Menningarætlan í sjey punktum

Vinnugrunnur, flutningsstuðul og almenn arbeiðspláss standa á reseptini, sum skal fáa Suðuroy á føtur aftur

Vinnuráðið í Vági sigur, at skal Suðuroyar syðra helvt mennast aftur, verður tað neyðugt við fleiri tiltøkum. Eftir teimum kanningum, sum ráðið hevur gjørt, er niðurstøðan í teirri nýggju frágreiðingini, at neyðugt er við eini menningarætlan í sjey punktum.
Nøkur punkt eru neyðugt at fremja beinanvegin, men punktini 6 og 7 eru meiri langtíðarloysnir.
Og hetta er so tað, sum vinnuráðið sigur skal til fyri at fáa økið á føtur aftur:
1. Suðuroyargrunnur við 50-100 milliónum í stovnsfæi verður settur á stovn (ein afturbering av ov nógv goldnum landsskatti).
2. Flutningskostnaðurin skal broytast.
3. Menningarstjóri skal setast. Landið og kommunurnar í Suðuroy skulu fíggja hann í fimm ár.
4. Fleiri almenn arbeiðspláss, skulu stovnast, eitt nú miðnámsskúla og ellisheim í Vági, Strandferðslan eigur at flytast suður, heim fyri minnisveik, heim fyri sinnisveik og aðrar almennar tænastur, skulu skipast.
5. Suðuroyargrunnurin yvirtekur bygningin hjá Fiskavirking í Vági sum part av stovnsfænum frá Føroya Landsstýri.
6. Suðuroyargrunninum fær nýggj fiskiloyvi at umsita í økinum.
7. Skatta- og kostnaðarútlíkning av útjaðara samstundis skal ein bólkur við umboðum frá kommunum á økinum, vinnuni og landsmyndugleikunum, verður settur at stinga út í kortið eina langtíðarætlan fyri Suðuroynna.