ES-grundlógin stórliga yvirmett

Bárður Larsen
løgfrøðingur
????????????
Sokallaða ES-grundlógin varð undirskrivað av ríkis- og stjórnarleiðarunum hjá ES í Rom 29. oktober 2004. Undirskriftin fór fram á staðnum, har fyrsti sátt-málin um Europeiska Samstarvið, Rom-sáttmálin, var undirskrivaður í 1957. Undirskrivingin verður mett sum týðandi hending, tí ES-grundlógin er ætlað at koma í staðin fyri gomlu sáttmálarnar um Europeiska Bú-skaparliga Samstarvið (EF) og Europeiska Samveldið v.m. og skal skapa eitt nýtt og felags grundarlag undir ES-samstarvinum framyvir.
Formliga er talan um ein sátt-mála um at gera eina stjórnar-skipan ella grundlóg fyri Europa. Í yvirskriftini til donsku útgávuna av uppskotinum verða orðini "Traktat om en forfatning for Europa" nýtt. Danir tosa annars vanliga um "forfatningstraktaten" ella "EU-grundloven". Skjalið sjálvt kallar seg sum høvuðsregla "forfatning". Á føroyskum hevði "ES-stjórnarskipan" verið hósk-andi, men her verður kortini orðið "ES-grundlóg" nýtt, tá tað longu hevur vunnið sær hevd.
Sum við øllum øðrum broytast politisk og løgfrøðilig fyribrigdi ikki av, at tey fáa annað heiti. Sama er sjálvandi við ES-grund-lógini. Hon verður ikki grundlóg fyri Europa, bara tí hon sjálv sigur tað. Neyðugt er at hyggja at innihaldinum, áðrenn tað kann staðfestast, um skjalið meira er grundlóg enn sáttmáli. Orðini grundlóg, stjórnarskipan ella forfatningur verða vanliga nýtt um grundleggjandi politisk og løgfrøðilig skjøl fyri eindir, ið annaðhvørt eru sjálvstøðug ríki ella í hvussu er hava eitt ávíst lægri stig av sjálvstøðu og egnum grundarlagi. Hinvegin er ikki vanligt at kalla grundarlagið grundlóg, tá skipanin einans er grundað á sáttmála millum sjálvstøðugar partar og ikki hevur egna grund ella statsligar eginleikar. Higartil hevur eisini verið vanligt at tosa um sáttmálarnar undir ES-samstarvinum.
Tá ES kortini hevur verið óvanligur altjóða felagsskapur og við síni beinleiðis lóggávu lutvís hevur mint um statsliga skipan, hava summi ? eitt nú meira ideologiskir og samveldissinnaðir ES-løgfrøðingar ? valt at kalla verandi sáttmálagrundar-lagið hjá ES fyri grundlóg. Í sambandi við nýggju ES-grundlógina komu tey eitt sindur víðari, og eydnaðist tað nú hesum vongi ? um enn innihaldið ikki fylgdi við ? at geva nýggja skalinum í uppskoti formliga heitið grundlóg.
Føroyingar hava ongantíð havt nógv álit á ES (EF). Hetta var støðan, tá Løgtingið í 1974 avgjørdi, at Føroyar skuldu vera uttanfyri, og hetta er støðan enn. Føroyski veljarin hevur helst eina fatan av, at Føroyar eru ov lítlar til at blíva hoyrdar í ES-høpi, og tá útlit hartil ikki eru fyri varandi føroyskum undantøkum innan fiskivinnupolitikkin, kemur limaskapur ella inn-liman ikki uppá tal. At føroysk áhugamál at síggja til ikki lættliga kunnu sameinast við ES-áhugamál kemur í politiska retorikkinum ofta fram á tann hátt, at karikaturar verða teknaðir av ES. ES verður sæð sum ein politisk makt, ið fer at gera av við allar tjóðir í Europa, og summi hava enntá hildið ES vera djórið í Bíbliuni. Henda ræðumyndakenda fatan sær út til at verða tikin fram aftur nú í sambandi við ES-grundlógina, og kanska tey samveldissinnaðu eisini hava ein part av ábyrgdini, tá tey endiliga vilja, at skjalið skal eita grundlóg.
