Momo er fyrsti leikurin á Tjóðpalli Føroya, síðani barnið fekk eitt navn, sum stjórin á Tjóðpallinum Jenny C. Petersen tekur til, men hugskotið til leikin er ikki nýtt
? Tá vit fóru undir venjingarnar í januar mánað, var tað framvegis ikki heilt greitt, um Tjóðpallurin var vorðin veruleiki til ætlaðu frumsýningina 12. mars. Men tað gjørdist hann so, og nú haldi eg, tað er ógvuliga hóskandi, at Tjóðpallurin verður tikin í nýtslu við júst hesum leikinum, sigur Jenny. Momo er nevniliga ein leikur, sum vendir sær til øll, bæði børn, ung og vaksin við einum tíðarleysum, men kortini ógvuliga nútíðarligum boðskapi.
Nýtt leikrit
Hóast skaldsøgan hjá týska høvundanum Michael Ende um Momo, sum varð skrivað í 1973, eisini er gjørd til leik fleiri ferðir, valdu Hans og Ria Tórgarð at skriva eitt nýtt leikrit til hesa uppsetingina. Ria, sum eisini er leikstjóri, greiðir frá, at, hóast Momo kann tykjast sum eitt sera einfalt ævintýr, hevur tað uttan iva frá byrjan verið sera trupult at gera søguna til leik. Hetta kemst ikki bara av, at søgan ofta flytir seg rættiliga langt og skjótt í bæði tíð og stað, samstundis sum hon verður søgd í nógvum ymiskum løgum, men eisini av teimum longu og ovurhonds orðaríku filosofisku frágreiðingum, sum skjótt kunnu gerast í so abstraktar til eina livandi pallseting.
? Ein av orsøkunum til, at vit valdu at skriva okkara egna leikrit, var, at vit vildu gera søguna meir nútíðarliga, fyri á tann hátt eisini at gera hana meir ítøkiliga og livandi. Men tað var eisini neyðugt at laga tey leikrit, sum vóru, til okkara leikarahóp, pall og umstøður annars, sigur Ria og leggur afturat, at tey allatíðana hava arbeitt víðari við leikritinum saman við hinum leikarnum og gjørt broytingar undir venjingunum.
? Stóra avbjóðingin við einum leiki, sum hesum, er, at leikarnir ikki sum so skulu spæla ymsar persónar, men heldur geva filosofiskum fyribrigdum, hugleiðingum og tvístøðum lív onkusvegna.
Hetta slag av sjónleiki krevur fyri tað fyrsta, at leikarnir veruliga skilja og vita, hví teir siga tað, teir siga. Ikki, at aðrir leikir ikki eisini krevja tað, men í einum leiki sum hesum, hevur tú lítið annað enn andlitsúttrykk, kenslur, rørslur og so orðini at byggja dramatiseringina á, men hetta kann framvegis ikki skapa rætta, gandakenda huglagið í søguni einsamalt, sigur Ria
11 tons av sandi og nýggj tøkni
Óvanliga langi listin yvir fólk, sum hava verið við í fyrireikingunum ella eru aftanfyri pallin, boðar frá nógva arbeiðinum, sum er lagt í fyri at skapa júst tað rætta huglagið í heiminum hjá Momo og øllum hinum. Hendan dagin, vit stukku inn á gólvið á Tjóðpallinum, var eitt av hjálparfólkunum júst í ferð við at vatna sandin í amfiteatrinum, sum í høvuðsheitum verður nýtt sum pallur. Ikki minni enn 11 tons av sandi hava tey sjálvi trilla inn við trillubøru, og úrslitið er eisini sera sannførandi við sínum eyðkenda griska mytologiska dámi.
Fyri stuttum fekk Tjóðpallurin eitt nýtt ljóðanlegg, sum er gjørt til hølið á gamla meiarínum og nú verður nýtt fyri fyrstu ferð. Millum annað hava leikarnir inn ímillum mikrofon uppi á sær, sum eisini er við til at geva uppsetingini ein modernaðan dám. Eisini ljósútgerðin hevur fingið fleiri møguleikar at skapa ymsar effektir, og júst í hesum leikinum verður nútímans tøknin brúkt til sítt ítarsta.
? Øll hendan tøkini er ótrúliga hugtakandi, men man skal ansa eftir, at hon ikki yvirtekur ella verður trýst niður yvir leikirnar, bara fyri at sleppa at brúka hana. Tað skal vera leikurin, sum brúkar útgerðina og ikki øvugt, sigur Ria.
