Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
?????
Sosialurin, Hamburg: Sum ein jolla í risastóru flótidokkini nummar seks hjá Blume & Voss, tað úttalast Foss, í Hamburg, stendur nýggjasta skipið í føroyska flotanum fríggjadagin. Skipið skal doypast um eina løtu, ella kristnast, sum bretar taka til. Stóra skrúvan skyggir í messingliti í hesum gráa, támuta og kalda vetrarseinnapartinum í stórbýnum Hamburg.
Tað eru ongar smáligheitir, tá íð ríkir islendingar eru vertir. Eitt stórt lið av gestum verða fluttir í eini leigaðari ferju, fyrst eina rundferð i stóru havnini, og síðan yvir um Elben og til flótidokkina, sum skipasmiðjan Sietas hevur leigað frá tí stóru skipasmiðjuni í Hamburg, Blume & Voss. Yvir hálvthundrað gestir úr øllum Europa eru savnaðir, mest menn í síðum svørtum skræddaraseymaður frakkum og blankt pussaðum skóm. Myndin kundi verið tikin rátt úr skaldsøguni Bør Børson, her eru bara stjórar og konsular og kanska onkur konsulafrøkun eisini. Her eru umboð fyri Samskip, skipasmiðju og samstarvspartnarar hjá Samskip. Mannamúgvan er kanska eitt lítið sindur vónbrotin, tí tey høvdu roknað við at síggja nýggja skipið á floti, men skipið stendur skróturt í dokkini alt vikuskiftið. Tað er kuldin, sum er orsøkin. Máling tornar seint í kulda og hitin liggur um frostmarkið, og tí er ikki ráðiligt at flota nýggja skipið enn. Einasta ørindi hjá skipinum í hesi dokk var at blíva málað. Skipið er smíðað liðugt á skipasmiðjuni hjá Sietas, og hon liggur beint uttanfyri Hamborg, millum øll súreplatrøini í Neuenfelde.
Hendan greinin fer at snúgva seg um sjálvsálit, um hvussu pengar kunnu vaksa, um dirvið og hugflogið er á røttum stað, um íslendskar íleggjarar og hvar Føroyar passa inn í hetta puslispælið. Tit eru boðin við, nú nýggja bingjuskipið Helgafelli verður doypt og tit hava longu fingið navnið at vita. Alt hetta gekk fyri seg í Hamburg hósdagin, fríggjadagin og eitt sindur út á leygardagin í seinastu viku. Vælkomin.
Eitt sindur av forsøgu. Hósdagin í lufthavnini í Kastrup, ein meldur av fólki við stressmapp-um og fartelefonum. Telefonin ringir hjá stjóranum hjá Samskip í Føroyum. Hann eitur Joel undir Leitinum, uppkallaður eftir abbanum, Joel í Frammistovu í Elduvík, sála. Joel er á veg niður til Hamburg, at luttaka, tá ið nýggjasta binguskipið verður latið eigarunum.
Eg lurti, meðan hann prátar í telefonini. Tað snýr seg um nøkur hundrað tons av toski, sum grønlendski trolarin Sisimiut hevur veitt í Barentshavinum. Sisimiut er komin á Havnina, og tað er eydnast einum starvsmanni hjá Joeli og Samskip í Føroyum at sannføra grønlendingarnar um, at Samskip kann føra toskin bíligast og best niður til Immingham í Onglandi. Joel lýsnar í andlititinum., rósar medarbeiðaranum og stingur telefonina niður í jakkalumman eina løtu. Imminham liggur á syðru síðu á Humber ánni beint norðanfyri Grimsby, og hevur spleysað Hull og Grimsby av, tí flóð og fjøra órógva ikki hesa havnina og tí verða skip ikki órógvaði av um "vatnið" er tað rætta, tá ið tey skulu koma og fara.
