Hergeir Nielsen
Heilar tólv ferðir hava vit í andstøðuni á ymsan hátt varpað ljós á tørvin hjá Hvalbiar sókn fyri einum tunli og einum eftirskúla.
Hetta er gjørt í eini røð av fyrispurningum og játtanaruppskotum hesa tingsetuna.
Á tingborði liggja nú aftur tvey mál til tingsins viðger.
Løgtingsmál nr. 1-8 um eykajáttan upp á 7,5 mió.kr. til at fara undir Atlantic Adventure Eftirskúlan í Hvalba.
Og løgtingsmál nr. 1-11 Eykajáttan 2 mió.kr. til prosjektering av nýggjum tunli við tilhoyrandi vegaføring úr Trongisvági og út aftur vestan fyri Nes í Hvalba.
Landsverk er komið fram til mest hóskandi linjuføringina, og upphæddin skal nýtast til prosjektering av hesi ætlan.
Breið semja er á tingi og í landsins stýri um, at Suðuroyggin er vorðin eftirbátur í teirri stóru samfelagsmenningini, men kortini er eingin nýggj íløga løgd hagar hetta samgonguskeiðið. ??Ein av virknastu bygdunum í landinum verður darvað, og fær hvørki virkað ella ment seg víðari, fyrr enn almennu Føroyar veita sóknini líkinda ferðasamband.??Hvalbiar sókn er kend fyri sítt avbera dugnaliga trolarafólk og hevur tríggjar trolarar og eitt trolvirki. Harafturat er farið undir toskaaling, og eisini eru áralongu fyrireikingarnar um Eftirskúlan í Hvalba komnar undir land.??Men tíverri er ikki komandi til bygdar við framkomnum flutningstólum. Bergholið hagar er skjótt hálvthundrað ára gamalt og lýkur á ongan hátt tíðarinnar krøv.??Rokna vit kost/nyttu útrokningar fyri Hvalbiar sókn, koma vit skjótt eftir, at almennu Føroyar hava eina upplagda skyldu at fara undir bergholið hagar beinanvegin.??Ein munandi menning fer tá at taka seg upp, og íløgan fer at rinda seg aftur eftir fáum árum til almikið gagn fyri virksemið í Hvalbiar sókn og í Suðuroynni sum heild. ??Vinnulívið í Suðuroynni verður tá fyri stórum frambrotum.
Bøtt verður munandi um umstøðurnar at virka og flyta aldan tosk virkjanna millum, fisk og fiskaúrdráttir til avskipingar og trol og reiðskap millum trol- og lemmavirkini í oynni.
Ivaleyst fær kolanámvsvinnan, har nýggj ætlan er í umbúna, eisini almikið gagn av hesum framtaki.??Fyrsti føroyski eftirskúlin, sum skal leggjast í Hvalba, fær sjálvandi eisini sera stóra nyttu av betri ferðasambandið hendan vegin.
Lestrarumhvørvið, næmingar og lærarar fáa aðrar og bøttar møguleikar.
Familjulívið, ítrótturin, frítíðin, ja, snøgt sagt allur trivnaður í sóknini og oynni sum heild, kemur tá í annað ljós.??Visjónin hjá landsstýrinum um at leggja hesa tunnilsgerð á ís, aftan á allar aðrar, ein hálvan mansaldur frammi í tíðini, er eitt politiskt mistak av teimum heilt stóru, og fer at níva Hvalbiar sókn niður á knøini, gerst visjónin veruleiki.
Visjónin hjá landsstýrinum frystir Hvalbiartunnilin niður ein hálvan mansaldur, og sama visjón sær als ongan tunnil til Fámjins fyri sær.
Tað er ikki so frægt, at hann verður festur á blað.
Hvat ilt suðuroyingar hava gjørt landsins kosnu monnum, er ikki gott at vita.
Vit í Tjóðveldisflokkinum síggja hinvegin landið og fólkið við heilt øðrum eygum, og mæla til beinanvegin til at fara undir at byggja land saman við vinnuliga framsóknum fjøltáttaðum bygdaløgum.
Lat okkum gera tað, og so heldur leggja almenna stovuprátið á hotellunum í høvuðsstaðnum á hillina ein mansaldur ella so.