og fór so til verka. - Fyrsti spurningurin var, hvussu ger ein slíka sending, tá hugsað verður um tónleikin? Skjótt kann alt tykjast banalt! Ov nógv av hesum ella hasum, sigur Kim Hansen, ið sum tónleikari [...] tónleikurin skal ikki yvirtaka, sigur Kim ? Eg havi brúkt djúpar tónar, bratch, chello, men eisini nógvar klavertónar, tí alt má ganga í eina eind, uttan at gerast ov myrkt, sigur Kim. Og tá ein hugsar um allar [...] varð ljósvarparin settur á eitt evni, sum oftast fer fram í loyndum og sum ikki ber til at tosa um hjá teim flestu, hvørt talan so er um royndir ella vantandi innlit. Evnið var misnýtsla av børnum. Til
telja og ikki orð hjá eini fyritøku, sum vil vaksa. Og tað er setningurin hjá Samskip. ? Vinningurin hjá felagnum var i fjør átta milliónir evrur og tað var eitt sera gott ár, sigur Asbjørn Gislason eitt [...] á handilsháskúlanum í Keypmannahavn og hevur eina fortíð, sum sølu-maður hjá fiskasøluni og hjá argasta kappingarneytanum hjá Samskip, Eimskip, felagið, sum í dag eisini eigur Skipafelagið. Samskip er [...] føroyskum pengum ella eins nógv og eitt gott ár hjá Føroya Banka. ? Vit rokna við, at umsetningurin hjá okkum í ár fer at liggja um 300 milliónir evrur, sigur hann. Hetta svarar til 2,1 milliard krónur.
ES-grundlógin varð undirskrivað av ríkis- og stjórnarleiðarunum hjá ES í Rom 29. oktober 2004. Undirskriftin fór fram á staðnum, har fyrsti sátt-málin um Europeiska Samstarvið, Rom-sáttmálin, var undirskrivaður [...] heiti. Sama er sjálvandi við ES-grund-lógini. Hon verður ikki grundlóg fyri Europa, bara tí hon sjálv sigur tað. Neyðugt er at hyggja at innihaldinum, áðrenn tað kann staðfestast, um skjalið meira er grundlóg [...] meira ideologiskir og samveldissinnaðir ES-løgfrøðingar ? valt at kalla verandi sáttmálagrundar-lagið hjá ES fyri grundlóg. Í sambandi við nýggju ES-grundlógina komu tey eitt sindur víðari, og eydnaðist tað
hvørjum hálvleiki Dysturin millum kvinnurnar hjá Neistanum og Tjaldur sunnudagin var samstundis eisini fyrsti dysturin hjá Inga Olsen í nýggja starvinum sum venjari hjá kvinnuliði Neistans. Ingi tók í farnu viku [...] Ingi Olsen sá skjótt, at her gjørdist talan um ein lættan sigur, og hann valdi tí at skifta nógv út á liðnum hjá sær, og fleiri av teimum hjá Neistanum, sum vanliga sita nógv á beinkinum, fingu heilt fitt [...] væl, og Neistin bara økti og økti um leiðsluna hjá sær, og leikararnir hjá Tjaldur vóru at kalla statistar ein stóran part av dystinum. Risasigurin 47-6 sigur ikki so lítið um, hvussu trupult Tjaldur hevur
Strandferðslan eigur at flytast suður, heim fyri minnisveik, heim fyri sinnisveik og aðrar almennar tænastur, skulu skipast. 5. Suðuroyargrunnurin yvirtekur bygningin hjá Fiskavirking í Vági sum part av [...] Vinnuráðið í Vági sigur, at skal Suðuroyar syðra helvt mennast aftur, verður tað neyðugt við fleiri tiltøkum. Eftir teimum kanningum, sum ráðið hevur gjørt, er niðurstøðan í teirri nýggju frágreiðingini [...] fremja beinanvegin, men punktini 6 og 7 eru meiri langtíðarloysnir. Og hetta er so tað, sum vinnuráðið sigur skal til fyri at fáa økið á føtur aftur: 1. Suðuroyargrunnur við 50-100 milliónum í stovnsfæi verður