Tey ungu
Á Tjóðpallinum vóna tey eisini, at nýggju møguleikarnir við ljóð og ljósi kunnu vera við til at freista tey ungu at koma til sjónleik. Júst tey ungu hava kanska verið eitt sindur við sviðið soð, tá tað ræður um sjónleikir, halda tey, men vænta at Momo avgjørt ein leikur, tey ungu kunnu kenna seg aftur í.
- Nógvir av spurningunum, sum koma fram í leikinum, eru jú sovorðnir, tannáringar ofta baksa við. Vit minnast ivaleyst øll, hvussu vit hugleiddu um, hvør meiningin er við øllum, og hví vit bera okkum at, sum vit gera, sigur Ria og trívir aftur í nýggja tøknina í húsinum.
- Tað er eitt sindur ironiskt, tí við nútímans tøknini hava vit fingið serliga góðar møguleikar at skapa júst tað zapparauniversið, sum leikurin kritiserar ...
Í so máta endurspeglar pallsetingin kanska júst tað tvístøðu, leikurin ímyndar. Vit duga væl at síggja tað meiningsleysa í øllum gerandisresinum, men samstundis eru vit bebbarødd fyri at dragna afturúr. Ella sum Beppo í leikinum hugleiðir, meðan hann skundar sær at feia eitt sindur skjótari
- Hvar hevði eg verið, um eg ikki fylgdi við? Eg hevði verið ein tíðarspilla ... eg hevði verið uttanfyri ...
?????
Momo: Skaldsøga eftir Michael Ende
Leikgerð: Ria og Hans Tórgarð
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikarar
Katarina NolsøMomo
Hans TórgarðGigi, gráur maður, maður í kø, skrellimaður
Kári ØsterBeppo, Fusi, gráur maður, fotografur, maður í kø
Birita MohrNina, Franco, gráur maður, dama, sjónvarpsvertinna
Kristina HansenMaria, Kassiopeia, gráur maður, Bibigirl, skrellimaður, politistur, blaðkvinna, skrivari, dama
Høgni JohansenNicola, Meistarin Ora, dómari, maður í kø, fínur maður, skrellimaður, lækni
LeikmyndEyðun Johannesen
Framleiðslustjóri Jenny C. Petersen
Momo verðu frumsýndur á gamla Meiarínum
leygardagin 12. mars kl. 18.00
?????
Klassiskt ævintýr
Leikurin Momo byggir á skaldsøguna hjá týska rithøvundanum Michael Ende. Søgan er eitt klassiskt ævntýr um løgnu gentuna Momo, sum kemur til ein bý, har fólk liva í sátt og semju við hvønn annan í einum hugnaligum og friðarligum gerandisdegi. Býarfólkini taka væl ímóti Momo og lata hana sleppa at búgva í gamla, niðurlagda amfiteatrinum uttanfyri býin. Tey hava góða tíð, so tey vitja dúgliga klóku og vinarligu Momo, sum altíð er so væl nøgd við alt. Men knappliga broytist alt, tá ein herur av gráum monnum sníkja seg inn í býin. Snildisliga sannføra teir býarfólkini um, at um tey royna at spara tíð, er tað sum at seta hana í bankan, tí tá fara tey at fáa tíðina tvífalt aftur. Og so hevur ongin knappliga tíð til nakað longur, heldur ikki at vitja Momo, sum situr einsamøll eftir úti í gamla amfiteatrinum.
Men Momo veit eitt loyndarmál, og so byrjar stríðið, móti gráu monnunum, um at fáa tíðina aftur ...
?????
Ein avgrund av framstigum
"Vit finna alla tíðina uppá okkurt nýtt fyri at spara tíð. Skjótari og skjótari bilar og flogfør, allar møguligar maskinur, teldur, sum rokna ræðuliga skjótt, robottar, sum gera arbeiðið nógv skjótari enn menniskju, og kortini hava fólk nógv minni tíð enn fyrr. Hetta er ein tann størsta lygnin, sum er til. Vit reypa og erpa okkum av øllum teimum ómetaliga stóru framstigunum, vit gera, men tey gera okkum hvørki eydnuríkari ella betri nøgd. Tvørtur ímóti. Um vit halda fram uppá hendan mátan, verður endin, at menniskjuni ganga til grundar í øllum sínum framstigum."
Úr sjálvævisøguni hjá Michael Ende