fingið 50.000 krónur til at flyta sjúkrasengur til Rumenia og at keypa madrassur til hesar. ?Sjeyndadags Adventistasamkoman hevur fingið 150.000 krónur til verkætlan, har endamálið er at betra um møguleikarnar [...] til Eysturevropa« og 150.000 til útbúgving av afganskum gentum. Soleiðis hevur Føroya Landsstýri valt at býta menningarhjálpina í ár. Á fíggjarlógini 2002 vórðu 300.000 krónur settar av til menningarhjálp [...] nar hjá afganskum børn-um, serstakliga gentum, at koma inn á hægri læru-stovnar og á arbeiðsmarknaðin
ber tað til, at Lizzy hevur valt at lata upp nýggja hárfríðkanarstovu í Havnini? ? Tað eru nóg mikið av hárfríðkanarstovum í Havn, men hóast alt, so haldi eg, at allar frisørar droyma um at verða sjálvstøðugar [...] Jónas Broncks Gøtu 34 í Havn. Salong Bronx er navnið á nýggju hárfríðkanarstovuni, og kann ein siga, at tað hóskar jú væl til, tá salongin jú liggur í Jónas Broncks Gøtu. Tað er Lizzy Mouritsen, sum hevur
hagtøl benda tí á, at hugurin at keypa bilar ikki er minkaður aftur, eftir at fólk hava keypt nýggjar persónbilar, sum tey hava skift hosur seinastu árini. Bilasølurnar hava eftir øllum at døma enn góðar dagar [...] Sama tíðarskeið í fjør vórðu 253 nýggir bilar skrásettir í hesum vørubólkinum. Nevnast kann eisini, at talið av viðfestivognum er hækkað úr 50 nýggjum í 2000 upp í 83 nýggjar viðfestivognar í 2001.
soleiðis, at sýslumaðurin skal geva loyvi í hvørjum einstøkum føri og hesuferð segði hann nei. Men havnamenn vildu ikki hava á sær sitandi, at ein sýslumaður úr Vestmanna skuldi banna teimum at halda springarar [...] springarar til og teir løgdu sektin á boðini úr Vestmanna. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá sýslumanninum í Vestmanna, Ivan Klein Olsen, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vanliga verða [...] býttir millum teir sum eru í drápinum og nakrar skipaðar reglur eru ikki fyri býtinum. Ttað vil siga, at tann sum sterkastur og frekastur er fær mest av hesum átliga tvøsti
Esbjerg, tá tað fyri einum mánaði var greitt, at danska liðið vildi hava Christan Høgna Jacobsen knýtt at sínum leikarahópi. Tvídrátturin stóðst av, at feløgini bæði høvdu hvør sína uppfatan av, hvat [...] hvat eitt rímuligt endurgjald til NSÍ fyri leikarin skuldi verða, og hetta merkti so aftur, at spæliloyvið hjá Christian Høgna varð afturhildið. Nú er so ein loysn funnin á málinum, og hóast hon helst kundi [...] Spæliloyvið er sent til Danmarkar, so Christian Høgni er nú Esbjerg spælari, staðfestir formaðurin at enda.
Mánamorgunin tá Norrøna legði at bryggju í Havn, stóðu tollararnir klárir at kanna ferðafólkið, sum kom úr Danmark. Og teir høvdu eydnuna við sær. Ein eldri maður, sum nærkast pensjónsaldri, varð tikin [...] nøgdin hevur tískil eitt virði uppá góðar 2000 krónur. Maðurin kann vænta sær eina bót fyri at hava roynt at smugla ólóglig rúsandi evni til Føroyar. Annars hevur hetta verið eitt heldur friðarligt vikuskifti [...] Tríggir mans hava verið og sovið rúsin av sær á støðini, og ein førari varð sunnudagin tikin fyri at koyra við kenning.
eisini, at danski Tjóðbankin hevur lækkað rentuna. Rentan á vanligum konti lækkar ikki. Til tess at eggja til størri uppsparing, áðrenn fólk seta føtur undir egið borð, hevur Sparikassin valt ikki at lækka [...] Banki boðar í tíðindaskrivi frá, at bankin lækkar rentustig síni við 0,25-0,50 prosentum. Henda lækkingin kemur í gildi frá 1. oktober. Grundgevingin hjá bankanum er, at danski Tjóðbankin hevur lækkað sína
semingsmenninir, John Rajani og Súni Schwarts Jacobsen, at okkurt úrslit skuldi spyrjast burturúr. Feløgini fingu eina freist til hósdagin á middegi at svara semingsmonnunum, so teir kundu staðfesta, um nøkur [...] lagt nakað nýtt semingsuppskot fyri partarnar, men hava síðani arbeitt víðari fyri at vita, um nakað grundarlag er fyri at samráðast. Sum vanligt er við sáttmálasamráðingar er tað lønin, sum liggur í buktini [...] lønarhækkan, sum handverkararnir fegnir vilja hava. Um samráðingarnar slitnaðu hósdagin kann væntast, at arbeiðssteðgur verður settur í verk.
politiið í Runavík fráboðan um, at ein kvinna var dottin av eini maskinu á Viking Seafood á Strondum. Hetta var í sambandi við vasking. Tá málið varð kannað nærri, vísti tað seg, at hon var dottin av eini slisku [...] sjúkrahúsinum sunnudagin. Leygarmorgunin varð ein tikin í Funningsfirði fyri at koyra fullur. Annars verður sagt frá politinum í Runavík, at sera nógv fólk hava verið í býnum í Eysturoynni um vikuskiftið. Men tíbetur [...] slisku, eftir høvdinum niður á betongólv. Politiið í Runavík upplýsir, at kvinnan er sloppin væl frá óhappinum. Sjúkrabilur og lækni kom á staðið, og kvinnan hevði fingið ilt í nakkan og ryggin, men hon
LANDSFUNDUR Undan fundinum er greitt, at nógv nýggj andlit verða at síggja í komandi landsnevndini. Eisini er greitt, at Unga Tjóðveldið fær nýggjan formann, tí núverandi formaður fer burtur í onnur lond [...] altso ikki verður formaður eftir fundin leygardagin, er Jóannes V. Hansen. Ikki tí, tað átti at verið spennandi at gerast formaður fyri Unga Tjóðveldið. Millum fyrrverandi formenninar er m.a. Annlis Bjarkhamar