Mánamorgunin tá Norrøna legði at bryggju í Havn, stóðu tollararnir klárir at kanna ferðafólkið, sum kom úr Danmark. Og teir høvdu eydnuna við sær.
Ein eldri maður, sum nærkast pensjónsaldri, varð tikin við 19 grammum av hassji uppi á sær.
Hetta er heldur meira enn vanligt, sigur løgreglan, tí vanliga smugla fólk bara heilt fá gramm í senn. Eitt gramm av hassji kostar ímillum 100 og 125 krónur. Henda nøgdin hevur tískil eitt virði uppá góðar 2000 krónur.
Maðurin kann vænta sær eina bót fyri at hava roynt at smugla ólóglig rúsandi evni til Føroyar.
Annars hevur hetta verið eitt heldur friðarligt vikuskifti, hvat herverki viðvíkur. Tríggir mans hava verið og sovið rúsin av sær á støðini, og ein førari varð sunnudagin tikin fyri at koyra við kenning.