? Kappingin er knallhørð um hvørt kilo, sum verður flutt úr Føroyum, sigur Joel. Samskip er nýtt felag í Føroyum, og Joel er stjóri. Hann er 33 ára gamal, ættaður og uppvaksin í Húsavík, er útbúgvin cand merc. á handilsháskúlanum í Keypmannahavn og hevur eina fortíð, sum sølu-maður hjá fiskasøluni og hjá argasta kappingarneytanum hjá Samskip, Eimskip, felagið, sum í dag eisini eigur Skipafelagið. Samskip er bert eitt ára gamalt í Føroyum og Joel hevur verið stjóri seinasta hálva árið. Tað er farið at tynnast í erva oman á pannuni, yvirfrakkin hongur á arminum og hann er vælklæddur. Honum dámar ikki at vera á handilsferð í kovboybuksum.
Tað er hóskvøld. Fólk eru á veg til Hamborg at luttaka í hátíðarhaldinum. Tað er longu myrkt, tá ið flogfarið lættir úr Keypmannahavn, tað er myrkt meðan vit flúgva og propellirnar duna uttanfyri og tað lýsnar aftur, tá ið vit seta okkum í ljóshavinum frá stórbýnum Hamburg. Eg eri spentur at síggja býin aftur, starvaðist á donsku sjómannskirkjuni í Hamburg í halvt annað ár í 1999-2000, og havi ikki verið aftur síðan. Sjálvt ferðslan gongur til vildar úr lufthavnini norðanfyri Hamburg og inn á Steigenberger hotellið i miðbýnum, eitt fimmstjørna hotel, har tað betra slagið heldur til. Inni á hotellinum hoyrist íslendskt allastaðni, tað er í morgin, at dagurin skal vera.
900 fólk í arbeiði
Helgafelli er nýggjasta arbeiðsplássið hjá Samskip. Her skulu sjey manns starvast næstu árini á ymiskum farleiðum. Niðri í flótidokkini sær tú eitt skip eitt singur ørvísi, alt kennist so undarligt, tú kann ganga inni undir skipinum og tað kennist nógv størri enn tað í veruleikanum er. Teir hava riggað ein pall til frammi á bakborðsbógvi. Her uppi skulu umboð fyri skipið standa, tá tað verður kristnað. Stjórin á Samskip í Føroyum, Joel undir Leitinum, er ikki komin nóg høgt upp á stigan fyri at kunna standa á hesum palli enn. Her er nevndarformaðurin Ólafur Ólafssonsson, ein av teim mest múgvandi monnunum í Íslandi. Hansara felag Ker eigur 60 prosent av partabrøvunum í Samskip. Síðan standa teir báðir forstjórarnir. Annar heldur til í Rotterdam, har stór skrivstova er. Hann eitur Asbjørn Gislason, ein ungur vinarligur maður, sum dugir væl at samskifta við fólk og hin heldur til í Íslandi.Hin eitur Knútur G. Hauksson og heldur til í Íslandi, tá íð hann ikki er á vinnuferð. Gumman er kantinugenta hjá Samskip í Hamburg. Hon eitur Arny Gudmundsdóttir. Fyri at finna gummuna skrivaðu tey navnið á øllum konufólkunum á skipasmiðjuni á seðlar og trektu so lut um hvør skuldi vera gumma. Einki umboð var fyri landsstýrið ella føroyskar myndugleikar og hetta hendi hóast Merkið bleiktraði á hekkuni. Føroyskir myndugleikar vóru bodnir, men høvdu ikki stundir.
Gumman Arny var ein sterk og trivalig kvinna og hon knúsaði sjampanjufløskun so hart móti bógnum, at glassplintur og brúsandi sjampanjan setti frá aftur bógnum og út yvir bilsnu fjøldina. Og meðan søti sjampanjuroykurin spakuliga fjaraði burtur, hevði Helgafelli hevði nú fingið navn. Seinni um kvøldið fekk Arny eitt tungt gullarmband sum tøkk fyri ómakin.
Helgafelli er ikki bygt her tað stendur. Skipið er flutt inn í innaru havnina í Hamburg fyri at verða málað Skipasmiðjan Sietas heldur til í tveimuum støðum í Hamburg. Skipini verða smíðað úti í Neuenfeld, sum liggur oman móti ánni Elben, á syðru síðu uttanfyri Hamburg. Inni við síðuna av stóru og kendu skipasmiðjuni Blume & Voss liggur Norderwerft, og har hevur Sietas dokkir, har skip verða umvæld.