Í føroyska valstríðnum upp til fólkatingsvalið 8. februar í ár vóru fleiri valevni, sum høvdu hug til at gera ES-grundlógina til eitt valtema, og fatanin var tann sama gamla. Eitt valevni metti, at Føroyar fóru at kvælast, um Danmark samtykti ES-grundlógina, og at slíkt vildi bumba føroyska sjálvstýristilgongd 100 ár aftur í tíðina. Eitt annað valevni helt, at ES-grundlógin var tað málið, sum hevði størstan týdning í komandi fólkatingsskeiði, tí ein donsk samtykt av ES-grundlógini í ringasta føri var at javnmeta við, at Føroyar ikki longur fóru at vera partur av danska ríkinum, men einans limir í einum ES-ríki. Eisini fleiri onnur valevni royndu at gera nógv burturúr hesum og høvdu eisini hug til at halda, at hetta stigið við ES-grundlógini var tað mest týðandi fram móti at stovna europeiska samveldisstatin.
Men slíkar ræðumyndir um ES, og nú um nýggju ES-grundlógina, hava onki við veruleikan at gera. Veruleikin er heldur, at ES ikki er so sterkt, sum føroyingar ofta halda, og at ES-grundlógin heldur ikki broytir Europeiska Samveldið serliga nógv samveldisvegin. Mesta av tí, har Europeiska Samstarvið kann vera "vandamikið" fyri føroyskt sjálvstýri, er annahvørt longu politiskur veruleiki ella hevur onki beinleiðis við ES-grundlógina at gera. Her verður serliga hugsað um, at fiskivinnan búskaparliga sæð framvegis er altavgerðandi fyri Føroyar, samstundis sum Danmark hevur latið ES sín ræðisrætt á sama øki. Henda tvídeilda støðan hjá danska ríkinum mótvegis ES á fiskivinnuøkinum skapar tí longu gróðrarbotn fyri áhugakonfliktum í samstarvinum millum Føroyar og ES við Danmark í miðuni. Á hesum øki, har politisku áhugamál Føroya fyrst og fremst liggja, eru tískil longu prinsipiellir trupulleikar, har tað kundi verið hóskandi at ruddað upp; møguliga á tann hátt, at Føroyar fingu eina veruliga og sjálvstøðuga samráðingar- og sáttmálaheimild á økinum. Hinvegin hava tær avleiðingar fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkin, sum ES-grundlógin møguliga ber í sær, lítlan og ongan áhuga fyri føroyingar, so leingi semja ikki fæst um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki.
ES-grundlógin víðariførir tey donsku fyrivarnini, ið stava frá sokallaðu Edinburgh-samtyktini móti endanum av 1992. Kortini verður tað í sambandi við ES-grundlógina víst til "vandan" fyri, at fyrivarnini verða sett til atkvøðu og avtikin í somu atløgu, sum ES-grundlógin verður samtykt. Fyrivarnini snúgva seg um samveldisborgaraskapin, evruna og ein part av samstarvinum um rættarlig og innaru mál (rættarliga fyrivarnið) og tann partin av felags uttanríkis- og trygdarpolitikkinum, sum hevur við verjuna at gera (verjufyrivarnið). Men nú vísir tað seg kortini, at fyrivarnini ikki verða við á fólkaatkvøðuni, sum skal verða í Danmark 27. september komandi. Sostatt er tað ikki einans formliga greitt, men eisini politiskt avgjørt, at ES-grundlógin ? fyribils í hvussu er ? ikki nertir við hesi umstríddu øki, har Danmark hevur fyrivarni.
Skuldi Danmark samtykt ES-grundlógina og seinni avtikið fyrivarnini, so verða avleiðing-arnar ongar fyri spurningin um, hvørt samveldisborgaraskapurin fer at troðka statsliga ríkisborgaraskapin til viks. Orsøkin er, at fyrivarnið um samveldisborgaraskapin ongan týdning hevur longur, tí tað er staðfest í verandi sáttmálum og eisini í ES-grundlógini, at vanligi ríkisborgarskapurin er yvirskipaður samveldisborgaraskapinum, ið einans supplerar veruliga statsliga borgaraskapin.
Viðvíkjandi gjaldoyrafelagsskapinum (evruni), so kunnu Føroyar koma at verða noyddar at velja evruna sum gjaldoyra, tí politiskur vilji er neyvan til egið føroyskt gjaldoyra, eins og vilji og praktiskur møguleiki heldur ikki er til, at føroyingar sjálvir sita eftir við donsku krónini.
Viðvíkjandi spurninginum um rættarliga fyrivarnið, so fer partur av rættarliga samstarvinum ? sum politi og revsirættarskipan ? yvir til at verða regulerað beinleiðis av ES (yvirstatsligt), og tí kann ein donsk avtøka av hesum fyrivarni ávirka Føroyar óbeinleiðis.