hava teir stundum fingið væl av fiski. Tummas Súni sigur, at útróðrarmiðstøðin, Bátafisk á Eiði, sum útróðrarmenninir eiga, tekur sær av fiskinum hjá flestu línubátunum. - Einir tveir bátar, sum royna [...] royna við línu, senda tó veiðina út á gólvuppboðssøluna, sigur hann. Umframt at vera útistøð fyri Fiskamarknaðin Føroya, koyra bilarnir hjá Hans Egili Joensen og synum eisini fisk fyri ymisk virkir, eitt nú [...] av vártíðini, kann vera, at nakað er fingið burtur úr, tá ið liðugt er, og bátarnir aftur stevna suður gjøgnum Sundalagið, haðani teir eru komnir. 40-50 bátar Meðan vit vóru á Eiði, komu fleiri bátar aftur
førinum millumbylgjusendaran, sum stendur í Akrabyrgi. Jens Julian Reinert, sum starvast hjá Føroya Tele, sigur, at teir hava ikki funnið fram til, hvat tað er, sum bagir sendaranum. Leitað hevur verið [...] Í skrivandi stund, sum er fyrrapart týsdag, hevur millumbylgjusendarin hjá Útvarpinum verið tigandi á triðja samdøgurði. Tað ger, at skipini undir Føroyum ikki hoyra Útvarpið, og tað sakna teir, sum eru [...] eru umborð. Sosialurin tosaði fyrrapartin týsdagin við eitt skip, sum lá og dró línu suður úr Mykinesi. Haðani varð sagt, at tað var bara onkra hendinga ferð, tá onkur fjørður var opin, at eitt FM signal
er altíð okkurt at takast við, sigur hann. Hann og ein annar maður vóru á útróðri mánadagin í hesi vikuni, og fingu teir tá góð 2000 pund. Øll henda veiðan varð løgd upp hjá Fiskamarknaðinum á Toftum. Nú [...] vera nøgdan, um hann fekk 100 pund uppá stampin. Men hjá Jan er úrslitið sum oftast betri enn so. - Vit plaga at liggja um 150 pund uppá stampin, sigur hann. Jan brúkar nógv ymisk sløg til agn ? kúfisk, [...] Oyrarbakki: Tað er ikki av besta veðri, tá útróðrarbáturin "Gunnvá" kemur stimandi suður gjøgnum Sundalagið henda hósmorgunin. Tað er væl av vindi og tætt eru millum teir grovu ælingarnar norðaneftir.
størsta harmoniorkestur í landinum. Orkestrið varð stovnað í 1922. Fyrsti formaður var Jákup Olsen, vanliga nevndur Zahle, og fyrsti musikkstjóri var Jens Christian Guttesen, vanliga nevndur Kisan. Í [...] hava eina konsert í Norðurlandahúsinum, áðrenn farið verður avstað. Diregentur hjá GHM er Steven R. Foggin, og diregentar hjá Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestri eru Andrea Heindriksdóttir og Peder Riis Jensen [...] Í næstum verður GHM lagt saman við Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestri, sum er eitt ungdómsorkestur hjá Tórshavnar Musikkskúla. Í samanlagda orkestrinum verða so gott sum allir instrumentbólkar umboðaðir
leikinum, sigur Jenny. Momo er nevniliga ein leikur, sum vendir sær til øll, bæði børn, ung og vaksin við einum tíðarleysum, men kortini ógvuliga nútíðarligum boðskapi. Nýtt leikrit Hóast skaldsøgan hjá týska [...] Momo er fyrsti leikurin á Tjóðpalli Føroya, síðani barnið fekk eitt navn, sum stjórin á Tjóðpallinum Jenny C. Petersen tekur til, men hugskotið til leikin er ikki nýtt ? Tá vit fóru undir venjingarnar [...] var eisini neyðugt at laga tey leikrit, sum vóru, til okkara leikarahóp, pall og umstøður annars, sigur Ria og leggur afturat, at tey allatíðana hava arbeitt víðari við leikritinum saman við hinum leikarnum