Brakandi rokkur í badmintonhøllini

Komandi vikuskiftið verður stóra tónleikatiltakið Rox 2004 á fyrsta sinni hildið í Badmintonhøllini í Havn. 12 bólkar skulu spæla, og manningin á Margarinfabrikkini skipar fyri. - Ætlanin er at skipa fyri afturvendandi tiltøkum umframt at stovna ein grunn til tónleikarar, sigur Allan Mørkøre, ein av fyrireikarunum

Margarinfabrikkin er eftirhondini vorðin ein klekimaskina í føroyska tónleikaheiminum. Nógvir tónleikarar eru byrjaðir sína tónlistarligu ferð niðri í Magnus Heinasonargøtu í Havn, og nú taka teir fýra Bogi Andreasen, Karl Anton Klein, Tróndur Ravnsfjall og Allan Mørkøre stig til nýggj tiltøk við endamálinum at menna tónleikin og skapa umstøður fyri meiri avbjóðandi tónlistarligum virksemi.

Rox 2004
Fyrsta tiltakið á skránni hjá teimum fýra er longu næsta vikuskiftið í Badmintonhøllini í Havn, tá 12 bólkar skulu folda seg út. Allan Mørkøre greiðir frá, at tiltakið byrjar klokkan 10, og leggur hann dent á, at tiltakið er fyri fólk í øllum aldri, og ikki bert fyri ungdóm, sum talan vanliga er um til konsertir í badmintonhøllini.
Nummar trý frá seinastu Prix Føroyar kapping, Makrel, er helst kendasta navnið, og onnur nøvn á konsertini, vit kenna frá Prix Føroyum, er m.a. Fluffy Toys, Headache Blues Trio og Side Effect. Annars hava fleiri av teimum 12 bólkunum á palli leygarkvøldið slitið síni fyrstu ljóðføri á Margarinfabrikkini.
- Hetta er so fyrsta tiltakið, og ætlan okkara í framtíðini er at skipa fyri tveimum konsertum um árið, sigur Allan Mørkøre, ein av teimum fýra fyrireikarunum. Allan sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru gjørdar um tiltøk komandi tíðina, men hann leggur dent á, at ætlanin er eisini at skipa fyri konsertum aðrastaðni enn bert í høvuðsstaðnum.

Peningagrunnur
Sambært Allani fíggjar Margarinfabrikkin Rox 2004, og inntøkurnar til tiltakið fara eftir ætlan í ein grunn, sum skal nýtast aftur í næsta ár til konsertir.
- Á henda hátt ætla vit at fáa fíggjarligt grundarlag til framhaldandi virksemi, har peningurin fer aftur til tónleikararnar, sigur Allan. Sum sagt fíggjar Margarinfabrikkin fyrsta tiltakið, og tá fara útreiðslurnar til útgerð og leigu av Badmintonhøllini.
- Tónleikabólkarnir spæla ókeypis, og sostatt skuldi tiltakið malið runt fíggjarliga, og á henda hátt hava vit møguleikan aftur at skipa fyri nýggjum tiltøkum og konsertum næsta ár, sigur Allan Mørkøre.
Ein plakat verður í næstum at síggja, har boðað verður frá tiltakinum Rox 2004, og hesa plakat hevur Restorffs Bryggjarí stuðlað fyrireikarunum á Margarinfabrikkini við.

Menna tónleikin
Spurdur, hví stig verður tikið til hesar framtíðarætlanir, er Allan greiður.
- Fleiri av tónleikabólkunum eru byrjaðir her niðri á Margarinfabrikkini, og fleiri eru enn virknir her niðri. Vit ynskja at geva teimum møguleikan at spæla fyri størri áskoðarafjøld á størri tiltøkum og menna møguleikarnar og tónlistarliga umhvørvið, sigur Allan Mørkøre.
So frá at hýsa tónleikabólkum og smærri tiltøkum niðri á Margarinfabrikkini roynir manningin nú nýggjar, størri og meiri avbjóðandi leiðir sum fyrireikarar, og fyrsta tiltakið er so á skránni komandi leygarkvøld, tá Rox 2004 á fyrsta sinni fer á flog, og skulu vit trúgva ætlanunum hjá Karl Antoni Klein, Boga Andreasen, Tróndi Ravnsfjall og Allani Mørkøre kunnu vit vænta okkum afturvendandi tiltøk í framtíðini við Margarinfabrikkini sum fyrireikara.

Fakta:

Tiltak: Rox 2004

Fyrireikarar:Margarinfabrikkin (Karl Anton Klein, Tróndur Ravnsfjall, Bogi Andreasen, Allan Mørkøre)

Tíð:Leygarkvøldið kl 22

Stað:Badmintonhøllin í Havn

Kostnaður:120 krónur

Bólkar:Fluffy Toys, Go-Go Blues, Speaker, 48 Pages, Makrel, Einkikanndiskuterastaltkann, The Story Ends, Side Effect, SIC, Zink, Paradox, Lamasea