Sietas er elsta skipasmiðja í heiminum, sum hevur verið á hondum hjá somu familju øll árini. Skipasmiðjan var stovnað í 1635 og síðan tá hava níggju Sietasmenn í beinari linju staðið á odda fyri fyritøkuni. Núverandi stjórin eitur Hindrich J. Sietas, og hann var hjástaddur tá íð skipið var doypt.
Vit vilja vaksa
Nakrar tímar frammanundan á skrivstovuni hjá Samskip niðri við Rødingsmarkt, tætt við havnina í Hamburg situr annar av forstjórunum í Samskip og greiðir føroysku pressuni frá felagnum og framtíðarvónunum. Hann eitur Ásbjørn Gislason og heldur til í Hálandi, men í hesi bransjuni er tað bert eitt eiti at halda til, teir eru altíð á ferð. Hann verður nakrar ferðir órógvaður av tí stateliga stjórnarskrivaranum, sum er íslendsk og eitur Hulda, og so tosar hann seg heitan.
? We are growing, sigur hann á enskum við sterkum íslendskum tonalagi. Hann er ungur, neyvan meira enn tríati og hann situr aftan fyri borðið og hyggur í berbæru telduna, meðan hann tosar. Í handilsverðini eru torført at tosa vanligt og fáa ein boðskap út uttan telduforrit sum Power Point koma til hjálpar. Hann mannar seg upp, og spyr um vit hava nakað í móti at hyggja í telduna, og nú streyma upplýsingarnir í marglittum grafum og talvum. Tað eru tølini á botnlinjuni sum telja og ikki orð hjá eini fyritøku, sum vil vaksa. Og tað er setningurin hjá Samskip.
? Vinningurin hjá felagnum var i fjør átta milliónir evrur og tað var eitt sera gott ár, sigur Asbjørn Gislason eitt sindur errin. Hetta er ikki smávegis tøl, svarar til 56 milliónir í føroyskum pengum ella eins nógv og eitt gott ár hjá Føroya Banka.
? Vit rokna við, at umsetningurin hjá okkum í ár fer at liggja um 300 milliónir evrur, sigur hann. Hetta svarar til 2,1 milliard krónur.
? Vit hava 900 fólk í arbeiði og 37 skrivstovur í 15 londum. Felagið eigur 14 skip og leigar 45 onnur. Knappliga helvtin av okkara flutningsvirksemi hevur beinleiðis við Ísland at gera og gott ov væl helvtin gongur fyri seg uttanfyri Ísland. Vit flyta i prinsippinum alt, men fiskur er okkara serøki. Virksemið gongur fyri seg í Europa og í teimum baltisku londunum, men vit hava eisini fótin fastan í Asiu.. Vit hava eisini stort virksemi í londunum í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, har vit yvirtóku eitt felag, sum hevði specialiserað seg í at flyta útbúna til oljuvinnuna í Kaspiska Havinum, eftir teimum russisku áunum, sigur Asbjørn Gislason.
? Vit vilja vaksa, men vit vita eisini, at vit eru ikki teir leiðandi innan bingjuflutning eins og eitt nú Maersk. Tá ein ikki er leiðandi á einum marknaði, so má ein kunna geva nakað unikt, okkurt serligt, og tað kunnu vit. Vit luttaka í øllum liðum í flutningi, ja frá hurð til hurð og tað er á hesum økinum, at vit skulu gerast enn dugnaligari, sigur hann, og vit skunda okkum út til nýggja skipið.
Ball umborð á gamlari skonnart
Helgafelli hevur fingið sítt kristna navn. Hon er uppkallað eftir Helgafelli á Norðurlandinum nærhendis Akureyri. Hon siglir undir føroyskum flaggi, hevur heimstað í Føroyum. Siglir undir føroysku FAS skipanini, og verður skjótt vanlig sjón í Føroyum. Hon fer at leggja eina millión um árið eftir seg í føroyska landskassanum. Tað vil siga við vanligari lummarokning, at fingu vit hundrað skip undur føroyskt hentleikaflagg, so gav hetta landskassanum 100 milliónir.