At enda fær ein avtøka av verjufyrivarninum heldur ikki stóra ávirkan á Danmark ella Føroyar, tí eisini undir ES-grundlógini kemur hetta økið at verða millumstatsligt; t.e. at ES-stovnar ikki fáa beinleiðis lóggevandi ella dømandi vald á økin-um, sum heldur verður samskipað sum eftir eini vanligari sáttmálaskipan.
Kortini er rætt, at nýggja ES-grundlógin eftir sínum innihaldi togar ES eitt sindur nærri eini samveldisstatsligari skipan enn nú. Hetta sæst serliga aftur í tí, at ES-tingið verður styrkt munandi og nú fer at sita við lóggávuvaldinum í ES javnt við Ráðið. Eisini er vert at nevna, at fleiri øki, eitt nú innan t.d. rættarliga samstarvið, nú verða yvirstatslig heldur enn millumstatslig. Haraftrat verður felags uttanríkis- og trygdarpolitikkurin styrktur, m.a. við einum felags uttanríkisráð-harra og eini felags uttanríkistænastu, og málsetningurin at virka fram móti einum felags europeiskum verjupolitikki verður førdur víðari. Men hetta broytir tó ikki, at uttanríkis- og trygdarpolitiska økið framvegis kemur at liggja á millumstatsligum heldur enn yvirstatsligum støði, og at limalondini tí við lóggevandi- og dømandi valdinum framvegis avgera rættar-støð-una endaliga innlendis. Tí fáa ES-stovnar ikki beinleiðis vald á hesum øki, eins og á gomlum yvirstatsligum økjum, ið hava at gera við búskap og handil.
Samanumtikið kemst ikki uttanum, at fráveran í ES-grundlógini av (samveldis-) statsligum eyðkennum er nógv sjónligari enn hjáveran av somu. ES og ES-grundlógin hava í veruleikanum ongi av týdningarmestu statsligu eyðkennunum.
Skal ES-grundlógin broytast, mugu øll limalondini vera samd. Slíkt ber boð um, at øll limalondini framvegis varðveita sítt fullveldi óskalað.
Klassiskt statseyðkenni er eisini, at ein statur hevur rætt til við tvingsli at fremja viljan hjá sínum stovnum. Heldur ikki hetta vald hevur ES í løtuni og fær tað heldur ikki við ES-grundlógini. Skulu ES-stovnarnir tvinga sín vilja ígjøgnum, kunnu teir einans gera tað við at heita á myndugleikarnar hjá limalondunum. Sama er galdandi fyri yvirstatsligu økini ? har ES annars lóggevur beinleiðis og tí kann minna eitt sindur um ein stat. Sjálvt ikki við felags løg-reglusamstarvinum fær ES nøkur tvingsilsamboð.
Til seinast kann verða víst til fíggjavaldið sum ein av heilt avgerandi heimildunum, ið einhvør stjórn má hava ræði á, um talan skal vera um nakran veruligan statsmyndugleika. Eisini í tí sambandi er ES ógvuliga veikt. ES hevur ongan veruligan rætt at krevja upp skatt og hevur einans eitt fíggjarligt grundarlag, ið svarar til gott 1 % av BTÚ hjá limalondunum. Heldur ikki hetta veika fíggjar-liga grundarlag verður broytt nevnivert við ES-grundlógini.
Alt hetta vísir, at ES er og við "grundlógini" framvegis verður nógv meira ein sáttmálaskipan enn ein samveldisstatslig skipan.
Eisini í aðrar mátar hevur ES-grundlógin rættiliga lítið uppá seg sum grundlóg. Neyðugt er bert at nevna longdina, sum uttan fylgiskjøl er um hálvtannaðhundrað síður við á leið hálvfimthundrað greinum. Hon er harvið so long, at hon greitt brýtur viðurkendar grundreglur fyri grundlógarsmíð, um ætlanin er tann vanliga at skapa eitt skjal, ið hevur høga tign bæði sum lóg og ímynd. Longdin ger, at vanligir borgarar í Europa ikki koma at kenna innihaldið í skjalinum ella koma at virða tað sum ímynd av teirra politiska samfelag. Men ES-grundlógin fær ikki annað enn verið øgiliga long, tá hon í roynd og veru bara er enn ein nýggjur sáttmáli, sum samanskrivar og ruddar upp í teimum undanfarnu sáttmálum fyri Europeiska Samveldið og tillagar mannagongdir o.a. í sambandi við upptøku av alsamt fleiri limalondum.
At kanningar í europeisku londunum vísa, at vanligir borgarar lítið og onki kenna til ES-grundlógina, bendir á tað sama og prógvar eisini, at Europeiska Samveldið framhaldandi er eitt projekt fyri elituna og tí ikki kann stovna nakran europeiskan stat á fólkaræðisligari grund.