
Christensen
Sum navnið kanska eisini gevur ábendingar um, so er Tomas hálvur íslendingur. Pápi hansara er íslendingur. Hann hevur fyri fáum árum síðani fingið samband við sín hálvbeiggja sín og íslendska partin av familjuni. Undan Grand Prixnum ognaði hann sangin til íslendska beiggjan.
Men um tú ætlar tær at finna Tomas í telefonbókini, so riggar tað óivað betri at leita undir Christensen, tí tað er hansara eftirnavn. Ì sambandi við ferming sína varð hann eisini um sama mundi dóptur, og tá fekk hann íslendska millumnavnið, ið hann í Grand Prix høpi nýtir sum eftirnavn.
Tomas livir til dagligt saman við einum manni, og teir báðir forstra upp eitt barn.