Orsøkin til at Samskip hevur skrásett Helgafelli í Føroyum eru fleiri. Ásbjørn Gislason, forstjóri sigur, at fyrst og fremst, so er føroyska flaggið eitt sterkt flagg. Hetta merkir innanfyri skipaverðina, at strangastu krøv verða sett tilskip undir føroyskum flaggi og tað merkir aftur álit frá kundunum. Ein onnur orsøk er, at Samskip vil sláa fast at teir meina nakað alvorligt við virkseminum í Føroyum, og at teir ætla at vera í Føroyum í framtíðini.
Tá eitt skip hevur fingið navn so verður tað fejrað og tá íð íslendingar eru vertir, so eru ongar smáligheitir. Teir høvdu leigað meginparin av millumdekkinum trímastraði skonnartini ella barkini Rickmers Rickmer, sum liggur sum savnsskip í Hamburg, eg finni ongartíð útav hvat er hvat á hesum stóru seglskipum, bark ella skonnart. Tað hevur nakað við seglføring-ina at gera, ein skonnast kann gerast um til eina bark og umvent. Skipið er 1900 tons stórt og varð bygt í 1903 í Bremerhaven.
Og niðri undir varð boðið alt tað fínasta týskarar eiga at seta á borðíð. Frá trivaligum skinkum til pylsur og lambskjøt, laksur og ostur og fínar dessertir við tjúkkum gulum og passaliga søtum budingi og reyðum berum.. Og vínið fleyt í stríðum streymum úr keldum sum ongantíð tornaðu.
Undir borðhaldinum tók Ólafssonur Ólafssonsson orðið. Hann er nevndarformaður og hevur nógvar pengar um hendur. Íleggjarafelagið hjá honum eigur millum annað oljufelagið Esso í Íslandi og fleiri aðrar stórar fyritøkur.
? Tá ið tað gongur gott hjá okkum, so skal tað merkjast og tí mugu tit ikki halda tykkum aftur at njóta tað vit hava at bjóða. Hetta verður ikki seinasta skipið vit lata byggja á Sietas. Vit eru sera væl nøgdir við góðskuna og at skipið var liðugt til tíðina. Tað gongur gott hjá Samskip í løtuni, og árið í fjør var besta árið hjá felagnum higartil. Tað er í andanum frá í fjør, at vit síggja ljóst upp á framtíðina.
Nevndarformaðurin var fyrsti maður at fara frá borðinum. Hann fór longu klokkan níggju. Tað var ein fundur hann skuldi luttaka á. Seinni um kvøldið hitti eg hann aftur í barrini á Steigenberger Hotel. Hann drakk sukurfitt Cola, meðan eg roykti eina tjúkka kubanska Cohiba sigar, sum Samskip bjóðaði. Tað er sigarmerkið Castro plagdi at roykja, til hann legði av fyri 20 árum síðan. Og meðan søti og fíni roykurin av brúnum tubbaksbløðum úr Havanna kíndu næsagluggunum fyri innan, tosaðu vit eina løtu. Eg spurdi um hann ferðaðist nógv.
? Eg veit ikki, í kvøld er hóskvøld. Eg eri komin úr Íslandi hesa vikuna, havi vitjað í Bretlandi, síðan í Hálandi, síðan aftur í Bretlandi, nú eri eg her í Týsklandi og í morgin fari eg aftur til Íslands. Stríggið, ja, men tað gongur, segði Ólafur Ólafsson.
Bjartskygdur føroyskur stjóri
Samskip er soleiðis uppbygt, at evsta vald hevur nevnd og nevndarformaður. Tey umboða íleggjararnar. Síðan koma báðir forstjórarnir, annar í Reykjavík og hin í Rotterdam og síðan koma stjórarnir fyri teimum mongu deildunum og skrivstov-unum kring heimin. Tað er her vit millum annað finna Joel undir Leitinum í Føroyum, sum við genum úr Frammistovu í Elduvík og undan Leitinum í Húsavík, bjóðar heiminum av.
