Manningin hjá Tjaldur eigur eitt stórt herðaklapp fyri, at tær so trúfastar møta upp til dyst, hóast tær ferð aftaná ferð leggja rygg til lemjandi ósigrar, har tær verða so dyggiliga úrlatnar. Soleiðis var eisini sunnudagin, tá ið steypafinalistarnir úr Neistanum tóku ímóti manningini úr Runavík.
Trý mál í hvørjum hálvleiki
Dysturin millum kvinnurnar hjá Neistanum og Tjaldur sunnudagin var samstundis eisini fyrsti dysturin hjá Inga Olsen í nýggja starvinum sum venjari hjá kvinnuliði Neistans. Ingi tók í farnu viku við eftir danan Flemming Raben, sum er farin aftur til Danmarkar.
Ikki kann sigast annað, enn at Ingi fekk eina góða byrjan í nýggja starvinum, tí havnarliðið snøgt sagt smurdi gestirnar av.
Tað var ikki óvæntað ongantíð nakar ivi um, hvagar sigurin fór, men at sigurin skuldi gerast so mikið stórur, sum hann gjørdist, var kanska eitt sindur óvæntað. Fyrstu tíggju minuttirnar var munurin ikki so øgiligur, tí tá legði Neistin seg einans á odda við trimum málum, 5-2, men so settu tær ferð á.
Innan fyri eitt tíðarskeið upp á góðar tíggju minuttir gjørdi heimaliðið ikki mætari enn at skjóta heili ellivu mál á rað, har gestirnir úr Runavík einki mál fingu, og so var Neistin bráddliga á odda heili 16-2, og dysturin var væl og virðiliga avgjørdur.
Ingi Olsen sá skjótt, at her gjørdist talan um ein lættan sigur, og hann valdi tí at skifta nógv út á liðnum hjá sær, og fleiri av teimum hjá Neistanum, sum vanliga sita nógv á beinkinum, fingu heilt fitt av spælitíð sunnudagin. Hesar stóðu seg eisini væl, og Neistin bara økti og økti um leiðsluna hjá sær, og leikararnir hjá Tjaldur vóru at kalla statistar ein stóran part av dystinum.
Risasigurin 47-6 sigur ikki so lítið um, hvussu trupult Tjaldur hevur tað í fremstu deildini, og spurningurin er, um tað ikki er drepandi fyri hondbóltsáhugan í Runavík, at kvinnuliðið soleiðis ferð aftaná ferð noyðast at leggja rygg til lemjandi ósigrar. Tær gera sítt besta, men enn er tað ikki nóg mikið til at bjóða hinum liðunum av og fáa nakað burturúr.
Neistin-Tjaldur 47-6(22-3)
Neistin: Ása Dam á Neystabø 10, Unn Kragesteen 8, Simona Petersen 7(2), Marjun Tróndarson 5, Lív Sørensen 4, Mia Káradóttir 3, Annika Thomsen 3, Jórun Ludvig 3(1), Mildrið Jacobsen 2, Maria Dahl 2
Tjaldur: Marian Isaksen 3, Jacoba Langgaard 3
Brotskøst: Neistin 4(3)
Útvísingar: Tjaldur 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen