Sunnukvøldið hevði Svf eina forvitnisliga sending á skránni. Sendingin var ein í røðini Ekkó og hesaferð varð ljósvarparin settur á eitt evni, sum oftast fer fram í loyndum og sum ikki ber til at tosa um hjá teim flestu, hvørt talan so er um royndir ella vantandi innlit. Evnið var misnýtsla av børnum.
Til slíka sending krevst sjálvandi ávíst huglag, - ávísur stemningur. Myndamenn og sjónleik-arar skapa myndir og hugløg, men tað er sum um...at...., ikki sannheit? Har vantar okkurt!
Tónleikur! Summi siga kanska bara "ljóð". Men tað krevst meira enn bara tilvildarligt bland av ljóði ella tónleiki, skal talan vera um veruligt samspæl, sum bjóðar niðurbundnu skuggasíðunum flog.
Og summi løgdu kanska til merkis tónleikin í sendingini.
Kim og Jón
Slík sending krevur ávíst huglag - rætta tónleikin - og Jón McBirnie úr Studio Skýrák setti seg í samband við i Kim Hansen. Soleiðis fór hetta á rull. Kim sá sendingina og fór so til verka.
- Fyrsti spurningurin var, hvussu ger ein slíka sending, tá hugsað verður um tónleikin? Skjótt kann alt tykjast banalt! Ov nógv av hesum ella hasum, sigur Kim Hansen, ið sum tónleikari hevur samstarvað við Jón McBirnie í Studio Skýrák
Jón er tónleikari, sum samstundis - sum hin einasti her á landi - er útbúgvin ljóðmaður júst innan økið film og tað at gera ljóðmynd.
Jón er viðurkendur bassleikari, og sum tøkningur er hann tann, sum stendur fremst í Studio Skýrák.
? Vit byrjaðu á null. Tað er trubult, tí tónleikurin skal ikki yvirtaka, sigur Kim
? Eg havi brúkt djúpar tónar, bratch, chello, men eisini nógvar klavertónar, tí alt má ganga í eina eind, uttan at gerast ov myrkt, sigur Kim.
Og tá ein hugsar um allar ræðufilmarnar, sum neyvan høvdu verið tað sama uttan eyðkendu ræðutónarnar, so kann ein kanska seta seg inn í hugaheimin og trupulleikarnar í tónleikastarvinum, har tað ræður um at gera eitt ljóðlag, sum ikki yvirtekur, men sum tó er eitt undirlag, sum ger sína ávirkan.
Aftur til Kim
Kim hevur verið virkin innan tónleik. Umframt framførslurnar um vikuskiftini fæst hann nú eisini við ymsar tónleikauppgávur. Júst nú ger hann tónleik til Svf, men á skránni hevur eisini verið t.d. tónleikur til Grímu. Kim gjørdi tónleik til leikin Elling og Kjellbjarni og ger nú tónleik til leikin MoMo.
Kim er royndur tónleikari, men minnist seg ikki hava gjørt so nógv við júst slíkar uppgávur fyrr.
? Nú hevur ein fingist við so nógv, men eg minnist einki til, at eg beinleiðis havi gjørt filmstónleik ella tónleik til sendingar, sigur Kim, sum tó kemur at hugsa um tónleik til Dag og viku og Veðrið, tá hann hevur hugsað seg umeina løtu.
Men Kim kundi avgjørt hugsað sær meira av slíkum uppgávum.
? Tað er spennandi og áhugavert. Ein kemur á eitt annað støði í tónleikaheiminum, enn tá ein er úti og spælir. Ein hevur meira tamarhald, og oftast hevur ein leysar teymar og kann royna ymiskt. Men nógvir pengar eru ikki í hesum, so eg veit ikki um til ber at liva bara av hesum, hugleiðir Kim.
Nátt
Nógvar av tónleikaverkætlanunum, sum Kim og Jón hava arbeitt við, eru farnar fram á nátt.
? Tá er friður, men sjálvandi er tað hart fyri gerandislív og familju, tí ringt kann vera at venda døgninum aftur, sigur Kim, sum eisini er úti í spæliørindum so gott sum hvørt vikuskifti fríggjakvøld og leygarkvøld.
? Men ofta er spurningurin, um ein tímur og vil sova allan dagin burtur, tí ein skal eisini vera saman við familjuni, sigur Kim Hansen, sum í løtuni situr á kvøldi og ger tónleik, tí um eina viku er aftur deadline fyri tónleiki til okkurt ávíst.
Men í hesum døgum hevur hann verið spentur uppá, hvørt uppgávan við sendingini í Svf eydnaðist.
? Talan er um ringt evni, har tónleikurin skal byggja upp undir samrøður, ikki gerast romantiskur ella alt ov ræðuligur, og ikki yvirtaka, so talan er um eina hárfína javnvág, sigur Kim Hansen.