Tað byrjaði alt í 1991. Íslendskir íleggarar við Ker á odda yvirtaka gamla reiðaríið Samskipum, sum tá var farið á húsagang. Íleggjararnir hava sett rættuliga nógvar pengar í felagið og umsetningurin er bara vaksin. Í fjør vaks umsetningurin við heilum 23 prosentum.
Eitt lyklaorð í fyritøkuni er eitt brennandi ynskið um at vaksa og hvar koma so Føroyar inn í myndina í einum so stórum felag.
Samskip er nýtt í Føroyum, einans eitt ára gamalt og ætlaninar eru stórar. Sum er sigla fýra skip upp á Føroyar um vikuna. Skaftafell og Akrafell sigla á Klaksvík, meðan Arnafell og Helgafell sigla á Kollafjørð. Arnafell er systurskip til nýggja Helgafell, sum nú avloysir gamla Helgafell.
? Vit hava verið í samband við Tórshavnar kommunu í samband við eina bingjuhavn á Kollafirði og vit eru sinnaðir at gera eitt langtíðarleigumál, um hetta gerst veruleiki, sigur Knútur G. Hauksson, forstjóri í Samskip.
Nevndarformaðurin í Samskip brúkar einki minni orð enn succes um felagið og gongdina í løtuni og eg blívi við at hugsa, hví ber hetta ikki til við føroysk-um kapitali og hví selja vit heldur til íslendingar ístaðin fyri sjálvir at vaksa úti í heimi.
Joel undir Leitinum hevur eitt boð upp á hetta:
? Eg haldi, hetta er ein spurningur um leiðslustíl í føroyskum feløgum. Føroysk feløg hava sama møguleika sum íslendsk, sama møguleika sum Samskip. Vilja føroysk feløg ikki røkka longur enn tey gera í dag, so er tað ikki tí tey ikki kunnu, men tí tey ikki vilja. Tað er nóg mikið av kapitali í Føroyum til at gera nógv meira enn gjørt verður í dag, sigur Joel undir Leitinum.
Og Joel veit hvat hann tosar um. Hann hevur longu nú verið nógv í samband við útlendskan kapital úti í heimi. Tá ið hann var liðugur sum cand. merc. á handilsháskúlanum var hann eitt skifti í starvi hjá einum oljufelag í London. Síðan kom hann á fiskasøluna og arbeiddi har við framleiðslu og sølu. So var Eimskip eftir honum, og har arbeiddi hann í trý ár til Samskip kom til Føroya og gav honum eitt betri tilboð og størri avbjóðing. Í dag er hann í leiðslutoyminum á eini av tí skjótast vaksandi fyritøkuni her á leiðum.
Og nú ringir fartelefonin aftur hjá honum. Hon ringir allatíðina. Hesuferð er ungi stjorin meira avgjørdur. Eg skilji, at samrøðan snýr seg um hvørs føroyskur farmur má víkja fyri íslendskum farmi í hesi vikuni. "Vit eru við at byggja eitt nýtt felag upp í Føroyum og vit halda orð," sigur Joel eitt sindur harðmæltur í telefonini. Hann er ikki til at vika. Telefonin ringir nakrar ferðir aftur at næsta tíman. Joel heldur fast við sítt, og at enda fær hann sín vilja.
Helgafelli er komið í sigling og stendur á listanum yvir skip í Hamburg, listanum sum prestur og assistentur á sjómanna-kirkjuni í Hamburg nýta fyri at vita hvørji skip teir skulu vitja. Og leiðslutoymið á Samskip heldur fram við at finna nýggjar marknaðir og nýggj hugskot, soleiðis at pengarnir í partabrøvunum hjá sterka Ker og øðrum íslendskum feløgum og einstaklingum kunnu vaksa enn meira í virði. Og tað er tað, tað heila snýr seg um.